Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 196 - 11. oktober 2006 ] FM-heitini í yngru deildunum vóru spjødd kring alt landið í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Feløg kring alt landið vóru við í stríðnum um FM-heiti og gullmerki í hesum kapp­ ingarárinum. Okkurt árið hevur høv­ uðsstaðurin sitið á stórum parti av FM-heitinum, men soleiðis er ikki longur. Feløgini kring landið eru væl við í FM-kappingunum, og í ár vunnu seks ymisk feløg tey 9 føroyameistaraheitini í yngru deildunum. HB vann unglingadeild­ ina, piltadeildina og smá­ gentudeildina. KÍ vann smá­dreingjadeildina og Gent­ur 10-12. VB/TB vann dreingja­deildina, AB vann gentu­deild­ina, B68 vann smá­pilta­deildina og B36 vann pinkudeildina. Fótbóltur hjá børnum og ungum snýr seg ikki bara um at vinna, tað snýr seg millum annað eis­ini um at menna góðar fót­ bólts­spælarar, skapa virk­ semi millum børn og ung, geva børnum hóskandi av­bjóðingar í einum sunn­ um umhvørvi og at strimbra ein góðan felagsskap. Fótbólturin er ein sera væl umtókt ítróttargrein kring alt landið, og hundraðtals børn eru virkin í fótbóltinum summarhálvuna. Harafturat er tað eisini hugaligt fyri føroyskan fótbólt, at feløg kring alt landið eru við at vinna FM og gullmerki. Ítróttar-Sosialurin ynskir øllum føroyameistarum hjartaliga tillukku. Nógv feløg vunnu FM HBa og HBb vunnu all­ar sínar dystir í innleið­ andi bólkinum og fóru bæði víðari uttan at lata eitt mál ígjøgnum. Í hálv­ finalubólkunum fingu tey eitt sindur størri mótstøðu. HBa kom víðari uttan at tapa ein dyst. Teir vunnu 14 dystir og spældu tveir javnar. HBb kláraði tað næstan líka væl. Teir spældu bert 12 dystir, og her vunnu teir 10, spældu ein javnan og taptu ein. Bæði liðini komu sostatt í meistarabólkin, og venj­ ararnir høvdu vónir um at fáa tvey heiðursmerki. Í finalubólkinum gjørdi a-liðið hjá havnarmonnum bart og vann heili 15 dyst­ ir, meðan teir spældu ein javnan. Hjá b-liðnum gekst meir striltið. Teir lógu leingi í harðari kapping við TB um annað plássið, og tá síðsta kappingin fór í gongd í Suðuroy, var TB frammanfyri. Her kiks­aði TB tó, og HBb kundi so gleðast um silvur­heiðurs­ merkini og harvið eitt heilt fantastiskt ár hjá HB-pilt­ unum. Annar av venjarunum hjá HB, Høgni Eriksen, heldur, at hetta var eitt ótrúliga flott úrslit. - Hetta følist gott. Dreing­ irnir hava klárað tað ótrú­ liga væl, so vit eru sum vera man væl nøgdir. Í fjør spældu hesir leikararnir heil­ an vøll, men eg haldi ikki, at broytingin hevur nervað teir nakað. Áðrenn síðsta umfar í Suðuroy lá b-liðið á triðja plássi, og tað hevði ikki verið heilt tað sama, um teir ikki høvdu vunnið silvur. Tað gjørdu teir tó, og hetta eru vit ómetaliga glaðir fyri. Piltar Royn piltar. Aftan frá vinstru: Jákup Midjord, venjari, Olgar Nielsen, Herálvur Thomsen, Jóan Hammer, Jónar Holm, Eyðun Ellendersen og Kristin Oluf Múller. Framman frá vinstru: Allan Múller, Jóan Petur Johansen , Teitur Midjord, Tóri Nattestad, Arnold West, Bjarni Poulsen, Uni Holm, Benjamin Miné Midjord og Erhard Willumsen Mynd: Áki Bertholdsen HBb tryggjaði sær silvur á seinasta leikdegnum í Vági Mynd: Bjartur V. Joensen Sørmund Kalsø, liðformaður, tekur ímóti FM-steypinum hjá KÍ smádreingjum Mynd: Guttorm Sørensen Milan Cimburovic og Jón Pauli Olsen, venjarar hjá dreingjaliðnum hjá VB/TB Fótbóltur er sera væl umtókt ítróttargrein millum børn kring landið alt Mynd: Áki Bertholdsen AB og Royn spílaðu seg út í seinasta umfarinum, sum varð spælt á grasvøllinum í Hvalba Mynd: Áki Bertholdsen