týsdagur 10. oktober 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 195 - 10. oktober 2006 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
ítróttur
- Eg vóni, at spælararnir ikki ræðast uppgávuna, men
velja at taka hetta sum eina velduga uppliving, har teir
so vilja gera sítt alllarbesta.
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari í fótbólti
- Hetta er helst
truplasta uppgávan,
sum føroyska lands
liðið nakran tíð hevur
staðið fyri. Eg veit
væl, at vit vóru her
í Fraklandi fyri ein
um ári síðani, men
fortreytirnar hjá
okkum eru munandi
verri í dag, enn tær
vóru tá, sigur Jóg
van Martin Olsen,
landsliðsvenjarin.
Tað verða ikki tær
stóru broytingarnar
á liðnum til dystin í
annaðkvøld
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
(Belfort, Frakland): Lands
liðsvenjarin er ikki í iva
um, at uppgávan er stór, nú
fronsku varaheimsmeistara
rnir taka móti Føroyum.
- Hetta er helst truplasta
uppgávan, sum føroyska
landsliðið nakran tíð hevur
staðið fyri. Eg veit væl,
at vit vóru her í Fraklandi
fyri einum ári síðani, men
fortreytirnar hjá okkum eru
munandi verri í dag, enn
tær vóru tá. Vit hava nógv
færri spælarar við royndum
frá altjóða dystum. Júst tær
royndirnar eru so sera nógv
verdar í hesum dystunum,
og tí er uppgávan – upp á
seg – størri hesaferð, sigur
Jógvan Martin Olsen.
Ongar broyttingar
Ein av spurningunum er
altíð, hvussu føroyska liðið
verður sett saman, men
hesa ferðina er neyvan tann
heilt stóri ivin um, hvussu
uppstillingin verður.
- Tað er eingin loyna,
at eg var væl nøgdur um
avrikið leygardagin. Og tí
vildi tað verið løgið, um
eg nú skuldi framt tær heilt
stóru broytingarnar. Í løtuni
er Pauli G. Hansen einasti
spælarin, sum er eitt sindur
ivasamur. Men verður hann
tøkur, verður talan í mesta
lagi um onkrar lítlar juster
ingar hjá okkum.
Verjukent upplegg
Og uppleggið verður væl
saktans tað sama, sum vit
kenna so væl frá føroyska
liðnum?
- Tað verður tað. Kanska
eisini meira verjukent, enn
tað plagar at vera, tí tað er
eingin ivi um, at vit koma
undir eitt veldugt trýst frá
fyrsta bríksli. Eftir ósigurin
í Skotlandi eru fraklending
ar eisini eyka trýstir, og tað
vilja teir hava, at vit skulu
revsast fyri.
- Eg vil siga tað so, at
sannlíkindini fyri at tapa
eru rættiliga stór. Og eisini
fyri at vit skulu tapa stórt.
Tí haldi eg, at hvør einasti
minuttur, sum gongur uttan
eitt franskt mál, er ein moti
vatión fyri okkara spælarar.
Og eg vóni, at teir ikki
ræðast uppgávuna, men vel
ja at taka hetta sum eina
velduga uppliving, har teir
so vilja gera sítt allarbesta.
Aðrir spælarar stóðu
í bíðirøð, og tí vildi
Jógvan Martin Olsen
hava allar spælarar
inn í skiftirúmið alt
fyri eitt, tá dysturin
móti Litava var
liguður
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Loftmiðlarnir vórðu mest
sum tiknir av ræði, tá dyst
urin móti Litava var av. Júst
sum teir vóru í ferð við at
gera samrøður við onkrar
av føroysku spælarunum,
varð hetta steðgað, tí lands
liðsvenjarin vildi hava spæl
ararnar inni skiftirúmið.
Hetta fekk nøkur at gera
tað niðurstøðuna, at venjar
in ikki longur vildi tosa við
føroysku pressuna, men tað
var nú ikki tað, sum Jógvan
Martin Olsen sjálvur legði í
hendingina.
- Eg vildi snøgt sagt hava
ein status alt fyri eitt. Mest
sum á dystardegnum hevði
eg havt tríggjar skaðar, og í
dystinum stingu fleiri hend
ingar seg upp, sum gjørdu,
at ivaðist í, hvørjar menn
eg kundi taka við til Frak
lands.
- Pauli fekk ein snudd, og
Atli bað eisini um at verða
skiftur
út.
Samstundis
høvdu bæði Julian og
Hanus skaðar at dragast
við, og tí var stóri spurn
ingurin, hvørjar menn eg
kundi nýta til miðvøllin.
Har hevði eg so onkran
spælara í bíðistøðu, men
tað var av stórum týdningi,
at hesin fekk boð alt fyri
eitt. Og tað var orsøkin til,
at vildi hava spælararnar
inn beinanvegin. Snøgt
sagt, so vildi eg hava ein
status uppá, hvussu menn
vóru fyri, so eg eisini visti,
hvørt eg skuldi taka nýggjar
menn inn ella ikki, segði
Jógvan Martin.
Vit eru 11
móti 11
Hóast hann spældi á
óvandum plássi, so
heldur Atli Danielsen
seg trívast væl á høgra
bakki. Ikki minst, tá
samlaða avrikið var
somikið gott, sum tað
var leygardagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
(Belfort, Frakland): Atli
Danielsen fekk nýggjan
leiklut á landsliðnum, tá ið
hann varð fluttur úr mið
verjuni og út á bakkin ley
gardagin.
- Eg haldi, at tað gekk
væl. Litavar megnaðu sjáld
an at spæla okkum tunnar í
verjupartinum, og móti dyst
arenda sást eisini, at teir
settu ein stóran áleypara
inn, soleiðis at teir ístaðin
kundu senda langar bóltar
móti brotsteiginum. Og tað
er væl eitt tekin um, at vit
røktu okkara skyldur væl.
Og setningurin um at røk
ja verjupartin verður væl
eisini tað, sum verður ovast
á skránni mikukvøldið?
- Tað er nokk einki at
ivast i. Hetta er jú avgjørda
heimselitan, sum vit skulu
dystast við, og á pappírinum
mugu vit nokk staðfesta, at
vit hava ongan kjans. Hin
vegin, so eru vit 11 móti 11,
so vit ætla at gera okkara
besta. Og so mugu vit bara
vita, hvussu langt tað røkk
ur, heldur Atli.
- Tað var ótrúliga gott fyri
okkum, at liðið í felag reis
tist somikið væl, sum vit
gjørdu leygardagin. Sjálvan
di verður uppgávan miku
kvøldið nakað væl truplari,
men byggja vit víðari á tað,
sum vit sýndu leygardagin,
so kann úrtøkan gerast heilt
hampulig.
Ágangurin móti tykkum
og venjarunum var stórur
eftir stórtapini fyri Georgia
og Skotlandi. Var hetta eis
ini nakað, sum merkti lagið
í hópinum?
- Sjálvandi merkti tað lag
ið. Men tíbetur megnaðu
vit at nýta hetta positivt á
tann hátt, at hópurin stóð
sum ein maður. Vit vildu
allir, at hetta skuldi vaskast
av okkum, og tað haldi eg
tíbetur, at vit megnaðu leyg
ardagin.
Truplasta uppgáva nakrantíð
- Eg vil siga tað so, at
sannlíkindini fyri at tapa
eru rættiliga stór. Og eisini
fyri at vit skulu tapa stórt,
sigur Jógvan Martin Olsen
undan dystinum ímóti
Fraklandi mikukvøldið
Vildi hava status