týsdagur 10. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 195 - 10. oktober 2006 ]
Svimjingin fingið
nýggjar yvirdómarar
Svimjisambandið hevur í eina tíð manglað hjálparfólk
til døming í svimjikappingum, og saknur hevur eisini
verið í yvirdómarum, síðani Jon Hestoy og Sørin S.
Djurhuus góvust. Heimasíðan hjá Svimjisambandinum
skrivar, at nú er støðan betur. Í samstarvi við danska
svimjisambandið hava 30 hjálparfólk útbúgving, og um
vikuskifti fingu føroyingar tríggjar nýggjar yvirdómarar
í svimjing. Yvirdómararnir eru Dan Mikkelsen og Elin
Matras úr Klaksvík og Evald Rasmussen úr Tórshavn.
Snartíðindi í talvi
Helgi Dam Ziska telvar í døgunum 20-28. oktobur í
Calvia Chess Festival á Mallorka. 28 stórmeistarar eru
við og Helgi er styrkismettur nr. 46. Helgi hevur 2364 í
altjóða rating og manglar tí einans 36 ratingstig fyri at
fáa IM-heitið… Klaksvíkar Talvfelag bjóðar telvarum
til vikuskiftiskapping 13-15. oktobur. Fyrsta virðisløn er
2.500 kr. Teknið tykkum við at senda teldupost til ktf@
post.olivant.fo. 75 ára gamli Viktor Korchnoi (2607) vann
fyri viku síðani heimsmeistaraskapin fyri seniorar. Sigurin
gevur honum umleið 8-10 ratingstig, og tískil heldur
Korchnoi sær framvegis omanfyri 2600-markinum.
Í gjár var stór
móttøka hildin uppi
í ÍSF-húsunum.
Blómur og annað
var handað til
luttakararnar, sum
høvdu verið til Special
Olympics.
SPECIAL OLYMPICS
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Nógv fólk var komið saman
til móttøku í ÍSF-húsinum í
gjár. Móttøkan var til frama
fyri luttakarunum á Special
Olympics, sum fyri stuttum
komu aftur úr Rom við sera
góðum úrslitum.
Jón á Steig, kassameistari
í Ítróttarsambandinum fyri
brekaði, byrjaði móttøkuna
við at ynskja fólkið vælkom
num. Síðani segði hann nøk
ur orð um leikirnar og ynskti
luttakarunum tillukku við
góðu úrslitunum.
Tá Jón á Steig var lið
ugur at tala trein lands
stýrismaðurin í mentamál
um, Jógvan á Lakjuni, fram
at taka orðið. Jógvan var
sjálvur við til leikirnar í
Rom, og hann segði eitt
sindur um leikirnar, og um
sera góðu úrslitini, sum lut
takararnir fingu har niðri.
Ein ótrúligur stemningur
Jógvan á Lakjuni var við til
setanina av leikunum nið
ri í Rom, og hann sigur,
at har var ein ótrúligur
stemningur.
- Tað var heilt fantastiskt,
tá vit vóru til setanina. Tað
var fýrverk og góður rómur,
og tað var ein góð kensla, tá
eg sá føroysku luttakararnar
koma gangandi inn á stad
ion.
Hann segði eisini, at fólk
ini vóru sera blíð, og at man
føldi seg, sum ein partur
av eini stórari familju, tá
man var niðri til leikirnar
í Rom.
- Vit vóru sera væl mót
tikin niðri í Rom. Har vóru
fólk úr øllum londum, og
øll vóru glað og blíð. Eg føl
di meg, sum partur av eini
stórari familju. Tað var eitt
ótrúliga gott følilsi.
Luttakarar og leiðarar
fingu blómur
Tá Jógvan á Lakjuni var lið
ugur við sína talu, handaði
hann teimum seks luttaka
runum og teimum trimum
leiðararunum, sum vóru
við á túrinum, blómur.
So var móttøkan í sjálvum
sær liðug, og fólk róptu eitt
trífalt hurra fyri røsku lut
takarunum.
Eftir hetta fingu vit orðið
á tríggjar av luttakarunum.
Apolobia Justesen helt tað
vera sera stuttligt at vera til
leikirnar.
- Ja, hatta var stuttligt.
Tað gekk væl hjá okkum,
og hetta er nakað, sum eg
heilt sikkurt kundi hugsa
mær at gjørt umaftur.
Hesum vóru bæði Ragn
valdur Jensen og Kristian
Martin Garðalíð samdir í.
- Hatta var øgiliga stutt
ligt. Tað var serliga stuttligt
at sleppa at royna seg ímóti
fólkið, sum eru í somu
støðu sum vit, segði Ragn
valdur Jensen.
Kristian Martin Garðalíð
var skjótur at taka undir við
honum.
- Ja, tað var stuttligt at
kappast við fólk í somu
støðu. Men tað var eisini
stuttligt at vera saman við
fólki við somu brekum. Har
vóru fólk frá øllum lond
um, so hetta var nakað heilt
serligt.
Nógv fólk frá nógvum
ymiskum londum
Á Special Olympics tóku
føroyingar lut í svimjing
og frælsum ítrótti, men
har
vóru
eisini
aðrar
ítróttargreinar við á leikun
um. Har vóru m.a. kurva
bóltur, fótbóltur, fimleikur,
boccia og bowling.
Luttakarnir á leikunum
vóru frá nógvum ymiskum
londum, og hetta var nakað,
sum føroyska luttakarnir
hildu vera sera stuttligt.
Føroyska
luttakararnir
fingu sera góð úrslit á leik
unum, og teir komu heim
við fleiri medaljum frá
túrinum. Føroysku luttak
arnir á túrinum vóru: Krist
ian Martin Garðalíð, Apol
onia Justesen, Súsanna
Johannesen,
Ragnvaldur
Jensen, Magnus Olsen og
Maiken Olsen.
Leiðararnir í føroyska
ferðalagnum vóru Mariann
Øster, Halla Weihe Reinert,
Sonni Djurhuus og Tóra
Hansen.
Stór móttøka fyri Special
Olympics luttakarum
- Vit vóru sera væl móttikin niðri í Rom. Har vóru fólk úr øllum londum, og øll vóru glað og blíð. Eg føldi meg, sum partur av eini
stórari familju. Tað var eitt ótrúliga gott følilsi. Hetta sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni.
- Her síggja vit 3 av
leiðarunum, ið vóru við á
túrinum. Teir eru Mariann
Øster, Halla Weihe Reinert
og Sonni Djurhuus. Av
leiðarunum er Tóra Hansen
ikki við á myndini, tí hon
mátti beinleiðs aftur Noregs
eftir túrin.