Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 195 - 10. oktober 2006 Vinnusíðu­ sjónarmiðið Jóannes Eidesgaard løgmaður Føroyar eru í broytingartíð, og skulu vit fóta okkum sum tjóð og hava støðugan búskaparvøkstur, so er ógvuliga umráðandi at skapa dynamikk í vinnuni. Er málið at veita hvørjum einstøkum borgara størri vælferð, soleiðis sum ætl­ anin er við Visjón 2015, so má búskapurin eisini vaksa, so at hann kann fíggja hesa vælferð. Tí er at fegnast um, at kapping er íkomin um arbeiðs­megina, og tað er somu­leiðis at fegnast um, at kapp­ingin um tað vælútbúna fólkið er farin at vaksa. Vanlig hugsan hevur ver­ ið, at vælútbúnir føroyingar, ið heim aftur koma, fáa oftari starv hjá tí almenna enn í vinnuni, av tí at vinn­ an hevur valt praktiskar lívsroyndir fram um bøkur og teori. Soleiðis er ikki longur, tí alt fleiri privatar fyritøkur síggja fyrimun í at kjósa sær vælútbúgvið fólk at brynja seg til kappingina, antin hon er føroysk ella útlendsk. Tað er ikki longur ein spurningur um at hava ráð ella hug at seta vælútbúgvið fólk í starv, tí nú eru ikki ráð at lata vera. Fólk við fakligari barlast er ein neyðug íløga og fyritreyt fyri vøkstri og nýmenning. Nýggjar føroyskar út­flutn­ ingsvinnur hava stungið seg upp seinastu árini – eitt nú fíggingarvinna, kunningartøkni og tele­ sam­skifti. Hesar vinnur vinna land á útlendskum marknaðum, og slíkum vinnum í altjóða kapping tørvar góða tøkni og evnarík fólk. Tá eru tær við til at eggja okkara vælútbúna fólki at koma heim aftur, so at tað kann vera við til at skapa eitt samfelag, ið byggir á vitanarbúskap. Tolsemi er fyritreyt Tøkni, Talent og Tolsemi. Hetta eru tey trý T’ini, sum ein væleydnaður vitanar­ búskapur byggir á sambært viðurkenda amerikanska rithøvundinum, Richard Florida. Tøkniliga eru vit rímiliga væl við, og kapp­ ingin um talentini – tey vælútbúnu fólkini – gerst alsamt størri. Men tøkni og talent eru ikki nóg mikið. Tolsemi fullfíggjar tríhyrningin. Tí skulu vit byggja á vit­ anarbúskap, og skulu før­ oyskar fyritøkur standa seg í altjóða kapping, so at samfelag okkara veksur í altjóðagerðini, so mega vit hava tol fyri hvør øðrum. Vit mega sýna tolsemi og loyva fjølbroytni, skap­ anargávum, tonkum og verumátum, ið vit ikki eru von við. Vit mega geva skapandi fólki hug at liva og byggja sína tilveru heima hjá okkum. Eggja teimum til at skapa og virka í Føroyum. Tá víðka vit okkara talent­tilfeingi og fáa fleiri kappingarfyrimunir. Tað er í ymiskleikanum, at nýskap­anin sprettir og vit hugsa nýggjar tankar. Eru vit bert millum teirra, sum hugsa og hátta sær sum vit, so er vandi fyri, at vit køvast í egnari vanahugsan. Men at vera saman við menniskjum, ið hava øðr­ vísi bakgrund, samleika og mentan, fær okkum hinvegin at síggja nýggjar møguleikar í okkara egna heimi, og slíkt er alneyðugt í altjóðagerðini. Tí tann, sum skal stíga djarvt, skal hugsa djarvt. Halta beinið Hyggja vit at okkum sjálv­ um, mega vit viðurkenna, at tað haltar við tolseminum hjá fleiri okkara. Hetta halta beinið darvar okkum og ger, at vit mennast ikki so skjótt, sum vit annars kundu – menniskjaliga eins væl og vinnuliga. Ágangurin móti sam­ kyndum vísir, hvussu lítið vit tola. Trýstið á littar fótbóltsleikarar sigur somu søgu. At so fáar kvinnur hava vald í Føroyum ber somuleiðis boð um okkara skerda hugsanarlag. Bert fyri at nevna nøkur dømi. Vit mega viðganga, at størsta forðing okkara fyri framburði yvirhøvur er okk­ara egna snævurskygni. Men til tess at køva hetta snævurskygni er neyðugt við lærdómi og íblástri uttanífrá. Vit mugu víðka sjónarring okkara. Eitt tolsamt samfelag er eitt betri samfelag, og tað fær fleiri borgarar at trívast. Og sum við samfelagnum er eisini við fyritøkum. Tann fyritøka, sum hevur tol, eigur betri møguleikar at nýmenna seg, og hon gerst kappingarførari og áhugaverdari at arbeiða fyri. Og hetta stuðlar aftur upp undir búskap og samfelag okkara, so at vit kunnu varðveita og vaksa um ta vælferð, ið vit øll hava sett okkum sum skjaldarmerki. Soleiðis byggja vit land. Jóannes Eidesgaard, løgmaður skrivar sjónarmiðið á Vinnusíðunum hesaferð Við vitan og tolsemi byggja vit land vinnusíðurnar Eftir at Norður Korea royndar­ sprongdi eina kjarnorkubumbu í vikuskiftinum, er yvirgangur aftur við at gerast eitt evni á politiska pallinum. Um tað gongur illa við royndunum at fáa landið at rætta seg eftir krøvunum frá umheiminum, kann hetta eisini gerast eitt evni á marknaðunum. Hendingin ávirkaði tó marknaðirnar óvanliga lítið um vikuskiftið. Partabrøv hildu á at hækka flest alla staðni. Oljuprísurin hækkaði tó upp um 60 dollarar fyri tunnuna. Norður Korea hevur onga olju, og prísurin hækkaði, tí oljuframleiðarar gjørdist á einum máli um at minka oljuframleiðsluna 3%-4%. Oljuprísurin tykist koma fyri seg, eftir at hann lækkaði um 25% í avgust-septembur. Lánsbrævarentur óbroyttar Lánsbrævarentur hækkaðu nakað í farnu viku. 10-ára danska rentan er í løtuni 3,80%, og tað er 0,10% lægri enn 1-árs rentan. Hetta merkir, at lánsbrævaíleggjarar lítlan og ongan ótta bera fyri hækkandi prísvøkstri í løtuni. OPEC leggur trýst á fraktratur Sum nevnt omanfyri hevur OPEC avgjørt at lækka oljuframleiðsluna við 3%-4%, tað er 1 mió. tunnum um dagin. Hetta minkar um fraktina úr Miðeystri. Marknaðirnir hava spekulerað í, at hetta fór at henda, um oljuprísurin kom niður um 60 dollarar fyri tunnuna. Hesar spekulatiónir hava verið við til at lækka fraktraturnar í Miðeystri um 20% higartil hendan mánaðin. Lækkandi fraktratur leggja trýst á kursirnar hjá fraktfeløgum sum til dømis Torm og A. P. Møller – Mærsk. Hesa vikuna Hesa vikuna fara virðisbrævamarkn­ aðirnir væntandi at fylgja við gongdini í Norðurkorea og oljuprís­ inum. Eisini kemur eitt upprit frá amerikanska tjóðbankanum, har útlitini kunnu ávirka marknaðirnar. Marknaðarrák Norður Korea lítla ávirkan enn Vika 41                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.              