týsdagur 10. oktober 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 195 - 10. oktober 2006
lýsingar
Námsfrøðingur til
Dagstovnin á Flatinum
Vit søkja eftir 1 námsfrøðingi til
barnagarðsstovuna á Túvu 30 t um
vikuna, at byrja 1 november ella eftir
nærri avtalu. Á Túvu ganga 17 børn í
aldrinum 3-5 ár
Vit ynskja
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum,
• at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi
við starvsfelagaðar og foreldur
• at tær dámar væl at verða úti og sært møguleikar
og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum.
• at tú verður við til at mynda og menna okkara
pedagogiska umhvørvið
Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert starv, har tú saman við góðum
starvsfelagum, fært møguleika at byggja upp
eitt spennandi pedagogiskt umhvørvi á einum
nýggjum stovni.
Um stovnin:
Vit eru 85 børn í aldrinum 0 – 10 ár og 23 starvs
fólk. Stovnurin er skipaðar í 2 vøggustovur, 2
barnagarðsstovur og 1 frítíðarstova .
Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar bæði
innan og uttandura, hvør barnastova er ein sjálvs
tøðug vælútgjørd eind, umframt eitt stórt felags
rúm, viðtaluhølið, serstova og ymisk verkstøð. Økið
uttanfyri er stórt við nógvum møguleikum, og
stovnurin liggur sera væl fyri t.d. beint við haga og
fjøru, við skúla, fimleikarahøll, svimjihøll og góðum
busssambandi
Setanarviðurskifti: Lønin er sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita: um størvini við at tosa við Rosu
Prestá leiðara á tlf 471030/771030 ella Sólrún Dam
varaleiðara á tlf 471034.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæl
um, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggja
dagin 20 oktober og sendast til:
Dagsstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 4
400 Oyrarbakka
Sunda Kommunu
Stongt
Sjúkrakassin er stongdur vegna feriu frá 25. oktober
til 2. desember 2006, báðir dagar íroknaðir.
Í hesum tíðarskeiði verður eingin útgjalding. Tey,
ið hava rokningar til endurrindan, verða biðin um
at lata tær inn í seinasta lagi 19. oktober 2006.
Um neyðugt er at fáa samband við sjúkrakassan í
feriuni, er formaðurin at hitta á tlf. 424211.
Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis
Ortopædkirurgiskur
skómakari
& bandagistur frá
SAHVA
verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 7. og 8. nov. 2006
og á Landssjúkrahúsinum 9. nov. 2006.
Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45, mánadag
og týsdag kl. 10-12, í seinasta lagi týsdagin
31. oktober 2006.
Teknmálstulkur
Søkt verður eftir útbúnum teknmálstulki at byrja
skjótast gjørligt.
Starvið er 1/2 tíð og er dag-, kvøld- og vikuskiftis-
arbeiði. Løn sambært Starvsmannafelagssáttmál-
anum.
Umsóknarfreistin er 1. november 2006.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum skulu
sendast til:
Teknmálstulkatænastan
Íslandsvegur 10C
100 Tórshavn
Til sølu
Tvey hús á Tvøroyri til sølu.
Tlf. 0045 31257797
Frá Sunda kommunu
Leiðari
til teknisku deildina hjá
Sunda kommunu
Søkt verður eftir leiðara til teknisku deildina hjá
Sunda kommunu.
Starvið
Tú kemur sum leiðari av teknisku deild at taka tær
av leiðsluni av allari fyrisiting av deildini, herundir
eftirlit og projektering av nýgerð og viðlíkahaldi av
ognunum hjá kommununi. Sum leiðari verður tú
eisini ráðgevi, málsviðgerði og skrivari hjá teknisku
nevndini og brunanevndini. Leiðarin kemur eisini
at ráðgeva øðrum nenvdum í kommununi.
Førleikakrøv
Vit leita eftir persóni, ið er útbúgvin sum
verkfrøðingur/byggiverkfrøðingur,
ella
hevur
aðra viðkomandi tekniska útbúgving og góðan
teldukunnleika. Royndir innan almenna umsiting
er ein fyrimunur.
Vit bjoða tær
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum
leiðari fær møguleika at menna teknisku deildina.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 1. januar 2007, ella eftir nærri
avtalu. Starvið verður lønt sambært galdandi
sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Hava tygum áhuga, so eru tygum vælkomin at
senda skrivliga umsókn saman við prógvum og
møguligum CV og viðmælum til Sunda kommunu,
Oyrarbakkavegur 3, Postboks 10, 400 Oyrarbakki,
og skal henda vera kommununi í hendi í seinasta
lagi 31. oktober 2006 kl. 16.00.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
kommunuskrivstovuna tlf. 471020 ella Heðin
Zachariasen, borgarstjóra tlf. 771020.
Oyrarbakki, tann 9. oktober 2006
Sunda kommuna
Reingerð
Starv sum reingerðarfólk hjá politinum í Havn er
leyst at seta 1. november 2006.
Arbeiðstíðin er 15 tímar um vikuna. Tríggjar tímar
hvønn dag, frá mánadegi til og við fríggjadegi.
Løn verður veitt eftir galdandi sáttmála við
fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast á politistøðini við
at venda sær til Halldis Poulsen, skrivstovuleiðara á
telefon nr. 35 14 48, lokal 2100.
Umsóknir um starvið skulu latast inn áðrenn 25.
oktober 2006.
Føroya Landfúti, tann 6. oktober 2007
Karen Marie Olesen