Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 10. oktober 2006 11 Hesaferð um eldraøkið og fólkapensjonistar Eitt av teimum økjunum sum er raðfest frammaliga í fíggjarlógaruppskotinum, er eldraøkið. Har uppií eru eisini viðurskiftini hjá pensjonistunum. Yvirlitið vísir uppraðfestingarnar á fíggjarlógaruppskotinum – tvs. tað sum er lagt aftrat omaná avsetingarnar til vanligan rakstur. Ovast á listanum standa tó tvey mál, sum ikki eru á sjálvari fíggjarlógini. Men tað fyrra er partur av fíggjarlógaravtaluni, við tað at avtalaða hækkingin av Samhaldsfasta er beinleiðis treytin fyri skattalættanum. Og tað seinna um orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar er partur av samgongusemjuni um bú­staðarpakkan. Samhaldsfasti: 1. jan. 2007 hækkar útgjaldið úr Samhaldsfasta við 800 kr. um mánaðin til allar fólkapensjonistar. Tá fer ein stakur fólkapensjonistur at fáa góðar 9.000 kr. um mánaðin, og eini hjún, bæði pensjonistar, góðar 15.000 kr. um mánaðin. Orku- og bjálvingar­ stuð­ulslán til pen­sjon­ istar: Sum ein táttur í bú­staðarpakkanum verð­ ur Húsalánsgrunnurin tik­ in av, og í staðin kem­ur eitt nýtt alment bústaðar­ partafelag. Hetta nýggja bústaðarpartafelagið fær tvær uppgávur: onnur at veita fígging til lutaíbúðir til fólk við serligum tørvi, og hin at veita avdráttarfrí orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar. Brennioljustudningur til fólkapensjonistar: Við­­­bótin til ávísar pen­ sjon­ist­ar, kallað brenni­ olju­­studningur, verður veitt til húsarhald hjá fólka­pensjonistar, sama upp­­hædd til støk sum til hjún. Upphæddin verður útgoldin 3 ferðir árliga og hækkar væntandi úr 1780 kr. upp í uml. 2060 kr. sum eitt lítið ískoyti til brenni­ oljukostnaðin. Ókeypis vaksinatión til fólkapensjonistar: í kom­­andi ári skulu fólka­ pensjonistar kunna fara til kommunulæknan og fáa ókeypis vaksinatión móti krími. Hetta er eitt stórt ynski hjá Landsfelag pensjonistanna, og tað verð­ ur nú gjørt sum ein liður í fólkaheilsupolitikkinum. Vónað verður við hesum tiltaki at koma kanska heilt uppá 80% av øllum fólkapensjonistum, sum lata seg vaksinera, tá tey ikki nýtast at hugsa um kostnaðin. Hækking av stuðli til um­­sorganararbeiði: Und­ an­farnu ár hava umsókn­ irnar til umsorganararbeiði (sum matartænastu og dag­ tilhald) verið so nógvar, at játtanin ikki hevur rokkið. Tí verður játtanin hækkað, so fleiri kunnu fáa ágóða av stuðlinum. Økisterapi í heimarøktini: Endamálið við økisterapiini er at hjálpa pensjonistum til at viðlíkahalda sín kropsliga førleika, so tey skulu kunna klára seg best møguligt heima. Til tess at betra um tilboðið um økisterapi verða tveir økisterapeutar settir í starv aftrat teim trimum, sum eru. Tá verða økisterapeutar í Suðuroy, Sandoy, Norðoyggjum og tveir í Suðurstreymi. Næstu ferð verður skipanin so víðkað til Vágar og Norð­ streym og fevnir tá um alt landið. Nýggj búpláss á røkt­ar­ heimum og eldra­sam­ býlum: Við nýggju studn­ ingslógini og fíggjarjáttanini er avgjørt at veita tilsøgn til stuðul til bygging av 136 nýggjum eldrabúplássum tey næstu 2-3 árini. Landið fíggjar eisini raksturin, og tey fyrstu búplássini verða tikin í nýtslu í Suðurstreymi í 2007. Tað gevur atkvøður at seta niður á samkynd. Tað gevur eisini atkvøður at verja samkynd. Tí ger Javnaðarflokkurin bæði Alt tað, sum ein flokkur ella ein politikari sigur, kann metast sum ein vøra, hann selur. Politikararnir bjóða fram meiningar, og fjórða hvørt ár kunnu vit við okkara atkvøðu ”keypa” ta meining, sum okkum dámar best. Í farnu viku kom starvs­ nevnd Javnaðar­floksins við eini yvirlýsing um, at hon ”fordømir ta jagstran og tann ágang, sum í alt størri mun verður framdur ímóti samkyndum í okkara samfelag”. Yvirlýsingin var ein vøra, ið varð boð­in fram á tí politiska mein­ ingar­marknaðinum. Tað er ikki løgið, at vøran varð boðin fram júst í síðstu viku, tí eftir tað, sum er hent farnu tíðina, man tolsemi mótvegis samkyndum helst verða ein eftirspurd politisk vøra. At vøran er eftirspurd mundi eisini vera orsøkin til, at Jóannes Eidesgaard, dagin eftir yvirlýsingina, skrivaði hetta í bløðini: ”Eg kenni ein djúpan ótta langt inn í sálina. Ein ótta fyri, at tað frá al­mennari síðu verða send út signal um, at tað er heilt í lagi at halda, at tey, sum eru samkynd, ikki hava sama status sum hini í hesum samfelag. Hes­in vandi er eyðsýnt til staðar, tá hugsað verður um, at nakrir av okkara mest sjón­ligu politikarum ikki aftra seg at hava al­mennar meiningar um tey sam­ kyndu. Meiningar, sum ikki fjala, at hesi verða minni vird enn hinkynd.” Hetta var ikki at fara skeivur av: Nú verða sam­ kynd so illa viðfarin, at okkurt má gerast. Og Javn­aðarflokkurin og tess formaður vísa vegin! Sama kvøld, sum grein­ in stóð í bløðunum, var Jóannes gestur í sjónvarp­ inum. Og tá gjørdi hann aftur Javnaðarflokkin til tann stóra verjan hjá sam­ kyndum: ”Eg haldi tað vera øgiliga týdningarmikið at Javnaðarflokkurin signaler­ ar hvat Javnaðarflokkurin stendur fyri, og er tað nakað sum er eitt av okkara vørumerkjum, so er tað tol­ semi í samfelagnum”, segði hann. Tær søgur, miðlarnir farnu vikurnar hava borið um happing av samkyndum, ger sjálvsagt fólk bæði hørm og ill. Her má okkurt gerast, hugsa tey. Og tí var offensivur Javnaðarfloksins í síðstu viku snildur tak­ tikkur. Flokkurin fekk tann nógva vindin av vreiði og harmi at blæsa í síni segl. Tað hevði eisini verið í fínasta lagi, um flokkurin veruliga stóð fyri tí, sum hann nú sigur seg standa fyri. Men tað ger hann ikki. Góðtikin demonisering Stríðið um hvørji rættindi samkynd skulu hava, hevur leingi leikað í Føroyum. Blóðið hevur verið heitt, og nógv av tí, sum er sagt, hevur verið øgiliga ógvus­ ligt. Tá tosað varð um, hvørt samkynd skuldu hava eini ávís rættindi, sum aðrir borgarar hava, var okkara mentamálaráðharri, Jógvan á Lakjuni, kanska tann ógvus­ligasti av øllum. Hann segði, at fingu tey sam­kyndu hesi rættindi, so fór ein vanlukka at raka Føroyar. Javnsettu vit sam­ kynd við onnur, ja, so fóru hægri maktir at revsa okkara land. Hetta var ein beinleiðis og púra óhoyrd demonisering av ávísum fólkum í Føroyum – og hon kom av ovastu rók í Mentamálaráðnum. Tá slíkt kemur frá landsins leiðslu, so er slóðað fyri, at onkur fullur idiotur tekur táttin upp, og nýtir nevan á einum vertshúsi. Tí hevði valla nakar ann­ ar mentamálaráðharri í vest­ urheiminum verið sitandi leingi afturat, eftir at hava ført tílíkt fram. Hann hevði ið hvussu er fingið eina álvarsama átalu frá stjórnarleiðaranum. Men okkara menta­mála­ ráðharri situr undir einum stjórnarleiðara, sum eitur Jóannes Eidesgaard. Og Jóannes gjørdi einki... Brot á reglugerð Gerhard Lognberg, ting­ maður, skrivaði einaferð, at hann ikki hevði sett ein samkyndan í starv sum lærara. Nú er tað bæði brot á mannarættindi og galdandi reglugerðir at nokta einum persóni starv av hesi orsøk, men tað legði Gerhard líka í. Hóast hann sjálvur er lóggevari, hevði hann brotið galdandi skipan fyri at halda tí samkynda uttan fyri skúlans gátt. Tá ein tingmaður fer so langt, er sjálvsagt hugsandi, at onkur fullur kloddi tekur táttin upp, og nýtir nevan á einum vertshúsi. Í Føroyum tók sjálvt Miðflokkurin greiða frá­ støðu frá útsøgnini. Og leiðararnir í flestu flokkum í vesturheiminum høvdu helst beinanvegin kravt, at útsøgnin varð tikin aftur. Men leiðarin hjá umrødda politikara nevnist Jóannes Eidesgaard. Og Jóannes gjørdi einki... Spælir dupultspæl Tað er einki at ivast í, at Jóannes Eidesgaard per­ sónliga meinar tað, hann sigur um hetta mál. Men hann vil eisini øgiliga fegin verða sitandi sum løgmaður. Til tess krevst stuðul frá Fólkaflokkinum, og tí tordi hann einki at siga við mentamálaráðharran. Jóannes vil eisini øgiliga fegin hava allar atkvøðurnar, sum flokkur hansara fær í Skopun. Tí tordi hann einki at siga við Gerhard. Politikkur snýr seg um vald, og hesir menn tryggja Jóannesi valdið. Tí er tað, taktiskt sæð, væl skiljandi, at Jóannesi ikki vil stoyta teir frá sær. Men hann kann ikki bæði blæsa og hava mjøl í munninum. Hann kann ikki bæði hava hesar menn undir sínum veingjabreiði, og samstundis sita í sjón­ varpinum og siga, at tol­ semi er Javnaðarfloksins vørumerki. Sannleikin er, at ein atkvøða til Javnaðarflokkin eisini ein atkvøða fyri tí sjónarmiði, at samkynd ikki skulu sleppa at vera lærarar. Tað er hykl at hýsa hesum sjónarmiði, og samstundis tosa um tolsemi. Bara Miðflokkurin er greiður Í tí kókandi orðaskiftinum í løtuni gevur tað bæði atkvøður at niðurgera sam­ kynd og at verja samkynd. Og politikarar seta sjálvsagt sínar dergur út, tí tá blóðið er heitt, eru atkvøðurnar leysar. Men tað er bara ein flokk­ ur í Føroyum, har veljarin í hesum spurningi veit, hvat hann fær fyri sína atkvøðu. Tað er Miðflokkurin. Allir hinir flokkarnir tosa við tveimum tungum – og tí hava teir ikki rætt at markera seg sum flokkar í hesum máli. Allarminst Javnaðar­flokk­ urin. Tað góða samfelagið og fíggjarlógin – 3. partur Raðfesting av eldraøki og fólkapensjonistum Pensjónshækkingar við at Samhaldsfasti hækkar útgjaldið Nýggj lóggáva um orku- og bjálvingarstuðulslán til pensjonistar Hækking av brennioljustudningi til pensjonistar: 4,0 mió.kr. Ókeypis vaksinatión til pensjonistar 0,8 - Hækking av umsorganararbeiði 1,5 - Heimarøkt, viðkað tilboð við økisterapi 0,8 Rakstur til nýggj búpláss á røktarheimi og eldrasambýlum 6,5 Tils. 13,6 mió. kr. Stuðul til bygging av nýggjum røktar- og sambýlisplássum 18,0 mió. kr. landsstýrismaður Hans Pauli Strøm Ódámlig partroling hjá Jóannesi og Gerhardi Sjúrður Skaale viðmerkingar