Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 195 - 10. oktober 2006 Missa næstan eina milliard Minni makrelkvotur og lágur prísur á makreli og sild gera, at tey norsku uppisjóvarskipini rokna við at fáa millum 800 og 900 milliónir krónur í minni søluvirði seinna hálvár í ár samanborið við seinna hálvár í fjør. Sildaprísurin er umleið eina krónu lægri nú enn í fjør. Norsku skipini hava umleið 350.000 tons eftir av kvotuni, og tað ger, at søluvirðið hjá skipunum verður umleið 350 milliónir krónur minni í ár enn seinasta heyst. Við makrelinum er uppaftur verri. Um hesa tíðina í fjør var prísurin uppi á 13 krónum fyri kilo, men nú liggur hann um átta krónur, og tá nøgdin er um 100.000 tons, merkir tað, at landingarvirðið verður umleið eina hálva milliard krónur minni enn í fjør, skrivar Fiskeribladet. Frægari útlit fyri framman hjá rækj Rækjuskipini hava í longri tíð verið í eini svárari kreppu. Lági rækjuprísurin og høgi oljuprísurin hava gjørt korini ring hjá rækjuskipunum, men nú tykjast frægari vónir fyri framman, siga skipararnir umborð á Arctic Viking. Teir fara her at greiða frá um gongdina hjá Arctic Viking, sum hevur heimstað í Kollafirði VINNA Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tað er sunnukvøld, og vit sita í stovuni hjá Bjarna Petersen í Kollafirði og fáa okkum ein kaffimunn. Prátið snýr seg mest um fiskiskap, serliga rækju­fiskiskap. Bjarni er skip­ari og partaeigari í rækju­ trolaranum Arctic Viking, sum hevur heimstað í Kolla­ firði. Í stovuni er eisini hin skiparin umborð á Arctic Viking, Niklái Petersen, ið eisini er partaeigari, og teir báðir skipararnir vilja fegnir siga okkum eitt sindur um gongdina hjá Arctic Viking og rækjuflotanum sum heild seinastu 20 árini. Í 1986 keypti P/f Líðin í Kollafirði trolaran, Arctic Viking, til rækjufiskiskap. Fyrstu árini vóru góð hjá nýggja trolaranum í vinnuni, og tað gekk ikki long tíð, til Arctic Viking hevði fingið avtalu í lag í Kanada um at fiska í kanadiskum sjógvi. Her vóru teir verandi til 1989, og hetta vóru góðar tíðir fyri føroyskar rækjutrolarar. Sjálvt um kanadisku økini ikki júst vóru kend fyri rækjur, so funnu føroysku rækju­ trolararnir nógvar góðar leiðir í kanadiskum sjógvi. Fingu knívin á barkan Í 1989 fingu føroysku rækju­trolararnir so knívin á barkan. Teir fingu at vita frá kanadiskum myndug­ leikum, at antin skuldu teir í kanadiska flotan ella skuldu teir úr økinum. Hetta vóru ring tiðindi fyri føroysku rækjutrolararnar. Tíðin í kanadiskum sjógvi hevði verið góð, men ongin teirra vildi flagga yvir til Kanada. So har var bara eitt at gera, og tað var at rýma úr økinum. Báðir skipararnir umborð á Arctic Viking, Niklái Petersen og Bjarni Petersen, halda, at hetta kanska var ein skeiv avgerð. - Tað gekk ótrúliga væl hjá okkum, tá vit vóru í kanadiskum øki, men tað var ikki lætt hjá okkum at skula fara úr føroyska flotanum. Vit valdu tí at fara úr økinum, men sæð í bakspeglinum var hetta kanska ein skeiv avgerð at taka. Eftir hetta hevur gingið ótrúliga væl hjá kanadisku trolarunum har á leiðini, og tí hevði kanska verið rættast at verið ver­ andi í Kanada. Kreppan Í hesum árunum kom krepp­ an eisini sníkjandi inn yvir Føroyar og føroyingar, men hetta merkti manningin á Arctic Viking og P/f Líðin lítið til. - Vit fiskaðu á fjarleið­ um, og tí merktu vit mill­um lítið og einki til krepp­una. Meðan illa gekk í heima­ sjógvi, so ávirkaði kreppan næstan ikki rækjuveiðuna Vit hildu á fram við at fiska á fjar­leiðum, og gongdin hesi árini var hampulig, siga teir báðir skipararnir. Í 1993 kemur so fyrsti veruligi niðurtúrur í rækju­ vinnuni. Prísurin fellur mun­andi, og tíðirnar vera verri fyri føroysku rækju­ trolararnar. Ilt er at siga, akkurát hvør orsøkin var, men ein av grundunum var økta útboðið av rækjum á heimsmarknaðinum, siga Niklái og Bjarni. - Rækjukvoturnar øktust nógv í bæði Grønlandi og Kanada, samstundis sum Flemmish Cap gjørdist part­ ur av rækjuvinnuni. Veiðan á Flemmish Cap var 40.000 – 50.000 tons, og saman við øktu kvotunum í bæði Grønlandi og Kanada, gjørdist útboðið á heimsmarknaðinum nógv størri enn áður. Hetta lækkaði prísin munandi, og tí gjørdist truplari hjá rækju­ vinnuni at fáa alt at ganga upp. Tað hjálpti tó upp á gongdina, at Arctic Viking legði um til tvítroling á heysti 1994. Hetta gjørdi, at teir fingu meir inn hvørja ferð, og tí gjørdust túrarnir nakað styttri, samstundis sum teir gjørdust fleiri í tali árliga. Í 1996 gjørdist prísurin aftur betri á rækjum. Hann var ikki líka góður, sum seinast í 80’unum og fyrst í 90’unum, men hann vaks munandi í mun til príslækkingina í 1993. Henda gongdin helt sær í nøkur ár. Undir annað flagg Gongdin hjá Arctic Viking árini 1999 - 2001 var hampu­lig. Men so kom 2002 við buldur og brak. Rækju­prís­ urin fall við miklari ferð, og rækjutrolararnir fingu trupult at klára seg. Árið var buldrasligt við sera lágum prísi. Um nakar hevði vónir um, at 2003 skuldi gerast eitt betri ár, so fóru tey skeiv. Skilið var tað sama. Prísurin helt á fram við at fella, og hetta var skilið nøkur ár fram. Í 2003 fóru partaeigararnir í P/f Líðini at hugsa um, um tað ikki mundi vera ein møguleiki at flagga yvir til annað land. Hetta orðaskiftið bleiv havt á munni í eina tíð, og endin var, at Arctic Viking valdi at fara undir litaviskt flagg. Hetta var eitt mál, sum fekk mikla umrøðu í miðl­ un­um. Illa bleiv dámt í Føroyum, at Arctic Viking valdi at flagga yvir til Litava, og onkur hevði á munni, at tað kundi ikki vera rætt, at eitt føroyskt fiskiskip kundi nýta bíliga arbeiðsmegi fyri at yvirliva. Her hava Bjarni og Niklái eian greiða meining. - Tað er eingin loyna, at hetta bleiv gjørt, fyri at trolarin skuldi verða bíligari í drift. Um vit framhaldandi vildu varðveita trolaran, so máttu vit undir annað flagg. Prísurin var so vánaligur, at hetta var eitt neyðugt stig. Í samfull tvey ár var Arc­ tic Viking undir litaviskum flaggi, og í november mán­ að í 2005 flaggaði hann yvir aftur til Føroyar. Tíðin undir litaviskum flaggi hevði ikki verið nøkur serlig. Prísurin bleiv við at fella, og samstundis sum prísurin á rækjum fall støðugt, so hækkaði oljuprísurin støð­ ugt. Hetta gjørdi, at skipið ikki meir enn bar seg undir litaviskum flaggi, so fólk Arctic Viking er einasti føroyski rækjutrolari, sum hevur verið undir sama felag øll árini. Tíðirnar hjá rækjuvinnuni hava verið ringar seinastu árini, men nú tykist prísurin vaksa eitt lítið vet, so eigararnir á Arctic Viking hava betri vónir um framtíðina. viðmerkingar