Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 10. oktober 2006 13 Poula Olsen, fødd Guðjónsson, andaðist á Norðoya Røktarheimi fríggjakvøldið, 85 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni mikudagin kl. 13. Jarmund Jespersen, ættaður av Tvøroyri, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Lágargarði leygardagin 7. ok­tob­ er, 83 ára gamal. Bønar­hald verður á Lágar­garði í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verð­ur úr Havnar Kirkju mikudagin kl. 13. Tey, ið ynskja at minn­ast Jar­mund, kunna lata eina gávu til Lágargarð. Konto í peningastovnunum. Kistan við Mariu Hen­riettu Bech fer úr kapellinum á Suður­ oyarsjúkrahúsi inn í Salem, týsdagin kl. 18. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Miu, kunnu lata Salem eina peningagávu; konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Føroyamálsdeildin hevur í 2006 útskrivað 11. cand. phil prógv. Tey 11 eru: Sjúrður Gullbein, Óli Jákup Niclasen, Aref T. Olsen, Eyðbjørg Fossa­dal, Árna Højgaard, Kristina Atnadóttir, Hanna Simonsen, Marjun Arge Simonsen, Pauli Guðjonsson, Hanna P. Vang og Marna K. Jacobsen. - Marjun Arge Simonsen, Pauli Guðjonsson, Hanna P. Vang og Marna K. Jacobsen vanta á myndini. Bergfinnur er føddur við Gjógv tann 11. oktobur 1946. Foreldrini vóru Jaco­ bina og Sivert Joensen. Sivert var gjáarmaður með­ an Jacobina var ættað av Húsum á Kalsoynni. Jacobina andaðist á bar­ silssong við Bergfinni, sum var fimta barn hjúnanna. Hini børnini vóru Mona Jensen sála, sum búleikaðist í Havn. Jógvan Nónsgjógv, sum býr við Gjógv. Mari­ anna Sigurðardóttir sum búleikast í Íslandi og Bjarni Joensen í Esbjerg. Bergfinnur var verandi saman við pápanum og systkj­unum við Gjógv, til hann sum tvey ára gamal fór til Porkeris, til pápabeiggjan Hendrik og konu hansara Sunnuva Maria, at verða. Bergfinnur vaks har upp saman við børnum teirra Ása sum býr í Danmark og Arni Weihe Joensen sáli, sum var løgreglumaður og búleikaðist á Glyvrum. Bergfinnur kom at ganga 7 ár í skúla hjá Danbjørg í Porkeri. 14 ára gamal fór hann til skips við slupp­ini Suður­land. Eitt stutt tíðar­ skeið var hann við Porken­ ingi, áðrenn hann sum 18 ára gamal fór í smiðjulæru hjá Palla Mortensen og syni. Hetta var eitt tíðarskeið, hvar úr var at gera við at leggja sentralhitaskipan í nýggj, so væl sum gomul hús, og kom Bergfinnur tá runt í øllum landinum sum rørleggjari. Bergfinnur sigldi í 70ti árunum við trolara m. a. við Skálaberg og Sjúrðaberg. Bergfinnur giftist 7. apríl 1973 við Eyðbjørg Sam­uelsen, dóttir Astrid og Alfred Samuelsen Tvør­ oyri. Tey eiga børnini Sjúrður føddur 1974, Henrik føddur 1978 og Maibritt fødd í 1981. Eitt abbabarn er síð­ ani komið. Í 1981 flutti familian úr Porkeri til Søldarfjarðar. Bergfinnur arbeiddi við havnagerð og koyrdi last­ bil. Árini 1986 til 1990 var Bergfinnur plágaður av svárari sjúku, sum gjørdi at arbeiðsføri var tikið frá honum, og hann gjørdist óvirkin í fleiri ár. Eftir áhaldandi stríð og við sjálsamari viljastyrki kom Bergfinnur aftur á arbeiðs­ marknaðin, har hann treivst betur enn tað at vera full­ tíðar fyritíðarpensionistur. Frá 1997 til 2004 koyrdi hann buss hjá Bygdaleiðum. Í løtuni starvast Bergfinnur í Timburhandlinum í Runa­ vík. Bergfinnur er fryntligur maður og ógvuliga fittur í hondunum. Bergfinnur hevur síðani hann kom til Søldarfjarðar verið virkin í Bønhúsinum Betel, hvar hann m. a. er deknur. Føðingardagurin verður hildin í Sjókafeðini í Runa­ vík leygarkvøldið 17. ok­tobur, frá kl.19.00. Hjartaliga tillukku við degnum Bergfinnur, og má Guðs signing fylgja tykkum í komandi tíðum. S. Bergfinnur Joensen Søldarfjørður 60 ár Ellivu cand. philar av Føroyamálsdeildini Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá maður og pápi okkara Kristoffur Jensen andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og peningagávu til Føroya Felag Móti Krabbameini. Og takk til tykkum, sum fylgdu. Vegna tey avvarðandi Karin, Tróndur og Birita 80 ára føðingardagur Tórsdagin 12. oktobur fyllir Absalon Jacobsen í Vági 80 ár. Føðingardagin er hann staddur í Tórshavn. Tey, sum ynskja at heilsa uppá Absalon eru vælkomin í J. H. Schrøtersgøtu 9 frá kl. 17.00. 85 ára føðingardagur Mikudagin 11. oktobur fyllir Malfryd Andreasen, Oyndarfjørður, 85 ár. Dagurin verður ikki hildin. Dagurin í morgin 11. oktober. Nikatius. Grikki, sum í 2. øld boðaði evangeliið í Suðurfraklandi og stovnaði kirkjulið og saman við øðrum og bygdi kirkjur m.a. í Lyon. Hann og ein av monnum hansara, Probus, sum eisini hevur staðið í álmanakkanum, vóru tiknir av døgum av uppøstum heidningum. Nólsoyar Páll varð doyptur hendan dagin í 1766.