týsdagur 10. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 10. oktober 2006
17
vinnusíðurnar
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Føroyska líkasælan,
ella ópræsisheitin,
sæst aftur í gjalds
mynstrinum, heldur
stjórin í fyrstu
inkasso fyritøkuni í
Føroyum. Vantandi
virðingin fyri faktur
um ger, at vit ikki
yvirhalda gjaldstíðir,
og sambært Jákup
Bech Jensen, so er
hetta fyribrigdi meiri
útbreitt í Føroyum
enn aðrastaðni.
Men tað fer hansara
fyritøka nú at broyta
INKASSO
Orð & myndir:
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Størsta inkasso fyritøkan
í øllum Evropa hevur nú
fingið sítt sæti í Føroy
um. Jákup Bech Jensen
eitur stjórin, og hann hev
ur fýra fólk aftrat sær í
gomlu hølunum hjá Kunn
ingarstovuni í gongugøtuni
í Havn.
Intrum Føroyar er fyrsta
inkasso fyritøkan í Før
oyum, men sambært stjóran
um er tað neyðugt við eini
slíkari.
– Føroyska líkasælan,
ella ópræsisheitin, sæst aft
ur í gjaldsmynstrinum. Í
Føroyum eru vit von við
altíð at møta eitt korter
ov seint , og hetta er fyri
so vítt eisini galdandi í
gjaldsmynstrinum. Vant
andi virðingin fyri fakturum
ger, at vit ikki yvirhalda
gjaldstíðir, sigur Jákup
Bech Jensen.
– Í Spania siga tey ofta
“í morgin”, men eru upp
aftur verri og siga “kanska
í morgin”, og tað sigur ikki
lítið um hugburðin, heldur
Intrum stjórin.
Hjálpa fyritøkum
at fáa pengar inn
Høvuðsvirksemið
hjá
Intrum verður at hjálpa fyri
tøkum at fáa pengar inn.
– Tað eru fleiri fyritøkur,
ið hava trupult við at fáa
pengar inn. Tak til dømis
timburmannin,
sum
er
øgiliga dugnaligur til sítt
handverk, men ikki dugir
so væl at skriva rokningar
og krevja pening inn fyri
sínar uppgávur. Er hesin
timburmaðurin kundi hjá
okkum, so hjálpa vit honum
við at fáa pengarnar inn, og
hann fær nýtt meiri tíð til
tað, hann dugir so væl.
– Tað eru eisini tey, sum
ikki hava trupulleikar við at
fáa pengar inn, men heldur
stríðast við at fáa pengarnar
inn til tíðina. Hesum fáa vit
eisini hjálpt, soleiðis at tey
fáa pengarnar inn til tíðina,
sigur Jákup Bech Jensen.
Við øðrum orðum er tað
fyrst og fremst inkasso-
virksemi, sum Intrum Før
oyar fer at taka sær av.
Harnæst eisini kemur fyri
tøkan at veita aðrar tæn
astur sum skuldareftirlit,
millumlandainnheinting og
endurrindan av mvg.
Ikki gera ikki nakað
Jákup Bech Jensen leggur
tó eina við, at øll kunnu
koma í skuld.
– Tað er onki ónatúrligt
í tí, men tá er tað øgiliga
umráðandi, at fólk ikki gera
ikki nakað, smílist hann tá
hann trívur í slagorðið hjá
fyritøkuni.
Slagorðið hava tey hoyrt
nógv fyri. Ikki gera ikki
nakað! Øll hava eina mein
ing um tað, men eitt er so
sikkurt og vist, og tað er
at tað hevur fangað. Øll
kenna lítla gula bilin við
slagorðinum á, og nú eru
vindeyguni í hølunum har
kunningarstovan fyrr helt
til, prýdd við hesum sama
gula liti og eyðkenda slag
orði.
Inni í hølunum starvast
í dag fimm fólk, men í
næstum fer Intrum Føroyar
at víðka um virksemi sítt,
soleiðis at tvey fólk koma
aftrat fyritøkuni. Hetta
tí, at Intrum Føroyar er í
støðugum vøkstri og hevur
fyritøkan í dag omanfyri
hundrað kundar, og tað eru
alt frá bóndum, bakara, bila
sølu, møblahandlum, hotel,
og hondverkarum.
Føroyska líkasælan sæst
aftur í gjaldsmynstrinum
• Intrum Justitia-samtakið varð stovnað í 1923 í Svøríki
• Er í sag størsta innheintingarfyritøkan í Evropa
• Er í millum størsta innheintingarfyritøkur í heiminum
• Umleið 3000 fólk starvast hjá Intrum-samtakinum
• Intrum Føroyar varð stovnað í 2006 og har starvast í dag
fimm fólk
FAKTA