Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 196 - 11. oktober 2006 ] KÍ fór ósigrað ígjøgnum meist­ ara­bólkin hjá smá­ dreingjum í ár, og liðið úr Klaksvík vann føroyameistaraheitið framman fyri HB og TB Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 18 dystir hava KÍa smá­ dreingir spælt í meist­ara­ bólkinum í ár, og ongantíð hava teir tapt. 16 ferðir vunnu teir, og tvær ferðir endaði við javnleiki. Hetta var eitt sannførandi avrik hjá KÍ í eini kapping, sum ofta hevur verið tøtt og spenn­andi. Í grundspælinum var stór­ ur munur millum KÍ og hini liðini. KÍ vann allar sínar dystir, meðan hini liðini tóku stig frá hvørjum øðrum. Tí endaði KÍ 11 stig frammanfyri nummar 2 í grundspælinum. Reglarnar eru soleiðis, at eftir grundspælið fær vinnari trý stig, nummar 2 fær tvey stig og hini fáa eitt stig, og tí stóð mest sum á jøvnum millum øll liðini, tá farið varð undir endapælið. Í endaspælinum vóru seks lið – KÍ, HB, TB, EB/Streymur, B36 og SÍF. Liðini spældu tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum – sam­anlagt 10 umfør – og fremsta liðið vann FM. Tættari endaspæl Endaspælið var tættari enn grundspælið, men ongantíð eydnaðist tað hinum liðunum at koppa KÍ. KÍ hevur serliga kapp­ ast við HB og TB, og sam­ anlagt hevur KÍ spælt fýra dystir ímóti hvørjum av hesum báðum liðum. KÍ vann tríggjar ferðir ímóti hvørjum av hesum liðum og spældi ein javnleik ímóti hvørjum av teimum. Avgerandi dystirnir í kappingin vóru ímóti end­ anum av kapp­ingar­árinum, og tá var KÍ við yvirlutan. KÍ vann 2-0 á HB í Havn og 1-0 á TB í Klaksvík. Tað hevur verið eyðsýnt ígjøgnum kappingina, at KÍ smádreingirnir hava spælt góðan fótbólt, og tað vóru eisini teir úr Klaksvík sum at enda vunnu gullmerkini og FM-heitið. Tá seinasti dysturin hjá KÍ smádreingjum var spældur í Klaksvík herfyri, vóru nærum 200 fólk og hugdi eftir dystunum, og tað sigur ikki so lítið um áhugan fyri sterka og vælspælandi liðnum. KÍ best hjá smádreingjum Smádreingir – meistarabólkur 1. KÍ 10 8-2-0 37-7 29 2. HB 10 8-1-1 54-12 27 3. TB 10 6-1-3 34-14 20 4. EB/Str. 10 2-1-7 17-40 8 5. B36 10 1-2-6 13-39 6 6. SÍF 10 1-1-8 11-54 5 KÍ er føroyameistari í smádreingjadeildini 2006. Aftan frá vinstru: Eyðun Klakstein, venjari, Ivan Joensen, Heri Klein Olsen, Helgi Samson, Teitur Hansen, Oddmar Marsten, Aksel Dalsgaard, Teitur Matras Gestsson, Sørmund Kalsø og Jákup Ziskason. Framman frá vinstru: Gunnar Christiansen, Vilhelm Vilhelmsen, Ragnar Danielsen, Andras Joensen, John Vernar Poulsen, Ísak Simonsen, Bárður G. Hansen, Heðin Klakstein og Mathias Petersen. Mynd: Guttorm Sørensen HB vann silvur hjá smádreingjum. Aftan frá vinstru: Ransin N. Djurhuus, venjari, Andras Vágsheyg, Jógvan S. Nolsøe, Niels Juul Nolsøe, Jógvan D. Ólavson, Rúni M. Danielsen, Sørin Samuelsen, Pál M. Joensen, Hallur Hansson og Laurits í Króki, venjari Framman frá vinstru: Samson H. Helmsdal, Páll H. Jacobsen, Ari Johannesen, Janus Isaksen, Dánjal Pauli í Búðini, Jónberg á Mýrini, Tórður Sjúrðarson og Ludvík Súnason Mynd: Áki Bertholdsen TB vann bronsu hjá smádreingjum. Aftan frá vinstru: Jens Thomsen, Ólavur Hauritz, Fróði Jensen, Hjørtur Bjørgvinsson, Ólavur Sigurheim, Arthur Poulsen, Hugin Albinus, Gilli Sørensen, Magnar Vang og Pól F. Joensen, venjari Framman frá vinstru: Rógvi Sveinsson, Jákup Thomasen, Ragnar Joensen, Tóki Brattalíð, Rógvi Joensen, Teitur Justinussen, Ingi Poulsen, Jónhard Ferjá og Martin Midjord Mynd: Birgir Waag Høgnesen