Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 196 - 11. oktober 2006 ] Talvið hesa vikuna Topalov,V (2813) - Kram­nik,V (2743) HM (9. talv), 07.10.2006 1.d4 d5 2.c4 c6 3.Rif3 Rif6 4.e3 Bf5 5.Ric3 e6 6.Rih4 Bg6 7.Rixg6 hxg6 8.a3 Ribd7 9.g3! Be7 10.f4! (g3 og f4 hugskotið hevur Topalov fingið frá ein av sín­ um hjálparum, GM Fran­cis­co Vallejo. Ætlanin er m.a. spakuliga at kroysta svørtu støðuna) 10...dxc4 11.Bxc4 0–0 12.e4 b5 (Kram­nik og Topalov hildu báð­ir aftan á talvið lítið um hend­an leik. Kramnik segði seg ikki hava nakra ætlan og valdi tískil at skumpa b-finnuna frameftir. Rib6 var helst ein betri roynd) 13.Be2 b4 14.axb4 Bxb4 15.Bf3 Fb6 16.0–0 e5 17.Be3 (Svartur tykist ikki at hava fingið nakað muna­gott burtur úr Fb6 og e5-ætlanini) 17...Rad8 18.Ria4 (Aftan á talvið segði Kramnik, at longu um hetta mundið helt hann seg ha­va tapta støðu!) 18...Fb8 19.Fc2 exf4 20.Bxf4 Fb7 21.Rad1 (Topalov telvar nú sera sannførandi. Kettan er far­in eftir músini) 21...Rfe8 22.Bg5 Be7 23.Kh1 Rih7 24.Be3 Bg5 25.Bg1 Rihf8 26.h4 Be7 27.e5! (Hvat kann svartur gera?) 27...Rib8 28.Ric3 Bb4 29.Fg2 Fc8 30.Rc1 Bxc3 31.bxc3 Rie6 32.Bg4 Fc7 33.Rcd1 Rid7 34.Fa2! Rib6 35.Rf3 Rif8? (Ein feilur í nærum vónleysari støðu. Kramnik er í villareiðu) 36.Rdf1 Re7 37.Be3 Rih7 Støðumynd Íslendingur vil keypa West Ham The Times skrivar í dag, at ein íslendingur hevur givið fótbóltsfelagnum West Ham eitt tilboð um at yvirtaka felagið. Íslendingurin, sum talan er um, skal verða Eggert Magnusson, sum er formaður í íslendska fótbóltssambandinum. Magnusson ætlar sær at leggja 400 milliónir krónur av sínum egnu pengum í eitt tilboð, sum samanlagt ljóðar á 800 milliónir krónur. - Hetta er ongan veg komið enn. Vit hava víst okkara áhuga, men tað er nógv eftir enn, sigur Eggert Magnusson Tvey talv resta í HM- dystinum millum Veselin Topalov og Vladimir Kramnik. Støðan er 5-5, og sannur dramatikkur hevur valdað handan leikpallin Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Áðrenn vit hyggja nær­ri at talvgongdini, venda vit eyguni ímóti drama­tikk­in­ um. Í stuttum – og við fyri­ var­ni – kann sigast: Aftan á fjórða talvið klag­ a­ði máttmikli venjarin og um­boðs­maður Topalovs, Sil­vio Dainalov, vegna Topa­lov um nøkur serlig við­ur­skif­ti. Óbeinleiðis klag­að­i Team Topalov um, at Kramnik nýtti tøkniliga hjálp. Dainalov segði, at Kram­nik var óneyðuga ofta á baðirúminum. Upp til 25-50 ferðir meðan telvað varð. Baðirúmið er einasta stað­ið í bygninginum, sum ikki hevur sjónvørpu. Ein skrivlig klaga um hesi við­ur­skif­ti, umframt nøkur ynsk­ir, komu á klaguborðið hjá altjóðu talvsamgonguni FIDE. Kramnik og hansara menn vór­ðu sjálvsagt skelkaðir av ákærunum. Kramnik seg­ði, at hann nýtti rúmliga baði­ rúm­ið til at ganga runt í og hug­leiða um talvið, meðan Topa­lov hugsaði um sínar leik­ir. Í fyrstu atløgu fekk Topalov viðhald í, at teir skul­du hava eitt felags baði­rúm, heldur enn eitt í part. Kramnik mótmælti við at ikki møta upp til fimta talvið. Topalov vann tí­skil talvið uttan at flyta ein leik. Talvheimurin var nú á gosi. Topa­lov og hansara menn eru skurkar, ið einans skapa seg fyri at ávirka Kramnik, ljóð­ ar ein atfinning. Eis­ini á kjaktorginum á www. faroe­chess.com, eru nógvar hvass­ar meiningar at lesa. Tey flestu meina, at talan er um skitið sálarligt spæl og trýst. Kramnik hevur fingið stuðul frá mongum sterkum stór­meis­tar­um, eitt nú frá Ana­toly Karpov, Viktor Korch­noi og Peter Svidler. Eftir fleiri áheitanir, valdi Kramnik at halda fram, hóast hann hótti við at gevast í ótíð. Kramnik fekk sítt egna baðirúm aftur og teir kundu halda fram. Men tapið í 5. talvinum stóð við. Ein øgiligur hurlivasi, sum ikki minnir okkum sørt um Fischer-Spassky í 1972, tá Fischer klagaði um alt frá stólum til ljósviðuskifti. Mun­ur­in er tó, at Topalov – og kanska serliga Dainalov – fór beinleiðis eftir mót­ støðu­mann­in­um. Helst eru onnur við­ur­ skif­ti í hesari sak, sum vit ikki vita um. Í øllum førum tykjast Topalov og Kram­nik sinnaðir at avgera dyst­in við talvborðið, og á mynd­ um frá HM sæst einki til illvilja hjá Kramnik mót­ vegis Topalov. Óstøðugt og spennandi Topalov legði út sum ein leyva fyrstu tvey talvini. Hann hevði góðar støður, men tað varð Kramnik, sum vann bæði talvini. Eft­ir tveir javnleikir, kom øll orrustan undan fimta talv­in­um. Kramnik helt á við góðu telvingini í sætta og sjeynda talvinum, sum bæði endaði jøvn. Men so kom vend í. Topa­ lov fekk við eitt øgiliga orku og telvaði sum ein heims­meist­ari næstu tvey talv­ini. Hann vann sær leið­ sl­una og tey flestu væntaðu at Kramnik var knekkaður. Mong mettu, at ákærurnar um snýt hevði svøltað Kram­nik. Men so varð als ikki. Í 10. talvinum vann Kram­nik leikandi lætt. Topa­lov hevur skapt tey flestu talvini. Hann hevur telv­að álopssinnað og til tíð­ir vakurt. Men Topalov hev­ur eisini gjørt óskiljandi feil­ir. Kramnik hevur verið sum vant varin. Hevur ikki skarað fram úr, men hev­ur hinvegin ikki leikt so nógv­ ir feilir. Støðan er 5-5 áðrenn 11. talvið, sum verður telv­að í dag, 10. oktobur. Hós­dag­in verður tólvta og seinasta talv telvað. End­ ar dysturin javnur, verð­ur kviktalvsumdystur leik­t­ur og møguliga eisini snar­telv­ ing. Hickersberger er kroystur Tá ið Føroyar vunnu tiltikna sigurin á Eysturríki í Landskrona, æt venjarin hjá Eysturríki Josef Hickersberger. Hann fekk eftir tapið á Føroyum sekkin, men nú er hann aftur landsliðsvenjari hjá Eysturríki. Fríggjakvøldið var um reppið, at hann upplivda eina endurtøku av Landskrona-dystinum, tí Liktinstein var á odda í dystinum ímóti Eysturríki, sum við bit og slit tó vann 2-1. Nú er Hickersberger undir trýsti áðrenn venjingardystin ímóti Sveis í kvøld. Eysturríki er annar av vertunum fyri EM-endaspælinum í 2008, og tí spælir landið ikki við í undankappingini. Kramnik hótti við at rýma frá HM-dysti Kramnik og Topalov telva spenanndi og hendingaríkan HM-dyst ímóti hvørjum øðrum Mynd: Polfoto Veselin Topalov 2813 0 0 = = (1) = = 1 1 0  5 Vladimir Kramnik 2743 1 1 = = (0) = = 0 0 1  5 Støðu­mynd eftir 37…Rih7 38.Rxf7! Rid5 (38…Rxf7 39.Rxf7 Fxf7 40.Be6) 39.R7f3 Og Kramnik tímdi ikki at telva víðari við finnu færri og nógv verri støðu 1–0