Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 195 - 10. oktober 2006 ] Hann spælir har, sum venjarin vil hava hann, men kortini fegnast Jákup á Borg um, at hann nú aftur er at síggja á miðvøllinum heldur enn í verjuni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt av stóru kjakevnunum, tá før­oy­sk­ur landsliðsfótbóltur hev­ur verið á mannamunni, er, hvørt Jákup á Borg skal ný­tast sum bakkur ella vong­spælari á lands­lið­n­um. Fólk­akravið hevur rætt­ili­ga greitt verið, at hav­n­ar­mað­ ur­in skuldi fram aftur á miðvøllin, og leyg­ ar­dag­in varð kravið eisini eftir­lík­ að. - Sjálvandi var tað gott at spæla á miðvøllinum aftur. Sjálvt um eg altíð geri mítt besta, har sum venjarin bið­ ur meg spæla, so er mið­ vøllurin jú eitt pláss, sum eg kenni munandi betri, og har eg tí havi lættari við at spæla upp til mítt besta. Kunnu frustrerast Mikukvøldið verður Jákup utt­an iva aftur á vanda pláss­ in­um, og hann heldur, at sann­líkindini fyri einum góð­um føroyskum úrsliti eru góð. - Megna vit at halda støð­inum, sum vit løgdu leyg­ ardagin, so gongur tað neyvan heilt galið. Men tú skalt tó minnast til, at hetta er eitt av heimsins bestu lið­ um, og tað at teir júst hava tapt fyri Skotlandi ger neyv­ an okkara uppgávu lættari. - Men júst tað tapið kann væl eisini bera við sær, at teir verða lættari at frustrera. Tað er einki at ivast í, at trýstið verður øgiligt fyrstu longu løtuna. Og megna vit at koma liv­ an­di gjøgnum tann partin, so kann dysturin gerast heilt góður fyri okkara við­ komandi. Móti Litava meg­ n­aðu vit væl at taka ferð­ina úr dystinum, og tað verð­ur so eisini aðalmálið hesa­ ferð. Tað sær kanska ikki so pent út, tá menn liggja fyri eitt gott orð, men ganga min­uttir­nir, so telja teir jú til okkara fyrimun. Tað kann vónandi frustrera teir nak­að, og tað vil so altíð telj­a til okkar fyrimun. Eisini um teir gera sum lita­varnir, og gloyma alt um fair-play? - Tað, sum hendi har, var bara for langt úti. Sjálvandi er tað eisini eitt tekin um, hvussu kroystir teir vóru, men hatta var eisini undir all­an kritikk. Tað góvu okk­ ara áskoðarar eisini til ken­n­ ar. Og tað merkti eisini lag­ ið eftir dystin. Sjálvur segði eg í øllum førum, tá ein av teirra spælarum vildi býta um troyggju eftir dystin, at tað hevði eg snøgt sagt ong­ an hug til, sigur Jákup. Danir imponeraðir av Liktinstein Danski fótbóltsvenjarin Morten Olsen er ovfarin av spæl­in­ um hjá lítlu fótbóltstjóðini, Liktinstein, og hann roknar við ei­n­um truplum EM-dysti hjá Danmark í annaðkvøld. - Teir hava klárað seg væl við at spæla álopsfótbólt, og fríggjadagin vóru teir betur enn Eysturríki. Í Mario Frick eigur Liktinstein ein álopsspælarar á europeiskum støði, sigur Morten Olsen við Ritzau. Hann roknar tí ikki við, at Liktinstein fer at grava seg niður í dystinum ímóti dønum mikukvøldið. - Eingin roknar við, at Liktinstein kann koma til EM- endaspælið, og tí tora teir at spæla fyri at vinna onkrar dystir, sigur Morten Olsen. Kvinnurnar til Make­ donia Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti skal spæla EM- undankapping í Makedonia í november mánaði. Í gjár var lutakast í Nyon, og Føroyar komu í bólk saman við Makedonia, Wales og Kazakhstan. Londini hittast í Makedonia seint í november mánaði, og har fara liðini at spælaein dyst ímóti hvørjum øðrum í eini mini-kapping. Vinnarin av hesum bólki sleppur víðari í kappingini og skal taka lut í vanligu undankappingini til EM í 2008. Kvinnulandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til EM-kappingina, og vant verður fleiri ferðir um vikuna við landsliðshópinum. Steypafinalan flutt ein tíma FSF boðar nú frá, at finalan í kappingini um Løgmanssteypið ikki verður spæld sum ætlað leygardagin. Dysturin var ásettur at verða spældur klokkan 16.00, men FSF hevur nú flutt dystin ein tíma, so at hann byrjar klokkan 15.00. Hetta verður gjørt orsaka av, at tað er blivið myrkari í veðrinum og eingi ljós eru á Tórsvølli, har dysturin verður spældur. Eingir skaðar í Start Felagið hjá Toda Jónsson strembar eftir at vinna heiðursmerki í norsku tippuliguni í ár. Start liggur á fjórða plássi í kappingini, nú tað mangla fýra dystir at spæla, og fýra stig eru fram til Lillestrøm, sum liggur nummar trý. Í Start fegnast tey um, at eingir skaðar eru í hópinum, nú seinastu dystirnir standa fyri framman. Felagið hevur annars verið illa plágað av skaðum í ár. Tað hevur gingið sera illa hjá danska 1. deildarfelagnum Fremad Amager seinasta mánaðin. Venjarin, sum sigur seg sakna sentralar spælarar á liðnum, biður øll í felagnum um at standa saman Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fremad Amager fekk góða byrj­an, tá ið danska 1. deild byrja í summar, men í september mánaði gekk heilt galið hjá liðnum. Sein­ a­­stu fimm dystirnar hevur Frem­ad Amager bert fingið eitt stig, og nú er liðið farið at nærkast botninum í 1. deild. - Vit høvdu eina líknandi kreppu í oktober mánaði í fjør, tá ið vit taptu fýra dyst­ ir, men hesaferð er krepp­ an komin í september. Vit hava mist sjálvsálit, men nú mugu spælararnir royna at koma fyri seg aftur, sigur ven­j­a­r­in Benny Johansen við heimasíðuna hjá Fremad A­m­ager. - Eg havi havt nógvar samrøður við spælararnar síð­stu vikurnar, og hetta snýr seg meira um eitt men­ta­lt problem enn nak­ að fysiskt. Við øllum tap­ un­um eru spælararnir bliv­ n­ir bangnir fyri at gera mis­ tøk, og liðið er ikki nóg á­gangandi, sigur venjarin. Mangla Andrew og aðrar Benny Johansen sigur, at tað hevur verið trupult hjá lið­num at mangla sentralar spæl­ar­ar sum Andrew av Fløt­um, Kenny Thorup og Igor Vujanvic. Allir hava havt skaða í langa tíð, og Ben­ny Johansen stúrir fyri, at teir spæla ikki aftur í ár. Venjarin heldur, at nú ræð­ur um at standa saman í fel­agnum, so at skeiva gong­ d­in kann vendast. - Vit hava í felag gjørt av, at vit skulu koma burtur úr hesum. Vit skulu ikki geva hvørjum øðrum skyld­ ina fyri gongdina, men taka standa saman og ar­b­eið­a hart, sigur Benny Jo­han­ sen. Pauli verður helst tøkur Einasta veruliga ivamálið í hópinum undan dystinum mikukvøldið er Pauli G. Hansen. Pauli fekk eina harðliga stempling á leggin móti dystarenda mikukvøldið, og at byrja við bóru menn ótta fyri, at talan kanska var um heilt álvarsligan skaða. Ein vitjan á røntguni staðfesti tó, at talan ikki var um nakað brot, men beinið er tó rættiliga hovið. - Eg bæði vóni og rokni við, at eg eri tøkur mikukvøldið. Enn er tó best at binda nøkunlunda frið, men tað gongur rætta vegin hampuliga skjótt, segði Pauli undir venjingini mánadagin. Jákup aftur á miðvøllinum - Tað er einki at ivast í, at trýstið verður øgiligt fyrstu longu løtuna. Og megna vit at koma livandi gjøgnum tann partin, so kann dysturin gerast heilt góður fyri okkara viðkomandi, sigur Jákup á Borg undan dystinum ímóti Fraklandi Fremad-venjarin saknar Andrew