týsdagur 10. oktober 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 195 - 10. oktober 2006
19
juskipunum
kunnu bara hugsa sær,
hvussu tað hevði verið, um
vit valdu at halda fram í
føroyska flotanum, siga teir
báðir.
- Um vit høvdu hildið
fram í føroyska flotanum,
so høvdu vit uttan iva mist
Arctic Viking, og tað vildu
vit ikki. Tí kunnu vit siga,
at vit tóku einastu røttu
avgerðina, tá vit valdu at
flagga yvir til Litava.
Frægari útlit fyri
framtíðina
Nú hevur rækjufiskiskapur
verið í einum aldudali í
fleiri ár. Prísurin á rækjum
hevur verið sera lágur, og
prísurin á oljuni sera høgur.
Hóast tað valdu eigararnir
í Arctic Viking at koma
aftur undir føroyskt flagg,
tá avtalan hjá teimum við
litavisku mynduleikarnar
gekk út í november 2005.
- Vit sóu betri møguleikar
við at koma aftur undir
føroyskt flagg. Nú eru
vóru færri rækjutrolarar í
føroyska flotanum, og tí
kvotan hjá hvørjum einstøk
um trolara størri. Í hesum
sambandi hildu vit tað vera
rætt at venda nøsini heim
aftur.
Nú er Arctic Viking so
komin heim aftur, og teir
hava sum heild betri vónir
um framtíðina. Sjálvt um
teir hava havt mótgongd við
bæði svingandi rækjuprísi,
hækkandi
oljuprísi
og
øðrum, so eru teir einasti
føroyski rækjutrolari, sum
hevur verið undir sama
felag øll árini.
Hetta má metast sum eitt
bragd, og tað vísir eisini,
at fólkið aftanfyri Arctic
Viking hevur tikið rættar
avgerðir í røttu løtunum.
Eftir keðiligu árini frá
2002 - 2006, so tykist tað,
sum um prísurin á rækjun
um aftur kvinkar rætta
vegin. Harafturat lækkar
oljuprísurin, so eigararnir
á Arctic Viking hava betri
vónir um framtiðina.
- Nú sær frægari út hjá
rækjuflotanum. Prísurin á
rækjum er hækkandi, og
oljuprísurin
lækkandi.
Vónandi er hetta eitt tekin
um, at gongdin hjá rækju
trolarunum fer at venda nú,
siga báðir skipararnir.
Arctic Viking hevur nú
havt heimstað í Kollafirði
í meir enn 20 ár. Sama
felag stendur enn aftan fyri
rækjutrolaran, og framtíðin
sær ljósari út. Nú er bert
eftir at vóna, at rækjuprís
urin heldur fram at hækka,
soleiðis at rækjuskipum aft
ur verður lív lagað í Før
oyum.
Olja og sigling geva avlop
Tað kom óvart á teir flestu donsku búskaparfrøðingarnar, tá tann seinasta uppgerðin hjá
hagstovuni í Keypmannahavn vísti, at Danmark hevði 8,8 milliardir krónur í avlopi á
gjaldsjavanum í august mánað. Búskaparfrøðingar høvdu væntað avlop, men ikki so stórt,
skrivar Ritzau.
Hagtølini vísa, at tað eru serliga oljan og farmasiglingin, sum geva tað stóra avlopið. Avlopið
í farmavinnuni var 38 milliardir krónur, og oljan togar 28 milliardir krónur tann rætta vegin.
- Høg farmagjøld og góður oljuprísur gera sítt, sigur búskaparfrøðingurin Anders Matzen við
Ritzau. Hann ávarar samstundis danir ímóti at taka tað stóra avlopið á gjaldsjavnanum sum eitt
tekin um, at alr er ein dansur á rósum.
-Avlopið ger virðið á krónuni tryggari, men inntøkurnar frá farmasiglingini og oljuni í
Norðsjónum fjala samstundis, at tað er framvegis vandi fyri yvirhiting í búskapinum, sigur
Anders Matzen, sum dagliga starvast sum ráðgevi í Nordea-bankanum.
Roknskapurin hjá
P/F Líðin hevur
verið dapur lesnaður
seinnu árini. Men
útlit fyri hækkandi
rækjuprísum gera
tó, at reiðaríðið enn
hevur ein vón um
betri framtíð
Roknskapur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Røkjuvinnan hevur havt
tað alt annað enn gott nú í
fleiri ár. Eitt fyri og annað
eftir eru skipini farin av
landinum. Tað hendi sum
so eisini fyri Arctic Viking,
men hetta var tí skipið
flaggaði út í eini roynd at
bøta um raksturin.
Hall hevur tó framvegis
verið, og tað er ein gongd,
sum illa fær hildið fram.
Ikki minst tá hugsað verður
um, at eginpeningurin væl
og virðiliga er negativur við
árslok 2005. Eitt hampuligt
gjaldføri hevði fram til og
við 2004 við sær, at skuldin
til ognarar ikki gjørdist ov
stór, men tað er sjónligt, at
felagið hevur havt tað hart
síðani.
Í ársfrágreiðingini stað
festir leiðslan eisini, at
framhaldandi rakstur er
treytaður av, at sølan nú fer
at vignast betri. Sagt verður,
at felagið í ár hevur betri og
størri veiðirættindi, enn tað
áður hevur havt, og saman
við hækkandi rækjuprísum
ger hetta, at roknað verður
við einum positivum úrsliti
í 2006.
Royna at halda vónini
Fyrr í ár var Arctic Viking á fyrsta sinni inni í
Angmassalik í Eysturgrønlandi. Angmassalik
er dekkað av ísi stóran part av árinum, og
tí hendir tað ikki ofta, at skip fara inn til
Angmassalik. Her er mynd av Arctic Viking
inni í Angmassalik.
- Um vit høvdu
hildið fram í
føroyska flotanum,
so høvdu vit uttan
iva mist Arctic
Viking, og tað
vildu vit ikki, siga
skipararnir umborð.
Her síggja vit
mynd av tveimum
av manningini
við Arctic Viking í
bakgrundini.
viðmerkingar