Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 195 - 10. oktober 2006 ] KÍF vann tryggan sigur á SÍ sunnudagin. Tað var ongantíð nak­ar ivi um, hvat var betra liðið, og 3-0 sig­urin talar fyri seg. TB og Dráttur fingu eis­ini góða byrjan, tá tær vunnu á ávíkavist Mjøl­nir og ÍF. Hjá mon­nu­n­um fingu bæði havnarliðini, Fram og Fleyr, góða byrjan uppá kapp­ing­ ar­árið. FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyrsti skrásetti dysturin bleiv spældur í høllini í Koll­a­firði sunnudagin, tá flog­bóltskvinnurnar hjá koll­firð­ingum tóku ímóti SÍ. Í 1. setti var ongantíð nak­a r ivi um úrslitið. KÍF førdi allan vegin og vun­ nu at enda settið 25-19. Tað var týðiligt, at KÍF stóð betri defensivt, og at á­lopið var meir fjøllbroytt. Har­a fturat sást væl, at SÍ hev­ði stórar trupulleikar at sleppa framvið blokkinum hjá KÍF. SÍ betri við Í ørðum setti kom SÍ betri við í dystin. Eftir eina sera góða byrjan frá KÍF, har tær komu á odda heili 7- 0, so tók SÍ annað skinn um bak, og fekk bart seg uppá javnleik 18-18. Tað sást tó á øllum brøgdum, at KÍF hevði fleiri strongir at spæla á, og tær megnaðu ei­s­ini at vinna 2. sett tepurt, 25-23. Í 3. setti var gongdin sum heild tann sama. KÍF dróg spak­u­liga frá allan dystin, og mitt í settinum førdu tær heili 15-7. Hesin munurin helt sær stórt sæð alt settið, sum endaði við 25-18 sigri til KIF. Tað var týðiligt, at SÍ hevði ov fáar strongir at spæla á. Karin Mikkelsen var einasta veruliga hóttan off­ensivt, og hetta høvdu kvin­nurnar hjá KÍF lagt sær í geyma. Harafturat var bæði verjan og álopið hjá KÍF meir fjøllbroytt, og tí var sigurin fult uppiborin. Sterkur blokkur Eft­ir dystin fingu vit orðið á Karin Mikkelsen hjá SÍ og venjaran hjá KÍF, Krist­ i­an Mikkelsen. Karin helt, at SÍ fekk øgiliga ringa byrj­ an uppá øll settini, og tí var ringt at venda gongdini seint í dystinum. - Vit fingu øgiliga ringa byrj­an øll settini, og tí fóru vit niður við nakkanum. Har­a fturat hevur KÍF ein krút­sterkan blokk, sum vit hava stórar trupulleikar at spæla okkum framvið. Her er venjarin hjá KÍF púra samdur við Karin. - Blokkurin riggaði sera væl í dag. Vit hava lagt stór­an dent á í venjingum at økja um avsettið upp til hetta kappingarárið, og tað sæst aftur i blokkinum í dag. Vit hava harafturat broytt plássini hjá onkrum av leikarunum, og hetta vísti seg at geva úrslit í dag, sig­ur Kristian Mikkelsen at enda. TB og Dráttur vunnu ei­sini Tvei­r aðrir dystir vóru eisini á skránni hetta vikuskiftið. Í høllini á Kambsdali tók ÍF ímóti meistarunum úr Drátti. Hesin dysturin bleiv sera spennandi. ÍF vann tvey tey fyrstu settini, men so kom vend í. Triðja og fjórða sett vunnu kvinnurnar hjá Drátti, og so mátti eitt fimta og síðsta sett til. Her vann Drátt­ur 15-10, og tí fingu tær eina góða byrjan uppá kappingina. Settúrslitini í dyst­in­um vóru: 25-14, 26- 24, 20-25, 20-25, 10-15. Vit frætta úr Fuglafirði, at sigurin hjá Drátti var uppi­borin. Tær vóru betri samanspældur, og tí gjørdist tað at enda ringt hjá ÍF at spæla upp ímóti liðnum hjá Drátti. Í hinum dystinum var Mjøl­nir á vitjan á Tvøroyri hjá TB. Her vann TB ein trygg­an 3-0 sigur, og vit fræt­ta, at eingin serligur ivi var um úrslitið. Settúrslitini vóru 25-20, 25-23, 25-15. Havnarliðini góða byrjan Á aðalfundinum hjá flog­ bólts­sam­ band­in­um bleiv upp­skot lagt fram, um flog­bólts­­felagið Fram aftur kundi gerast partur av bestu mans­deildini. Í fjør bleiv tað nógv umtala, at bert fimm lið vóru í meistaradeildini hjá monnum. Tí valdu fe­lø­g­ ini á aðalfundinum hjá FBF, at góðtaka uppskotið, og tí gjørd­ist Fram aftur partur av bestu deildini. Teir megnaðu at vinna teirra fyrsta dyst í kappingini, tá SÍ var á vitj­ an. Úrslitið gjørdist 3-1 til Fram. Settúrslitini vóru 21- 25, 25-14, 25-18, 25-15. Sostatt kann sigast, at SÍ fekk eina góða byrjan uppá dystin, men eftir at Fram var komið í gongd, so var eingin ivi um úrslitini. Síð­ stu trý settini vunnu Fram- leik­ar­ar­nir trygt. Í hinum dystinum vitjaði Mjøl­nir í Havn hjá Fleyr. Eisini her dróg havnarliðið long­ra stráðið, tá Fleyr vann 3-1. Settúrslitini vóru 25- 20, 25-22, 11-25, 25-23. Fleyr var drúgvari liðið í hesum dystinum. Sjálvt um settini vóru jøvn, so var Fleyr drúgvari, tá á stóð. Undan­ takið er sjálvandi 3. sett, tá Mjølnir hólvaði Fleyr av. Settúrslitini í Flogbólti Meistaradeild kvinnur: KÍF-SÍ: 25-19, 25-23, 25-18 TB-Mjølnir: 25-20, 25-23, 25-15 ÍF-Dráttur: 25-14, 26-24, 20-25, 20-25, 10-15 Meistaradeild menn: Fleyr-Mjølnir: 25-20, 25-22, 11-25, 25-23 Fram-SÍ: 21-25, 25-14, 25-18, 25-15 Silvurvinnararnir frá Neistanum fingu góða byrjan uppá hetta kappingarárið. Tær lótu ongan iva vera um, at tær vóru betra liðið, tá tær hólvaðu StÍF av í høllini á Hálsi sunnudagin. HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sunset deildin hjá kvinnum fór í gongd sunnudagin. Bert ein dystur var á skránni, har Neistin tók ímóti StÍF í høllini á Hálsi. Neistin lat ongantíð nak­ ran iva vera um, at tær vóru bet­ra liðið, og longu eftir fýra minuttum høvdu tær lagt seg á odda 4-0. So var støðið lagt, og leiðslan bara øktist, sum dysturin leið. Í hálvleikinum høvdu tær økt enn meir um leiðsluna. Tá var støðan 17-9 til kvinn­ur­ nar hjá Neistanum. Seinni hálvleikur byrjaði nakað sum tann fyrri. Neist­ in fekk fýra mál bein­an­veg­ in, og so vóru heili 12 mál á muni. Hesin munur var ov stórar hjá stranda kvinnum at taka aftur, og sum dyst­ur­ in leið bleiv munurin økt­ur enn meir. Tá dómarin floyt­ aði fyri seinastu ferð var støðan 32-17, og tað var ongantíð nakar ivi um sigur­ in sunnudagin. Breiddin á muni Eftir dystin fingu vit orðið á Rakul Augustinussen. Hon segði, at tað var stórur mun­ur á liðunum báðum, og at sigurin ongantíð var í vanda. - Sjálvt um vit ikki spældu so væl í dag, so var sigur­in ongantíð í vanda. Tað er týðiligt, at vit hava nógv fleiri strongir at spæla á. Vit kunnu skifta út allan dystin, soleiðis at frískir leik­­ar­ar eru á vøllinum all­ an dystin. Góð byrjan í nýggju høllini Myndatekstur KÍF flogbólt: - Blokkurin riggaði sera væl í dag. Vit hava lagt stóran dent á at økja um avsettið í venjingum upp til hetta kappingarárið, og tað sæst aftur i blokkinum í dag, sigur venjarin hjá KÍF, Kristian Mikkelsen. Neistin góða byrjan Liðleiðarin í sjónvarpinum Tað fylgja nógvar uppgávur við, tá tikið verður av sessinum sum liðleiðari hjá fótbóltslandsliðnum. Tað mátti Birgir Hansen eisini sanna mánadagin. Vanliga røkir hann uppgávuna at halda skil á øllum tí, sum hoyrir eini venjing til, men hesa ferð varð hann so noyddur at stilla upp framman fyri myndatólið, tá fronsku sjónvarpsrásirnar gjørdu síni innsløg til upptakina. Birgir tóktist tó ikki at himprast, men royndi at greiða frá, hvussu føroyska liðið fyrireikar seg, soleiðis at best møguliga úrslitið fæst til høldar móti Fraklandi.