mikudagur 11. oktober 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 196 - 11. oktober 2006
Fronsku miðlarnir rokna við,
at Frakland veruliga skal
geva Føroyum ein frammaná
Tað ljóðar kanska sjálvsagt, men eftir tapið í
Skotlandi er kravið um stórsigur enn meira
treytaleyst frá miðlunum, sum vilja Domenech
at seta fulla ferð á álops spælið, tá hann sendir
sínar menn á vøll in.
Ein lítil speisk ávaring verður tó send frá stóra
ítróttarblaðnum, L’Equipe, har skemtiteknari
teirra tykist bera ótta fyri, at tað kanska ikki
verður heilt so lætt kortini. Á tekningini sýnir
hann ein franskan landsliðsspælara – líkist
Thierry Henry – í ferð við at sláa ein boksisekk
niður, og tað er jú tað, sum roknað verður við.
Ávaringin sæst tó greitt í tekningini. Tí fyri
stuttum hevur sekkurin – Skotland – sligið aftur,
og tí liggur eisini ein fraklendingur niðursligin á
myndini.
Eisini okkara egni Óli P hevur gjørt sína
viðmerking til dystin í kvøld.
Skulu
BANKA
Føroyar