týsdagur 10. oktober 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 195 - 10. oktober 2006
Kortleggja russiska olju
Nú skulu tøl setast á ta komandi olju- og gassvinnuna í útnyrðingspartinum av
Russlandi.
Tað er tann norska Barentshavsskrivstovan, sum hevur bílagt metingina, sum norska
felagið Aquaplan Niva skal gera. Margrethe Alnes á Barentshavsskrivstovuni sigur
við tíðindastovuna ANB, at tað hevur stóran týdning fyri tey norsku oljufeløgini at
fáa at vita, hvussu umfatandi russiska virksemið er, og hvørjar ætlanir russar hava um
framtíðina. Eisini hevur tað áhuga at fáa upplýsingar um, hvørji feløg ætlandi verða
við í virkseminum, sigur hon.
Aquaplan Niva skal eisini útvega tøl og metingar um, hvussu nógv russisk olja skal
flytast fram við norsku strondini í komandi árum, og hvørjar leiðir tangaskipini fara
at sigla.
Frágreiðingin hjá Aquaplan Niva verður ætlandi liðug í februar næsta ár.
Frithleif Olsen,
leiðari á FJM,
sigur, at samstarv
millum feløg er
einasti møguleiki
at lyfta stórar
uppgávur í kapping
við útbjóðarar
uttanlands. - Finna
feløg við ymiskum
førleika og útboði
saman um slíkar
uppgávur, er eingin
orsøk til at smæðast
burtur, heldur hann
Umvæling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Rækjutrolarin, Havborg,
sum leirvíkingar eiga, sær
nú út sum nýggjur aftur.
Ein stórur partur av verk
smiðjuni brendi, meðan
skipið lá í Noregi um mán
aðarskiftið
juli/august.
Skipið sigldi tó til Føroya
við egnari hjálp, og síðan
hevur verið arbeitt við at
umvæla verksmiðjuna og
annað, sum fekk skaða
undir eldsbrunanum.
Í samstarvi
Arbeiðið, sum gjørt er
umborð á Havborg, er eitt
prógv um, at nógv kann fáast
frá hondini upp á lutfalsliga
stutta tíð - og í kapping
við sama fyritakssemi í
grannalondunum, tá ið før
oyskar fyritøkur samstarva.
Tað er maskinverkstaðurin
FJM í Runavík, sum hevur
staðið fyri at byggja verk
smiðjuna
uppaftur,
og
felagið hevur havt KJ-
Hydraulik á Kambsdali
sum undirveitara.
Aðrir veitarar hava verið
El-Service,
sum
hevur
tikið sær av el-arbeiðnum
og Byggiservice, sum hev
ur tikið sær av apeterings
arbeiðnum.
Frithleif Olsen, leiðari á
FJM, sigur, at teir í fyrsta
lagi tóku alla verksmiðjuna
– bæði brent og ikki
brent – í land, áðrenn teir
kundu byrja at byggja
verksmiðjuna uppaftur.
Hann sigur, at alt frá
lastalúkuni og aftureftir er
nýtt á verksmiðjuni – og
nógv frameftir eisini.
Stórarbeiði
- Allar el-instalatiónir á
verksmiðjuni eru lagdar
av nýggjum, og aðrar el-
instalatiónir
eru
eisini
eftirhugdar og lagdar av
nýggjum. Ein partur av
nautisku útgerðini er skift,
og annað er eftirhugt, og
ein partur av apeteringini
er eisini gjørd av nýggjum.
Spøl og annar útbúnaður er
eisini kannað.
Frithleif sigur, at tað,
sum kundi brúkast aftur
á verksmiðjuni, er brúkt
aftur, men hetta er tann
minsti parturin, tí bond og
annað er partvís úr plasti
og var illa viðfarið av eldi
og hita.
- Ein partur av tí rustfría
er tó brúkt aftur, leggur
hann aftrat.
Leiðarin á FJM sigur,
at nú umvælingarnar eru
lidnar,
er
verksmiðjan
umborð á Havborg sum
nýggj.
Gingið væl
Frithleif Olsen sigur, at
samstarvið millum trygg
ing, reiðarí og tey feløg,
sum hava arbeitt umborð
á skipinum, hevur gingið
ógvuliga væl.
Hann heldur, at hetta
er ein góður máti at loysa
uppgávurnar upp á.
- Vit samstarvaðu eisini
um
umvælingararbeiði
umborð á Suðringi og
Stelki, tá ið teir brendu við
bryggju her í økinum, og
eisini tá vísti tað seg at
rigga væl.
Hann heldur, at hetta er
einasti møguleiki at lyfta
stórar uppgávur í kapping
við útbjóðarar uttanlands.
- Finna feløg við ymiskum
førleika og útboði saman
um slíkar uppgávur, er
eingin orsøk til at smæðast
burtur.
Frithleif
Olsen
sig
ur, at feløgini, sum hava
samstarvað um umvæl
ingararbeiði umborð á Hav
borg, eru sterk á hvør sínum
øki, og saman er føroyska
útboðið kappingarført við
umheimin.
Samstarvið um Havborg
hevur riggað væl
Úr 14 tímum niður
í hálvan fimta
Umborð á teimum skipum, sum hava tvær kryvjimaskinur,
kryvja hesar allan fiskin og umborð á onkrum skipum, har
menninir áður kundu standa og kryvja í einar 14 tímar, klára
maskinurnar nú at kryvja allan fiskin í einar 4-5 tímar.
Maskinurnar spara tí manningini nógva tíð - og nógv
stríð, serliga tá ið hálini eru stór.
Kryvjimaskinurnar gera eisini, at fiskurin ikki liggur
kroystur í pavnunum, men so gott sum verður kruvdur
undan og kemur tískil skjótari í ís.
-vilmund
vinnusíðurnar
- Feløgini, sum hava samstarvað um umvælingararbeiði umborð á rækjutrolaranum Havborg, eru sterk á hvør sínum øki, og saman er føroyska útboðið
kappingarført við umheimin, sigur Frithleif Olsen, leiðari á FJM
Mynd: Jens Kr. Vang
Ein stórur partur av
verksmiðjuni umborð
á Havborg brendi, tá ið
eldur kom í skipið, meðan
tað lá í Noregi. Nú er
umvælingararbeiðið liðugt, og
verksmiðjan er sum nýggj
Mynd: FJM