Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 10. oktober 2006 23 P/F Knørrur, sum eigur línuskipið Froyu, ið er fyrrverandi og nógv umtalaði Jógvan S í Klaksvík, hevur nú keypt ein norskan línubát fyri einar 10,5 mió krónur Skipakeyp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Væntandi er ikki, at Froya verður leingi ver­ andi í føroyska fiskiskipa­ flotanum aftrat. Eigararnir, sum er P/F Knørrur, hava valt at keypa sær eitt nýggj­ ari og betri skip heldur enn at umbyggja gamla Jógvan S, sum er stívliga 45 ára gamal. Líkt er til, at Froya verður seld bíliga til Noregs. Úr Avstraliu Skipið, sum kemur í flotan fyri núverandi Froyu, er ein norskur línubátur, sum fiskar við Avstraliu, og sum skilst, er báturin farin undir longu leiðina heim til Føroya. Tað fer helst at taka eini 45-50 samdøgur at sigla skipið upp higar. Sum skilst á útgerðar­ mann­inum hjá Froyu, Tór­ leifi Sigurðsson, er norski línubáturin bygdur eftir somu tekning, sum Stapin á Toftum. - Eg havi skilt, at hetta er eitt fínt skip, bygt í Skagen í 1988. Tvinnir kostir Útgerðarmaðurin heldur, at teir, sum eiga Froyu, høvdu tveir kostir í at velja – antin at umbyggja skipið ella at skifta tað út við eitt betri skip. - Vit hava áður umbygt Pison, og nú hava vit eisini longt og umbygt Kvikk, og eg skilji væl, at menninir heldur velja at keypa sær eitt betri skip. Tórleif sigur, at um­bygg­ ingin av Pison kostaði góðar 9 mió krónur í 2002, og umbyggingin og leingjanin av Kvikki kostar einar 7 mió krónur. - Jú, eg trúgvi, at hetta er eitt skilagott keyp, tí hesin báturin er nógv nýggjari enn núverandi Froya, sigur útgerðarmaðurin. Umsíðir fer hann Tórleif er ein av eigarunum av Pison, Kvikki og út­ róðrarbátinum, Fiskimúla, men hann eigur einki í Froyu. Har er hann bara útgerðar­maður. Spurdur, um hann fram­ haldandi verður út­gerð­ar­ maður hjá felagnum, nú teir fáa eitt annað skip, sigur Tórleif Sigurðsson, at tað dugir hann ikki at siga. - Tað hevur so eingin sagt mær, at eg ikki skal vera útgerðarmaður, tá ið nýggja skipið kemur, sigur hann lítillátin. Gamli Jógvan S hevur fleiri ferðir skula av land­ inum, men nú bendir so alt á, at hetta verður veruleiki. Sum skilst, er norski línu­báturin hjá P/F Knørri keyptur fyri einar 10,5 mió krónur, og væntandi kostar tað einar 2-3 mió krónur at fáa skipið undir føroyskt flagg. ”Vinnuviðurskifir hava havt alt ov lítlan áhuga í følmiðlunum og í almenninginum. Nú kann verða staðfest at vend er komin í, og størstu broytingini stendur blaðið Vinnuvitan fyri. Tað er út frá hesum, at nevndin hevur valt at heiðra Vinnuvitan sum Ársins Átak 2006.” - Dómsnevndin hjá Vinnuhúsinum Froya, fyrrverandi Jógvan S, fer nú úr føroyska fiskiskipaflotanum. P/F Knørrur hevur keypt ein nýggjari norskan línubát, sum kemur heilt úr Avstraliu Mynd: Skipalistin Jógvan S fer til Noregs: Keypa betri skip heldur enn at um- byggja gamalt Fyrrverandi nøvn: Jógvan S, Ågot, Havsøki, Miðvingur og Gamli Andrass Smíðistaður/ ár: Søviknes, Noreg/ 1960 Longd: 38,43 metrar Breidd: 7,50 metrar BRT: 272,45 tons Maskina/ orka: Grenaa/ 550 HK Eigari: P/F Knørrur FAKTA vinnusíðurnar