Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 10. oktober 2006 27 - Ein partur av tøkn­ ini er ein skannari, sum finnur beinini í flakinum. Síðan fáa dysurnar boð um, hvar beinini sita og skera tey burtur við vatni. Sama er, tá ið maskinan verður programmerað til at skera fløkini á ymiskan hátt, sigur Frithleif Olsen, leiðari á FJM Nýggj tøkni Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Maskinverkstaðurin FJM í Runavík hevur framleitt eina maskinu, sum finnur bein í flaki og kann skera tey burtur við vatni. Við nýggju maskinuni hevur tú eisini møguleikan at avgera, hvussu flakið skal skerast, og her eru møguleikarnir óavmarkaðir. Frithleif Olsen, leiðari á FJM, sigur, at teir hava arbeitt við hesi maskinuni í eini trý ár, og nú er komið har til, at maskinan verður royndarkoyrd á einum fiskavirki á Hafnar­ fjørðinum í Íslandi, har fólk hjá FJM eru við og fylgja gongdini. - Hetta er ein maskina, sum sker við vatni, sigur hann. Eldhugur Frithleif ásannar, at slíkt granskingararbeiði kostar nógvan pening, men tað, sum hevur verið berandi í hesum arbeiði, er eldhugur at kunna framleiða eina maskinu, sum minkar um tørvin á arbeiðsmegi. - Hetta er neyðugt, um okkara flakaframleiðsla skal standa seg í kappingini við láglønarlondini. Neyð­ ugt verður hjá okkum at brúka tøknina til hjálpar, heldur hann. Sum skilst á Frithleifi, hevur FJM havt eitt ávíst samstarv við íslendska fram­leiðaran, Skaginn, men tað er FJM, sum ger alla tøknina og allar pro­ grammeringarnar. Skaginn ger eitt nú bondini til skip­ anina. - Tað eru serliga kíla­ beinini í fiskinum, sum nýggja maskinan leitar eftir og sker burtur. Haraftrat kann maskinan stillast at skera flakið, soleiðis sum ynskiligt er, og her er einki ómøguligt, sigur hann. Skannarin Frithleif sigur, at stálan, sum sker beinini burtur og fløkini sundur, hevur eina styrki, sum er 3600 bar. - Talan er um tvær dysur, sum báðar hava somu styrki. Hann sigur, at vatnskering sum so ikki er nakað nýtt, men tað nýggja er tøknin og møguleikarnir, sum hendan maskinan hevur – og ikki minst tað, at maskinan klár­ ar at finna beinini í fiskin­ um. - Ein partur av tøknini er soleiðis ein skannari, sum sigur, hvar beinini sita. Síðan fáa dysurnar boð um hetta. Sama er, tá ið maskinan verður programmerað til at skera fløkini á ymiskan hátt, sigur Frithleif. Hann vísir á, at orsøkin til, at maskinan hevur tvær dysur sum skera, er, at soleiðis verður arbeiði gjørt skjótari og effektivari. - Nýggja maskinan kann skera 30 fløk um minuttin, sigur Frithleif. Stórur áhugi Hann sigur, at stórur áhugi hevur víst seg at vera fyri nýggju maskinuni, sum væntandi verður klár um ikki so langa tíð. - Vit hava verið á onkrari framsýning við maskinuni, og tað vísir seg, at stórur áhugi er fyri henni runt um í heiminum, sigur Frithleif. Sjálvur væntar hann, at maskinan eisini kann brúkast til annað enn fiska­ vørur. - Vit hugsa okkum, at tøknin eisini kann brúkast til eitt nú høsnarungar og kjøt annars, sigur Frithleif Olsen, leiðari á FJM. FJM í Runavík: Byggir eina kollveltandi skerimaskinu Hava sett fleiri kryvji- maskinur í ísfiskaskip Seinastu 2-3 árini hevur maskinverkstaðurin FJM í Runavík sett fleiri kryvjimaskinur í ísfiskaskip og hendan dagin, vit vitjaðu virkið, stóðu ikki færri enn fýra kryvjimaskinur inni á gólvinum. Tvær av maskinunum skulu setast umborð á nýggju skipini, ið P/F Beta, sum Faroe Seafood nú eigur, byggir í Spaniu. Hinar báðar maskinurnar skulu setast umborð á aðrar føroyskar ísfiskatrolarar. Maskinurnar, sum FJM umboðar, eru av slagnum KM-Fish, og tær eru danskar. Tað eru serliga skipini, sum fiska upsa, ið hava notið gott av hesum maskinum. Tær eru effektivar og kryvja allan fiskin. Kryvjimaskinurnar eru mentar nógv seinastu árini, og í dag eru tær ein stór hjálp umborð á skipunum. Her vísir Frithleif Olsen, leiðari á FJM, á ymiskar møguleikar, sum nýggja tøknin hevur Mynd: Jens Kr. Vang vinnusíðurnar