Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 195 - 10. oktober 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tung vóru boðini eg fekk 10. august, at tú, góði abbi, vart farin frá okkum. Heimið hjá abba og ommu var sum mítt næsta barnaheim. Eg var sum barn nógv hjá teimum, í vikuskiftum og í ferium, og tað eru ríkar løtur, sum eg kann minnast aftur á við takksemi. Abbi og omma vóru ógvuliga góð við familjuna. Mong eru tey spor, ið eru gingin inn til Elias og niðan til Andrass, og nógvir eru biltúrarnir, ið koyrdir eru norður til Hellurnar at vitja okkum. Eg minnist til hvussu nógv vit sum børn gleddu okkum til at abbi og omma komu norður at vitja. Tá ið vit sóu hvíta bilin koma undan uppi í Hjarðardali; tá runnu vit avstað ímóti teimum. Vit elskaðu at hava tey á vitjan. Omma sat altíð við stokkum og nógvar eru tær troyggjur, sum vit ommubørnini fingu frá henni. Tá ið vit fóru í skúla, fingu vit skúlatroyggju og skúlatasku frá teimum. Eg minnist, abbi, tá ið tú arbeiddi hjá landinum, tá ið tit asfalteraðu vegin til Oyndarfjarðar. Hvussu vit gleddu okkum til at tú komst út til okkara at eta døgurða; tað var so deiligt at hava teg hjá okkum. Høvdu vit brúk fyri farti, so vart tú altíð klárur at koyra okkum; tað skuldi ikki sigast meira enn einaferð, so reisti tú teg stillisliga, fyri at koma við okkum. Abbi og omma vóru trúgvandi fólk, tey settu sítt álit á Jesus og vístu eisini tí yngra ættarliðnum á Jesus; tey livdu Guðs kærleika út. Eitt, sum serliga stendur eftir í minninum um ommu, var tá ið hon legði okkum at sova. Bønir hennara; hon bað altíð saman við okkum og fyri okkum og nevndi øll við navni. Ríkar løtur at minnast afturá. Abbi leiddi okkum so trúfastur í kirkju hvønn sunnudag, tá vit vóru hjá teimum og so skund­ aðu vit okkum heim at eta døg­urða, áðrenn leiðin gekk í sunnudagsskúla. Tit vístu okkum á tað besta og týdningarmiklasta í lívinum, á Jesus. Abbi, tá ið eg kom at vitja teg, og dreingirnir ikki vóru við, so spurdi tú altíð eftir teimum, hvat teir rokaðust við. Tú fylgdi við øllum, frá tí yngsta til tað elsta. Altíð vart tú takksamur fyri alt, altíð so positivur. Abbi, sum vanliga varð kallaður Poul Andreas inni á Sýn, er nú farin handan sýn, komin á mál, heim til Jesus og ommu, sum honum longdist eftir. Góðu Elias, Andrass og babba, tómrúmið er stórt, nú abbi er farin. Tit hava havt tvey góð foreldur, eitt gott og trygt barna­ heim. Má Jesus styrkja tykkum í sakninum, men gott er at eiga ta kristnu vónina, at vit ið trúgva á Jesus, ein dag skulu síggjast aftur heima hjá Jesusi og ongantíð skulu skiljast aftur. Ærað verið minnið um abba og ommu. Mary Í dag fyllir Tummas Lervig í Klaksvík 50 ár. Tummas varð føddur í Leirvík, men flutti sum smádrongur til Skála at búgva. Foreldrini vóru Elinborg og Johan Ler­vig. Pápin varð smiðju­ meistari á Skála Skipa­ smiðju, og tað var orsøkin til, at tey fluttu til Skála at búgva miðskeiðis í 60’unum. Mamman fór fyri nøkrum árum síðani. Tummas gekk í barnaskúla á Skála og tók realprógv í skúlanum á Strondum. Eftir lokna skúlatíð fór hann í smiðjulæru á Skála Skipasmiðju, og eftir tað flutti hann til Havnar at ganga á maskinskúla. Tumm­as tók prógv sum maskin­meistari á Føroya Maskinskúla, og hann fekk sjóvinnubræv sum skips­ maskinstjóri. Eftir summarferiuna í 1981 fór Tummas at sigla sum maskinmaður. Hann sigldi í meira enn eitt ár sum triði meistari hjá Torm. Frá 1983 til 1985 arbeiddi hann sum 1. meistari hjá Strandfaraskipum Land­ sins, og hann sigldi við fleiri av strandfaraskipunum hesa tíðina. Frá 1985 til 1988 sigldi hann hjá grønlendska reiðarínum Kajaq Trawl. Í oktober mánaði og eitt gott ár fram var Tummas í landi, og tá starvaðist hann hjá Rógv á Skarðhamri. Í november mánaði í 1989 fór hann í starv sum maskinstjóri hjá Royal Green­land, og har hevur Tummas starvast síðani. Hann hevur siglt við fleiri skipum hjá Royal Green­ land, og nú er hann umborð á nýggja trolaranum Nataar­ naq. Tummas er eisini nevndarlimur í innahýsis fak­felagnum hjá Royal Green­land. Tummas hevur ikki bara verið virkin á sjónum. Tá ið hann hevur verið heima, hevur hann av og á verið vikarur í fólkaskúlanum, og hann situr eisini í onkrum nevndum. Tummas er í kirkjuráðnum í Klaksvík, og hann er eisini nevndarlimur í Sambýlinum á Heygnum. Tummas giftist í 1979 til Klaksvíkar, og hann hevur síðani búð í Klaksvík. Hann og konan Turið eiga trý børn. Jóhan (26), Tórður (21) og Hjørdis (17). Tummas er sera áhugaður í ítrótti, og hann fylgir væl við í fótbólti og hondbólti. Hann er ofta at síggja kring vøllin ella í høllini í Klaksvík, tá ið hann er heima, men hann hevur ein part av hjartanum liggjandi eftir í fótbóltinum á Skála og hondbóltinum á Strondum. Nú sonurin Tórður hevur spælt fótbólt í ÍF seinasta árið, hevur hann eisini fylgt við fótbóltinum í Fuglafirði. Tummas hevur verið upp­stillaður fyri Javnaðar­ flokkin fleiri ferðir, og áhug­in fyri politikki er stórur. Hann var í nøkur ár for­maður í Norðoya Javn­ aðarfelag. Tummasi dámar væl at stákast rundan um húsini, tá ið hann er heima, og nú er heldur hann eisini Kelduhúsini í Hattavík við líka. Hesi hús keyptu hann og konan um ársskiftið. Tummas er burturstaddur á føðingardegnum. Minningarorð um abba og ommu Poul Andreas og Margrethu Hansen ★ 18. januar 1916, ✞ 10. august 2006 ★ 13. juli 1922, ✞ 16. januar 1988 Tummas Lervig 50 ár Framsýning um Ruth Smith 19. januar til 9. apríl 2007 verður Listasavnið í Gundadali karmur um framsýning við verkum eftir Ruth Smith, sála (1913- 58). FRAMSÝNING Á framsýningini er ætl­ anin at vísa fram olju­máln­ ingar, vatnlitsmyndir og tekningar. Í sambandi við framsýningina verður bók útgivin um listakvinnuna og hennara listarliga virksemi. Listasavnið vil við hes­ um eisini nýta høvi til at skráseta allar hennara myndir á øðrum hondum, tí sambært viðtøkum Listasavnsins er eitt av endamálunum at útvega eitt yvirlit yvir føroysk listaverk á øðrum hond­ um. Listasavnið heitir tí á øll privat fólk og allar stovnar um at boða Listasavninum frá listaverkum eftir Ruth Smith, sum tey eiga ella vita um. Skrásettar myndir verða møguliga nýttar til omanfyri nevndu framsýning og bóka­útgávu. Útfyllingarskjal er at fáa í Listasavninum ella á heimasíðu Lista­ savnsins www.art. fo. Skjal­ið kann síðan send­ast til mortan@ art.fo. Møguleiki er eisini at seta tykkum í sam­­band við okkum á telefon­­nummar 31 35 79 gerandis­dagar millum 10:00 og 16:00 um hetta átak, sigur Lista­savn Føroya í tíðinda­skrivi.