Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 10. oktober 2006 21 Ryanair ikki til Íslands Herfyri visti limablaðið hjá íslendsku flogskiparunum at siga, at írska lágprísflogfelagið Ryanair umhugsaði at fara undir rutuflúgving til og úr Íslandi næsta summar. Men nú avsannar felagið tíðindini. -Vit hava ongar ætlanir um at flúgva til Íslands næsta ár. Vit hava als ikki umhugsað møguleikan, sigur ein talsmaður hjá Ryanair við Morgunblaðið. Talsmaðurin leggur tó afturat, at felagið kannar alla tíðina, hvørjir møguleikar eru fyri øktari flúgving. Írska felagið hevur kanska aðrar ætlanir. Í hvussu hevur hevur Ryanair bjóðað upp á eitt annað írskt flogfelag, Aer Lingus. Boðið sigst vera um 10 milliardir krónur. Stjórin í Ryanair, Michael O’Leary, sigur, at saman kunnu tey bæði feløgini taka kappingina upp við bretsk, fronsk og týsk flogfeløg. Skal føroysk mentan gera seg galdandi í Bretlandi, krevst sambært royndari umboðskvinnu hart arbeiði og stórt tol. Funky Faroe Islands Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Íslenska Anna Hildur Hildi­ brandsdóttir hevur tikið sær av tónleikapartinum av At Fóta Sær í London. Hennara royndir og stóra netverk eru avgerandi fyri, at skráin fyri ráðstevnuna er vorðin somikið spennandi, og við hennara sambondum við fjølmiðlarnar og tónleikaídnaðin í Bretlandi, eru nógvar dyr gloppaðar. Anna Hildur Hildi­brands­ dóttir hevur seinastu 3 árini arbeitt við sølufremjandi arbeiði í Bretlandi fyri hátt­ virda og stóra íslendska festi­valin Iceland Air­ waves, og seinasta árið hevur hon eisini tikið sær av Skandinaviska marknað­ inum. Hetta arbeiðið gong­ ur sera væl, og áhugin fyri festivalinum er stórur, sigur Anna Hildur. Seinastu tíðina hevur hon so hjálpt til við fyriskipanini av hesi føroysku ráðstevuni, og hon leggur ikki skjól á, at hetta er arbeiði, ið henni hevur dámt. - Eg var á fyrsta sinni í Føroyum í summar, har upplivdi eg m.a. G! Festi­ valin og kundi gleðast um stóra vøksturin í føroysk­ um tónleiki, greiðir Anna Hildur frá. Hon heldur, at hetta til­ tak­ið í London er eitt týdn­ ingarmikið stig og vísir, at Menningarstovan hevur fingið eyguni upp fyri, at ídnaður er annað enn bara fiskur. Hon heldur, at Kjartan Kristiansen og Annleyg Lamhauge áttu at fingið eitt herðaklapp fyri fyriskipanina av hesum tiltaki. Bretski marknaðurin er somikið stórur, at gjøgnum­ brot á honum hevði havt sera stóran týdning fyri listafólkið. Samstundis minnir Anna Hildur á, at tú kundi ikki vænta at fáa gjøgnumbrot á bretska ella altjóða marknaðinum frá degi til dag. Íslendsku nøvnini, ið hava fingið gjøgnumbrot í Bretlandi: Bjørk og Sigur Rós hava arbeitt hart og leingi fyri hesum, t.d. brúktu Sigur Rós 8 ár við hesum arbeiðið, áðrenn teir gjørdust kendir í Bretlandi. Eisini Bjørk brúkti nógv ár, m.a. í Sugarcubes. Føroysk listafólk eiga at skilja, at hetta krevur stórt arbeiði. - Tingini koyra munandi seinni í London. Tað sum tekur 5 minuttir í Føroyum og Íslandi tekur 1 ár í London. Alt er so stórt, at tú brúkar eina øgiliga tíð, segði Anna Hildur Hildibrandsdóttir. Bogi Eliasen cand.scient.pol Funky Faroe Islands, eitt forvitnisligt tiltak Ein opin heimur í einari opnari verð har tøknin ger, at fjarstøðan ikki er størsta forðingin longur. Góðir ferðamøguleikar og alnótasamband til heim­ sins vitan viðførur, at Føroyar ikki neyðturviliga er ein útjaðari longur. Menn­ingin flytur Føroyar landafrøðisliga frá fjarskotni í Atlantshavi, til at liggja mitt í Norðuratlantshavi. Men bert um vit sjálvi vilja tað. Ikki bert fiskur Føroyar eru ein fiski­vinnu­ tjóð, men vil nógv annað, í hvussu so er um vit skulu taka føgru politisku orðingarnar til eftirtektar. Dentur verður lagdur á, at Føroyar skal verða eitt vitannarsamfelag, at vit skulu brúka tøknina, gerast partur av alheiminum og soleiðis eisini verða við til at fáa tey ungu og útbúnu heimaftur. Út Føroyar eru í ávísan mun í einari tilgongd við at koma út í heim. Landið hevur handilsavtalur, fiski­ vinnusamstarv og roynir m.a. at knýta seg at EFTA. Men ein heimur við størri gjøgnumskygni og lættari atgongd til kunning og vitan, er eisini ein heimur sum flýtur yvir í vitan. Avbjóðingin í dag er at finna røttu vitanina, og tí eisini at senda tí røttu vitanina út. Tí er tað sera umráðandi, at arbeiða við at seta Føroyar á heimskortið. Men tað er ikki nøktandi, at vit í hvør sínum lag gera hetta. Talan má verða um at hava eina miðvísa føroyska branding ætlan, har funnið verður fram til ein leist vit kunnu semjast um at varpa út í heim. Tað er alneyðugt at samskipa, tí vit hava fleiri áhugamál, t.d. at selja fisk, telduforrit, klæðir, ferðavinnu og frímerkir, sum hvør í sínum lagi gera eina ímynd. Tí er alneyðugt at arbeiða við at finna ein felags leist, men eisini at bróta burturúr nýggjum, sum t.d. Funky Faroe Is­lands, ið er í London í hes­um døgum. Kreativt Tað púra rætt eisini at leggja fokus yvir á kreativu vinnuna við klæðum, snið­ geving og tónleiki Vit hava ikki ráð til at koyra milliardir í marknaðar­ føringar­herferðir. Vit mugu arbeiða við tí vit hava og so brúka tað beinleiðis. Her kemur tøknin okkum aftur til góðar. KST gevur serliga nógvar møguleikar málrættað at breiða ein boðskap út, t.d. við stutt­ um filmum, sum mál­rætt­ að verða spjaddir runt all­ an heimin umvegis teldu­ post, sum er ein av nýggju trendunum í marknaðar­ føring. Ímyndin - Funky Líkamikið hvat vit vilja, so skulu vit semjast um hvørja ímynd vit ynskja at senda út í heim. Vit skulu hava eina branding strategi, sum gagnar, fiskivinnu, ferða­­ vinnu, tónleiki, list, vit­ annar­sam­felag­num o.s.fr.. Har eru tiltøk sum Funky Faroe Islands avgjørt ein spennandi leistur, tí við at brúka nakrar føroyskar einstaklingar, verður fokus sett á føroyskan kreativitet, ið tann vitjandi kann njóta við einum góðum bita frá Faroe Seafood, samstundis sum føroysku luttakararnir fáa ein fatan av hvat skal til fyri at koma fyri seg á enska, bretska og altjóða marknaðunum Tað ræður um at skapa eina ímynd við virðum. At gera føroyskar vørur til nakað serstakt við sál og søgu. Tí eru kreativ mentunnartiltøk sum hesi, ein partur av tí sum skal til, hóast tað ikki altíð hevur eitt beinleiðis søluvirði. Miðvíst Ikki ber til enn at meta um tiltakið Funky Faroe Is­lands. Men skulu vit marknaðar­føra Føroyar, so er givið, at hetta er ein av teimun heilt upplagdu møguleikunum, sum vit hava brúkt alt ov lítið. Vit hava eina ótrúliga sterka kreativa orku í okkara mentan, men higartil hava vit ikki duga at brúkt hana serliga væl til felags ágóða fyri Føroyar. Men, sum sagt í aðrastaðir í blaðnum, so er hetta ikki nakað sum kemur frá degi til dags. Tað krevur hart og miðvíst arbeiði og tekur langa tíð. Funky Faroe Islands er ein byrjan við meira miðvísum arbeiði við tí kreativa. Ein samansjóðing av at vísa hvat vit hava, men mest av øllum ein lærutúrur fyri føroyingar, sum vilja út í heim á hesum økjum. Vónandi er hetta ein leistur, sum vit fara at menna, tí at marknaðarføra Føroyar krevur at vit brúka alt sum vit hava av kreativiteti. The Funky Ímynd - Føroyar og Branding – Slíkt tekur tíð, Bjørk gjørdist heldur ikki kend frá degi til dag Anna Hildur hevur nógv sambond við røttu fólkini í London vinnusíðurnar