Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 195 - 10. oktober 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Panama-veitin breiðkast Tann 22. oktober skulu fólk í Panama taka støðu til eitt uppskot um at breiðka Panama-veitina, sum bindur Kyrrahavið og Atlantshavið saman. Ein meiningakanning vísir, at stórur meiriluti er fyri uppskotinum. Í kanningini siga 72 prosent av teimum spurdu, at tað er rætt at breiðka veitina. Í einari kanning herfyri søgdu 77 prosent tað sama. Panama-veitin er ov smøl til tey stóru farmaskipini, sum nú sigla á heimshøvunum, og tí hava myndugleikarnir gjørt av at breiðka veitina. Harafturat er tað ein trupulleiki, at skip ofta noyðast at bíða leingi eftir at sleppa ígjøgnum veitina. Men fyrst skal fólkið siga sína hugsan. Tey, sum eru ímóti, bera ótta fyri, at breiðkingin fer at kosta ov nógv, og at hon fer at skaða umhvørvið. Samráðast ikki við ETA Heilagt kríggj í Afrika Tann víðgongda islamska rørslan í Somalia kunn­ gjørdi í gjár, at hon er farin í heilagt kríggj við grannalandið Etiopia. Orsøkin er, at etiopiskir hermenn hava hjálpt somaliska stjórnarherinum at reka hermenninar hjá islamsku rørsluni úr einum bði, sum rørslan tók herfyri. – Vit senda hervið Etiopia avbjóðing um heilagt kríggj, sigur Sharif Ahmed, sum er ein av leiðarunum hjá islamistunum. Tann islamistiska rørslan hevur tikið stórar partar av Somalia teir seinastu mánaðarnar og hevur millum annað ræðið í høvuðsstaðnum Mogadishu. Somaliska stjórnin flðddi undan bardøgunum og heldur nú til í bðnum Baidoa, sum er 250 kilometrar í útnyrðing úr høvuðsstaðnum. Etiopia sendi herfyri hermenn inn um somaliska markið at hjálpa stjórnarherinum ímóti teimum víðgongdu islamistunum. Seinasta leygardag skrivaði eitt spanskt blað, at umboð fyri sponsku stjórnina og baskiska loysingarfelagsskapin ETA høvdu havt loyniligar samráðingar í Oslo, men nú avsannar spanska stjórnin tíðindini hjá blaðnum. Alfredo Péres Rubal­ caba, innan­ríkisráðharri, segði í gjár, at einki hald er í tíðindunum. Hann legði afturat, at spanska stjórnin hevur ikki ting­ ast við ETA og hevur heldur ongar ætlanir um tað. Innanríkisráðharrin segði seg vænta, at norska uttanríkisráðið fer eisini at avsanna tíðindini. Í norska uttan­ríkis­ ráðnum vilja tey hvørki vátta ella avsanna tíðindini hjá spanska blaðnum, skrivar Aftenposten. – Kanska var tað als ikki ein kjarnorkubumba, sum brast í Norðurkorea (svenskur kjarnorkuserfrøðingur). Kjarnorkuserfrøðingar ivast í, at Norðurkorea veruliga hevur sprongt eina kjarnorkubumbu. Var spreingingin gjára­ náttina bara ein roynd hjá Norðurkorea at lumpa altjóða samfelagið til at halda, at landið hevur kjarnorkuvápn? Svenskir kjarnorku­ser­ frøðingar eru í hvussu er als ikki sannførdir um, at tað veruliga var ein kjarn­ orkubumba, sum brast í Norðurkorea gjáranáttina. – Var hatta ein kjarn­ orkubumba, var hon sera veik. Ein møguleiki er, at spreingingin miseydnaðist, og ein annar møguleiki er, at hetta var ein roynd at lumpa altjóða samfelagið. Tí var tað kanska als ikki ein kjarnorkuløðing, men ein stór trotylbumba, sum bleiv sprongd, sigur Jan Prawitz, sum arbeiddi við svensku kjarnorkuverkætlanini frá 1956 til 1970. Hann og aðrir serfrøðingar vísa á, at tá lond gera sínar fyrstu royndir við kjarn­ orkubumbum, er tann fyrsta spreingingin vanliga sterk og einar tíggju ferðir sterkari enn tann í Norðurkorea. Fyri at gera smærri bumbur mugu londini hava betri tøkni, og serfrøðingar eru á einum máli um, at Norðurkorea hevur ikki ta tøknina. Teir svensku kjarn­orku­ serfrøðingarnir siga, at tað er ikki óhugsandi, at tað var ein kjarnorkuløðing, sum brast í Norðurkorea mána­ náttina, men teir leggja afturat, at tað merkir ikki, at landið er ført fyri at gera kjarnorkubumbur. Vladimir Putin, forseti, lovar at finna teir, sum myrdu tíðindakvinnuna Onnu Politkovskaja – Vit fara at seta øll neyðug tiltøk í verk fyri at fáa eina óhefta kanning av hesum syndarliga tilburðinum, segði Vladimir Putin, tá hann í gjár tosaði í telefon við amerikanska forsetan, George W. Bush. Hetta er tað fyrsta, sum Putin hevur sagt um tilburðin, tá tíðindakvinnan Anna Politkovskaja bleiv myrd í Moskva leygardagin. Bæði russar og fólk uttan fyri Russland halda, at myndugleikarnir vóru uppi í morðinum, tí Anna Politkovskaja var sera atfinningarsom mótvegis myndugleikunum. Eitt nú gjørdi fanst hon hvassliga at russiska politikkinum í Kekenia, og hon var júst í ferð við at skriva eina grein um píning í Kekenia, nú hon bleiv myrd. Ivi um norðurkoreanska spreinging Drápsmenninir skulu finnast Anna Politskovskaja var funnin myrd leygardagin