mikudagur 11. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 11. oktober 2006
5
tíðindi
Kári P. Højgaard,
virkandi formaður
í havnanevndini hjá
Runavíkar kommunu,
sigur, at kommunan
hevur gjørt alt, sum
myril Line hevur
biðið teir um at
gera í sambandi við
atløguna hjá Norrønu
í Saltangará
Skipaferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri kom fram, at
Smyril Line og Klaksvík
ar kommuna eru í sam
ráðingum um, at Ánirnar
skulu verða alternativa
havnin hjá Norrønu í vetur,
tá mett verður, at ikki er
atkomandi í Havn.
Fylgja tilráðing
Í samrøðu við Portalin,
segði Tummas Magnuss en,
stjóri í Smyril Line, at
felagið hevur valt at fylgja
tilráðingini
hjá
teirra
skiparum sum siga, at
Ánirnar eru besta alternativa
havnin hjá Norrønu um
veturin.
Stjórin sigur seg vænta, at
avtalan millum Smyril Line
og Klaksvíkar kommunu
kemur upp á pláss um
nakrar dagar.
Flestum kunnugt hevur
Norrøna brúkt Runavíkar
havn, tá ið ikki hevur
verið atkomandi í Havn.
Ein av gomlu skiparunum
hjá Smyril Line, Ólavur
Hovsgarð,
hevur
áður
sagt, at Skálafjørðurin við
Runavíkar havn eigur bestu
havn í Føroyum.
Kári P. Højgaard er
virkandi
formaður
í
havnanevndini hjá Runa
víkar kommunu, nú for
maðurin, Klæmint Østerø,
er burturstaddur.
Undrast stórliga
– Okkum tykir hetta ógvu
liga løgið. Mær vitandi
hava vit verið í dialogi við
Smyril Line um alternativa
havn, og mær kunnugt
hevur felagið als ikki vent
sær til okkum um, at teir
nú arbeiða við eini aðrari
alternativari havn, nevniliga
í Ánunum.
Kári sigur, at Runavíkar
kommuna hevur gjørt alt,
sum Smyril Line hevur
biðið teir gera í samband
við atløgu.
– Vit hava soleiðis gjørt
nýggjar pullartar, sett vind
mátara upp, og vit hava gjørt
tað soleiðis, at ferðafólkini
kunnu avgreiðast – og eisini
tollavgreiðast.
Hann vísir á, at skal
kommunan
gera
stórar
íløgur
við
havnalagið,
er sjálvandi neyðugt, at
Smyril Line kann tryggja
kommununi ein ávísan
»regularitet« gjøgnum vet
urin, soleiðis at íløgurnar
vinna seg innaftur.
Misálit á fjørðin
– Men hóast Runavíkar
havn hevur verið alternativ
ið hjá Norrønu, hava vit
einki petti hoyrt um, at
Smyril Line nú arbeiðir við
einum øðrum alternativi.
Hetta
harmar
okkum
almikið, og vit standa
rættiliga spyrjandi.
Kári P. Højgaard heldur,
at tað, sum er uppaftur
verri í hesum sambandi,
er, at felagið vísir til eina
sonevnda
tilráðing
hjá
skiparunum, sum mæla til
Ánirnar.
– Hetta kann eisini skiljast
sum ein ávís misálitisváttan
á Skálafjørðin og Runavíkar
havn sum trygg havn.
Og tað sigur virkandi
havnanevndarformaður
in seg als ikki skilja, tí
honum
kunnugt
hevur
Skálafjørðurin altíð verið
mettur
sum
tryggasta
havnin í Føroyum.
– Eg haldi meg minnast,
tá ið táverandi skiparin á
Norrønu, Ólavur Hovsgarð,
greiddi
frá,
hvuss u
fantastiska góð Runavíkar
havn er til Norrønu.
Meirkostnaður
Kári vísir á, at tað tekur
bert ein hálvan tíma til trý
korter hjá Norrønu at sigla
av Havnarvág og inn á
Skálafjørðin.
– Hinvegin skulu fólk
við teirri loysn, sum nú
verður arbeitt við, heilt
norður til Ánirnar fyri at
sleppa umborð á Norrønu,
og tað má onkusvgegna
hava
meirkostnað
við
sær, tá ið neyðugt eisini
verður at koyra í gjøgnum
gjaldstunnil fyri at koma til
og frá skipinum.
Og Kári heldur fram:
– Nei, eg skilji slett ikki
hesa ætlan, og eg skilji
enn minni, hvuss u tað ber
til, at Smyril Line ikki
hevur kunnað Runavíkar
kommunu um tað, sum
nú er í umbúna – og eftir
øllum at døma nú er við at
verða undir landi.
Hann leggur dent á, at
Runavíkar kommuna, sum
áður hevur hýst Norrønu,
einans hevur hoyrt hesi
tíðindi sum slatur – og í
miðlunum.
– Vit hava livað í teirri
trúgv, at Runavíkar havn
var alternativa havnin hjá
Norrønu, sigur hann.
Men hevur Runavíkar
kommuna møguleika at
taka nøkur stig, nú tað
vísir seg, at Smyril Line er
við at venda kommununi
bakið,
spurdu
vit
havnanevndarformannin.
Bjóða seg fram
– Vit kunnu bara bjóða
okkum fram, sum vit alla
tíðina hava gjørt. Norrøna
hevur fleiri ferðir ligið her
hjá okkum, og mær vitandi
hevur samstarvið verið gott.
Vit hava havt eftirmetingar
og hava verið í dialogi við
Smyril Line alla tíðina,
sigur Kári.
Hann vísir á, at tá ið
Norrøna seinast var fyri
óhappið og skuldi koma
inn á Skálafjørðin, fekk
Runavíkar kommuna einki
at vita, fyrr enn skipið
nærkaðist Toftum.
– Tá lá ein stórur eystur
lendskur trolarin við pierin,
sum hevði trupulleikar
við motorinum. Høvdu vit
fingið eitt sindur longri
skotbráð, høvdu vit funnið
út av at loyst málið á ein
annan og betri hátt, har vit
høvdu flutt skipið. Norrøna
gjørdi tá eina roynd at
leggja at við oljubryggjuna,
men hildið var, at vindurin
var ov nógvur. Hetta er
mær vitandi einastu ferð,
at Norrøna hevur verið
inni á Skálafjørðinum og
ikki hevur fingið lagt til
bryggju. Men tað hevði so
eisini sína orsøk, sigur ein
vónbrotin Kári P. Højgaard
at enda.
– Vit eru vónbrotin av Smyril Line
- Vit kunnu bara bjóða okkum fram, sum vit alla tíðina hava gjørt. Norrøna hevur fleiri ferðir ligið her hjá okkum, og mær vitandi hevur samstarvið verið gott. Vit hava
havt eftirmetingar og hava verið í dialogi við Smyril Line alla tíðina, sigur Kári P. Højgaard, sum vegna Runavíkar kommunu er ógvuliga vónbrotin av, at kommunan
einki hava frætt um ætlaninar hjá Smyril Line at fara til Ánirnar við Norrønu
- Úttalilsini hjá stjóranum í Smyril Line, Tummasi Magnussen,
kunnu skiljast sum ein ávís misálitisváttan á Skálafjørðin og
Runavíkar havn sum trygg havn, sigur Kári P. Højgaard, virkandi
havnanevndarformaður
Mynd: Vilmund Jacobsen