mikudagur 11. oktober 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 11. oktober 2006
3
tíðindi
Pf. Inni hevur
fýra vinnu- og
handilsbygningar á
sølulistanum
Handil
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað gongur ikki so skjótt
at selja vinnubygningar
sum sethús, men í báðum
førum hevur tað týdning,
hvar bústaðurin er. Teir
seinastu mánaðarnar hevur
meklaravirkið Pf. Inni havt
nakrar vinnubygningar á
sølulistanum, men hóast
teir standa har enn, merkir
tað ikki, at eingin áhugi
er, sigur stjórin í Pf. Inni,
Jónsvein Mortensen.
Best kendi vinnubygn
ingurin á sølulistanum er
Hotel Norð á Viðareiði,
sum eigarin, Jógvan Heine
sen, hevur gjørt av at selja.
Enn hevur Pf. Inni ikki
fingið nakað boð upp á
hotellið, men ein áhugaður
keypari er kortini. Jónsvein
Mortensen sigur, at tey
hava júst útvegað eina frá
greiðing um hotellið, og
hvørjum standi tað er í, og
hann væntar at frætta aftur
í næstum.
Hotel Norð er 1100 fermetrar
í tveimum hæddum og er bygt í
1975 og í 1990. Hotellið hevur
15 dupultkømur og matstovu
til 280 fólk.
Bara eitt boð
Hinir tríggir vinnubygning
arnir, sum Pf. Inni hevur
á sølulistanum, eru málara
virkið hjá Henning Sørensen
á Argjum, bygningurin hjá
JT Electric á Kambsdali og
ein handilsbygningur mið
skeiðis í Klaksvík.
Ein keypari hevur boð
ið 4 mió. krónur fyri mál
aravirkið á Argjum, men
seljarin hevur ikki tikið av
tilboðnum. Hesin bygning
urin, sum er 733 fermetrar í
trimum hæddum, er bygdur
í 1990.
Bygningurin
hjá
JT
Electric á Kambsdali er
1.000 fermetrar í tveimum
hæddum
og
bygdur
í
2002/3. Eigarin vil hava
7 mió. krónur fyri hann,
men enn hevur Pf. Inni ikki
fingið nakað boð.
Miðskeiðis í Klaksvík
er ein handilsbygningur til
sølu. Hann er 240 fermetrar
í tveimum hæddum, og
eigarin vil hava 4 mió.
krónur fyri hann. Jónsvein
Mortensen sigur, at onkur
keypari hevur víst bygn
inginum áhuga, men enn er
einki beinleiðis boð komið
upp á hann.
Áhugi fyri Hotel Norð
Astma & Allergi Felagið
Astma & Allergi
í Miðlon
14. oktober kl. 13-15
Ymisk umboð frá Heilsu -
verkinum og apotekinum
luttaka, umframt Angela
og Hannibal
Enn hevur eingin bjóðað upp á Hotel Norð, men áhugi er fyri hotellinum.