Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 196 - 11. oktober 2006 ] Eitt stjørnusett franskt lið ætlar at reisa seg eftir tapið ímóti Skotlandi leygardagin. Henry og Saha mynd álopið hjá liðnum Frakland Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo (Sochaux, Frakland): Eftir øllum at døma verður tað blást til álop frá fyrsta briksli, tá føroyska landsliðið fer i franska eldin í kvøld. Tað stendur í øllum førum fast, um hugt verður at uppstillingini, sum fraklendingar væntandi tveita á vøllin í kvøld. Á pappírinum er talan um 4- 4-2, men í nógvar mátar tykist talan heldur vera um 4-2-4, har stórt trýst skal leggjast a føroyska liðið langt frammi á vøllinum. Blaðið, le Republikan, roknar við, at uppstillingin hjá Fraklandi verður hendan: Mickael Leandreau - Willy Sagnol, Lilian Thuram, Jean Alain Boumsong, Julian Escudé - Franck Ribery, Claude Makelele, Patrick Vieira, Florent Malouda - Thierry Henry, Louis Saha. Talan er um eitt stjørnusett franskt landslið, sum telist millum tey sterkastu í heiminum. Venjarin ávarar Franski landsliðsvenjarin ávarar sínar spælarar ímóti at kenna seg ov tryggar í at vinna sínar dystir. - Eg ávaraði spælararnar undan dystinum ímóti Skotlandi, og tað geri eg eisini áðrenn dystin ímóti Føroyum, segði Raymond Domenech á tíðindafundi í gjár. - Hetta verður einn trupul bólkur. Skotland gav okkum stórar trupulleikar, og nú skulu vit kappast við teir um fremsta plássið í bólkinum, segði Domenech. Føroyska liðið hevði seinastu venjingina undan dystinum í Fraklandi í gjár, og nú verður bara bíðað, til dysturin verður blástur ígongd klokkan 20 føroyska tíð Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo (Sochaux, Frakland): Land­s­lið­ið var og van­di á Auguste Bonal-leik­vøll­in­ um, sum er heimavøllur hjá Soc­haux. Talan er um eitt vak­urt hugnaligt stadion, har einir 20.000 áskoðarar rúm­ast. Tað í sjálvum sær ger helst, at umstøðurnar eru minni ræðandi, enn tær annars kundu verið, og har­ til tykist vøllurin eisini hósk­ að okkara monnum væl. Bæði tí undirlendið tóktist rætt­­i­l­iga fast, og tí vøllurin ikki hevur maksimalu stødd­ina. Tað vil siga, at met­rar­nir í bæði longd og breidd eru færri, og hetta vil alt annað líka vera ein fyr­i­munur hjá einum liði, sum fyri tað nógva kemur at standa í verjustøðu. Fáar broytingar Og tað koma okkara uttan iva. Taktikk fundurin hjá hóp­in­um varð ikki fyrr enn um døgurðaleitið í dag, men tað er nokk eingin sum helst orsøk at ivast í, at uppleggið verður sera verju­kent. Og eins lítil ivi man vera um, at uppstillingin í størst møg­u­lig­an mun verður tann sama, sum hon var mó­ti Litava leygardagin. Ein­asta ivamálið í so máta er Pauli G. Hansen, sum enn ikki hevur vant restini av hópinum. Sjálvur letur Pauli tó væl at, og vónin er fram­veg­is, at hann er tøkur til dystin. Um so er, at Pauli ikki fær tikið lut, verður tað Kári Nielsen, sum skal loy­ sa av á miðvøllinum. Tað gjørdi hann eisini týs­kvøld­ ið, tá taktiskar venjingar við verjupartinum stóðu á skrán­ni. Og so er spurningurin væl eisini, hvørt onkur taktisk just­er­ing verður gjørd. Ser­ stak­liga kann roknast við, at Rógvi Jacobsen verður tog­að­ur nakað aftur á vøllin, so hann í størri mun verð­ur hangandi áleypari í eini 4-4-1-1 uppstilling, sum helst sær soleiðis út: Jákup Mikkelsen – Atli Danielsen, Fróði Ben­jam­ in­sen, Vagnur Mohr Mor­ ten­sen, Marni Djurhuus – Jákup á Borg, Pauli G. Han­sen (Kári Nielsen), Mikk­jal Thomassen, Sím­ un Samuelsen – Rógvi Ja­cob­sen – Christian Høgni Ja­cob­sen. Tøgn undan dystinum Við dystarbyrjan í morgin verður tøgn í ein minutt í samkenslu við teimum, sum fórust í vanlukkuni í Stord. Hetta ynski hevur FSF sett fram á fundi við franska fótbóltssambandið, og tað varð alt fyri eitt eftirlíkað. - Vit vilja við hesum sýna okkara størstu samkenslu til tey, sum fórust í vanlukkuni og til tey, sum sita eftir. Hendingin hevur ávirkað okkum øll í ferðalagnum, og tað er eingin ivi um, at okkara tankar eru hjá teimum, sum eru rakt av hesum, sigur FSF-forsetin, Óli Holm, sum eisini er partur av ferðalagnum í Fraklandi. Mikkjal helt frí Mikkjal Thomassen tók ikki lut í venjingini týsdagin, men sjálvur staðfesti hann tó greitt, at talan ikki er um nakrar stórvegis trupulleika. - Eg havi verið eymur í hælsinuni í longri tíð, og tí hildu vit, at tað var betri við hvíld í dag. Men eg ivist onga løtu í, at eg eri tøkur í morgin, sigur Mikkjal. Frakland leypir á frá fyrsta bríksli Komið so við kanónunum Um Pauli G. Hansen ikki verður til reiðar at spæla í kvøld, er lítil ivi um, at Kári Nielsen verður avloysarin á sentrala miðvøllinum Thierry Henry, sum her tosar við pressuna á tíðindafundi í gjár, skal spæla í franska álopinum saman við Louis Saha Mynd: Jákup Mørk