týsdagur 10. oktober 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 195 - 10. oktober 2006
Stjørnu-skrúvan í søguna
Um eini tvey ár ber ikki longur til at keypa skrúvur við
sonevndu stjørnu-kervi. Tað staðfestir Jan Laxholm, sum er
stjóri fyri samtakið, de Aktive Isenkræmmere, fyri danska
blaðnum, politikken.
- Stjørnu-skrúvan er nakað betri, enn vanliga skruvan við
einum flatum kervi, men framvegis er tað ov lætt at oyðileggja
sjálvt kervið. Í dag brúka at kalla allari handverkarar torx-
skrúvur. Tær hava seks fix-punkt, og tí er haldið í hesum
munandi betri, eins og tað nærum er ógjørligt at oyðileggja
kervið. Tað ger eisini, at handverkarar kunnu arbeiða skjótari
og effektivari, og júst hetta er lyklaorðið innan mest sum allar
vinnur, sigur Jan Laxholm.
Fiski
vinnan
fær 90%
av fokus
Sigmundur Isfeldt
heldur føroysku
ráðstevnuna í
London vera eitt
týdningarmikið stig,
tí tað setur fokus á
eina vinnu, ið fokus
ikki er á í Føroyum
Funky Faroe
Islands
Orð & Myndir:
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Føroyski umboðsmað
urin í London Sigmundur
Isfeldt gleddist um, at
Menningarstovan hevur
tikið stig at skipað
fyri eini ráðstevnu, ið
setti fokus á føroyska
mentan.
- Hetta er eitt týdn
ingarmikið stig, at fokus
verður setta á hesa vinnu.
Hetta slagið av vinnu er
fokus ikki á í Føroyum.
Fiskivinnan breyðføðir
okkum og fær av røttum
nógv fokus á seg eini
90% av fokus. Men
aðrar vinnur eru eisini,
kanska vinnur sum peika
meira út í framtíðina,
tónleik, design og lista
handverk. Fólk eru farin
at taka hetta í álvara,
og tað er gleðiligt at
Menningarstovan
við
hesum tiltakinum, vísir
at hon tekur mentan í
álvar, segði føroyski
umboðsmaðurin í Lond
on Sigmundur Isfeldt
m.a., tá hann tók í móti
føroysku gestunum í
Design Center Knights
bridge.
Hann vísti á, at tey
á umboðsstovuni vóru
til fyri at hjálpa før
oyskum virkjum og ein
staklingum, og tí vóru tey
eisini við í fyriskipanini
av hesum tiltakinum.
Men legði dent á, at Menn
ingarstovan hevði staðið
fyri størsta partinum av
tiltakinum.
33 føroyingar eru
í hesum døgum í
London í sambandi
við ráðstevnuna At
Fóta Sær í London
og tilhoyrandi PR
tiltak Funky Faroe
Islands, Sosialurin er
við og fer komandi
dagarnar at skriva frá
ráðstevnuni, ið setur
føroyska mentan til
sølu.
Funky Faroe
Islands
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Føroyska ferðalagið í sam
bandi við ráðstevnuna At
Fóta Sær í London, kom
til London í gjárkvøldið.
Her savnaðist ferðalagið
við hinum føroysku luttak
arunum, ið komu úr París,
London, Keypmannahavn
og Birmingham. Stórur
partur av teimum 33 før
oyingunum, ið luttaka á
ráðstevnuni hittust í høl
unum hjá Design Center
Knightsbridge. Ferðalagið
telur m.a umboð fyri Menn
ingarstovuna, Norðurlanda
húsið, Tutl, G!Festivalin,
umboðsfólk fyri føroyskar
tónleikabólkar, tónleikarar,
sniðgevar og føroyskir fjøl
miðlar.
Íslendska parið Magnus
og Dagmar, ið eigur og
rekur
Design
Center
Knightsbridge bjóðaði gest
unum vælkomnum, og
føroyski umboðsmaðurin í
London Sigmundur Isfeldt,
samskiparin Annleyg Lam
hauge av Menningarstovuni
og íslendska Anna Hildur
Hildibrandsdóttir, ið hevur
skipað fyri tónleikaliga part
inum av tiltakinum, søgdu
nøkur orð.
Tað er Menningarstovan,
sum saman við Norður
landahúsinum og Sendi
stovu Føroya í London skipa
fyri ráðstevnuni og PR-
tiltakinum, sum í Onglandi
verður marknaðarført undir
heitinum
Funky
Faroe
Islands.
Ráðstevnan er í Somer
set House í London og
vendir sær serliga til fólk,
sum starvast innan tón
leik, sniðgeving og lista
handverk.
Í morgun fór ráðstevnan
so veruliga í gongd. Í
Sommerset House í Lond
on hittust føroysku luttak
ararnir til framløgur og
pallborðsorðaskifti. Fyrra
partin var tað serliga snið
geving, ið tiltakið snúði seg
um. Millum annað greiddi
stjórin fyri Bretska Móta
Ráðið, Hilary Riva frá. Síðan
var pallborðsorðaskifti við
yvirskriftini Small Fish in
a Big Pond. Við pallborðið
sótu Susan Backhouse,
sniðgevi, ráðgevi, fyrilestrar
haldari og sjálvstøðugur
mótaráðgevi,
Melanie
Winning, smyrsl listakvinna
og stylistur, Sarah Musgrove
strategiskur ráðgevi innan
móta og lyklatalskvinna
innan økið og stjórin fyri
Bretska Móta Ráðið, Hilary
Riva.
Á skránni fyri pallborðs
fundin var m.a. hvussu snið
gevar kunnu bera seg at
við at vinna fram á bretska
marknaðinum, hvussu tú
setur dagskránna innan
mótaheimin
og
hvørji
sereyðkenni
føroyskir
sniðgevar kunnu brúka..
Fundurin
var
tíanverri
ikki liðugur tá blaðið fór
til prentingar, og tí verður
meira at lesa um hann í
blaðnum í morgin.
Seinnapartin var tón
leikur á skránni. Anna
Hildur Hildibrandsdóttir,
ið hevur havt ábyrgdina
av marknaðarføring av
Iceland Airwaves í London
seinastu 4 árini, hevur sett
skránna saman fyri hendan
partin
av
ráðstevnuni.
Her var pallborðsfundur
við fólkið, ið arbeiða í
tónleikaídnaðinum, m.ø.
John Best umboðsmaður
hjá íslenska superbólkinum
Sigur Ros, Richard Laws
tónleikaadvokatur, Susan
Rush, stóri í ADA Music, ið
er eitt útbreiðslufelag undir
heimsrisanum Warnar, Nick
Robins úr plátufelagnum
BMI og Sam Winwood
varastjóri fyri altjóða A&R
hjá útgávufelagnum Kobalt
Music Publishing.
Her varð m.a. tosað
um hvussu tú best fær
vakt áhugan hjá teimum,
ið kunnu geva tær ein
sáttmála, hvussu tú kanst
koma víðari og hvørja orku
tú skalt brúka. Eisini vera
ymisku sløgini av plátu
feløgum umrødd.
Síðan fingu føroyskir tón
leikaumboðsmenn møgu
leika fyri at spæla tónleik
in, ið teir umboða fyri
einum pallborði við “Taste
makers”, Stephen Bass
A&R hjá Island Records
og viðstovnari av plátufelag
num Moshi Moshi Records,
ein
A&R
maður
hjá
Parlophone, Chris Salmon
freelance
blaðmaður
á
Guardian umframt onnur.
Millum 30 og 60 sekund
vórðu spæld av hvørjum
lagi, og síðan viðmerktið
pallborðið um løgini. Van
liga fáa plátufeløg stórar
mongdir av demoum, og
vanliga fáa hesar ikki nógv
meira enn 30-60 sekund, at
gera plátufeløgini áhugaði.
Henda sama møguleika fáa
tey føroysku løgini.
Mikudagin verður stór
framløga av føroyskum
sniðum og tónleiki fyri
bretskum fjølmiðlum, móta
ídnaðinum, tónleikafyri
skiparum og plátufeløgum.
Her verður nógv fólk við
røttum sambondum, og tey
sleppa at uppliva nakað
av tí besta, ið føroyingar
eiga. Sniðgevarnir Barbara
í Gongini, Elisa Heinesen,
Guðrun&Guðrun
og
Jóhanna av Steinum sýna
fram teirra nýggjastu krea
tiónir, Eivør og Teitur
framføra og Faroe Seafood
borðreiðir við onkrum til
góman. Sosialurin er við
á allari ráðstevnuni og ber
tykkum tíðindini úr Lond
on.
Funky Faroe Islands
– mentan til sølu
Í hølunum hjá Design
Center Knightsbridge
hittust føroysku gestirnir,
ið umboðaðu bæði
almennu Føroyar ,
mentanar- og vinnulívið
vinnusíðurnar