týsdagur 10. oktober 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 195 - 10. oktober 2006
Kvikk er longdur og umbygdur
fyri 7 miljónir krónur
Dýrari olja
Seks av limalondunum í Nato komu um vikuskiftið
ásamt um, at oljuframleiðslan í økinum verður skerd
við 3,4%. Hetta fyri at steðga fallinum á oljuprísinum.
Fyri einum mánaði síðani boðaði OPEC annars frá, at
framleiðslan ikki skuldi skerjast, og tí høvdu tíðindini
mánadagin alt fyri eitt ávirkan á oljuprísin. Amerikanska
WTI vísitali boðaði mánamorgunin frá, at prísurin fyri
tunnuna nú er $60,18. Brent, sum er uropiska vísitali,
hevði ein prís á $60,40 fyri tunnuna.
Fleiri rentuhækkingar ávegis
Stjórin fyri europiska Miðbankan, Jean-Claude Trichet, sigur seg rokna
við, at talan verður um fleiri rentuhækkingar enn hana, sum varð framd
hósdagin.
- Búskaparligu útlitini í Europa gera tað sera sannlíkt, at talan verður
um enn ein hækking í desember, men eftir tað rokni eg við, at rentan
verður støðug, segði Trichet.
Tað hevur leingi verið roknað við, at rentan fór at hækka í tveimum
umførum, og tí førdu útsagnirnar hjá Trichet ikki stórvegis broytingar á
marknaðunum við sær.
vinnusíðurnar
Virkisætlan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hanus Hansen, stjóri í
JFK-Troli,
hevur
søkt
Klaksvíkar kommunu um
loyvi til bygging av ein
um saltfiskavirki norðan
vert Kósina og Landingar
miðstøð Føroya í Klaksvík.
Sum Sosialurin hevur
skilt, er umsóknin gingin
á møti í býráðnum í Klaks
vík.
Tað er stutt síðan, at
Hanus Hansen seldi Kósa
virkið burtur úr JFK-
samtakinum.
Kósavirkið hevði eitt vána
ligt ár í 2005 við umleið
einari miljón í undirskoti
um mánaðin.
Teir, sum stóðu aftanfyri
Kósavirkið, søgdu, at tað
serliga var saltfiskurin, sum
hevði gingið illa í hond.
Men nú er so líkt til,
at Hanus Hansen aftur trýr
upp á saltfiskaframleiðslu.
Hanus Hansen trýr aftur
upp á saltfiskaframleiðslu og
ætlar nú at byggja eitt nýtt
saltfiskavirki norðanvert
Kósina
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Manningarum
støðurnar eru nú
nógv betri og meira
tíðarhóskandi, sigur
reiðarin, Tórleif
Sigurðsson, sum
væntar, at skipið
fer fyrsta túrin eftir
umbyggingina longu í
morgin
Nútímansgerð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipið
Kvikk
hjá
Sp/f Kvikk í Klaksvík
kom leygardagin aftur úr
Hirtshals, har skipið er
longt við 6,60 metrum.
Kvikk er nú 35 metrar
langur og er á stødd við
hini
línuskipini,
sum
frammanundan leingjanini
vóru nakað størri.
Men Kvikk er ikki bara
longdur. Skipið, sum nú
liggur við bryggju í Klaks
vík og sær út sum nýtt,
er eisini umbygt. Tað er
serliga
apeteringin
og
arbeiðsumstøðurnar annars,
sum eru betraðar munandi.
Trivnaður umborð
- Vit fóru ikki undir hesa
leingjan og umbygging, tí
lastin var ov lítil. Kvikk
lastaði 85 tons, sum undir
vanligum umstøðum var
nóg mikið.
Reiðarin, Tórleif Sigurðs
son, sigur, at tað í fyrsta lagi
eru manningarviðurskiftini,
sum dentur hevur verið
lagdur á at bøta um.
- Kvikk hevur bara havt
14 koyggjur, og nú eru
tvey eitt-manskømur bygd
aftrat. Manningin hevur
fingið uppihaldsrúm, eins
og umstøðurnar til goymslu
og umklæðing eru nógv
betri.
Tórleif sigur, at skipið
eisini hevur fingið bakka,
sum Kvikk ikki hevði áður.
- Dragilúkan er flutt long
ur aftur og er nú meira
miðskips. Har frammi í
bakborðssíðu er rúm bygt til
proviant, og í stýriborðsíðu
er rúm til reiðskap og annað.
Manningin hevur fingið eitt
deiligt uppihaldsrúm, sum
skipið ikki hevði áður.
Reiðarin sigur, at átta
mans búgva har frammi
í skipinum, har gallan og
messan eisini eru. Innanfyri
uppihaldsrúmið er eitt rúm
bygt til arbeiðsklæðini hjá
manningini.
- Manningarrúmini har
frammi eru sett í stand,
og ein gongd er bygd í
bakborðssíðu frá apeter
ingini har frammi og aftur
í stýrhúsið.
Reiðarin sigur, at øll dúrk
ini, bæði í erva og í neðra
í apeteringini, eru skift,
og nýggjur belegningur er
lagdur á.
Broytt arbeiðsdekk
- Alt arbeiðsdekkið er
broytt. Skipið hevur fingið
nýtt frystirúm til agnið,
og kokkurin hevur fingið
nýtt og egið frystirúm í
erva til proviantin. Allir
stokkar og splittarar til
egningarmaskinuna
eru
skiftir, og tað eru báðir
ljósmotorarnir umborð á
Kvikki eisini.
Tórleif Sigurðsson sig
ur, at gamli stabiliserings
tangin, sum stóð aftari í
skipinum, var ikki góður.
Hesin er tikin burtur, og
ein nýggjur tangi er bygdur
frammanfyri lastalúkuna,
sum vísir seg at rigga væl.
7 mió krónur
- Samanlagt hevur leingjan
in og umbyggingin av
Kvikki kostað einar 7 mió
krónur, og vit halda okkum
hava fingið nógv fyri
peningin, sigur reiðarin.
Kvikk er fyrrverandi
Saturn III. Skipið er bygt
í Strandby í Danmark í
1987.
Sp/f Kvikk í Klaksvík
yvirtók skipið 1. januar
2004.
Fakta um Kvikk
Fyrrverandi navn: Saturn III
Smíðistaður/ ár:
Strandby, DK (1987)
Longd:
35 metrar
Breidd:
7,50 metrar
BRT:
163,73
Maskina:
Calesen Diesel (1987)
Maskina/ stødd:
575 HK
Eigari:
Sp/f Kvikk
Hanus Hansen byggja saltfiskavirki í Klaksvík
Kvikk er sum nýggjur á at líta, nú hann er komin aftur úr Hirtshals, longdur og umbygdur. – Vit
halda, at vit hava fingið nógv fyri peningin, sigur reiðarin, Tórleif Sigurðsson
Mynd: Høgni Thomsen