Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 196 - 11. oktober 2006 ] Piltadeildin leikti á fyrsta sinni bert á hálvum vølli, og her tók HB sær av bæði fyrsta og øðrum plássi. HBa megnaði enntá at leika alt kappingarárið uttan at tapa ein dyst FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyrstu ferð nakrantíð hevði føroyska fótbóltssambandið valt, at piltadeildina skuldi spæla á hálvum vølli. Meist­arabólkurin hjá pilt­ unum hevur altíð leikt á heilum vølli, men í ár vildi fótbóltssambandið royna nakað nýtt, sigur Niklas á Líðarenda, formaður í ung­ dómsnevndini hjá fót­bólts­ sambandinum. - Grundin til, at vit valdu at fara niður á hálvan vøll í piltadeildini, er heilt ein­ føld. Vit meta ein heilan vøll vera ov stóran fyri so ung børn. Hartil hevur tað eisini stóran týdning hjá børnum, at tey hava nógvar bóltrøringar, tí hetta hækkar tekniska støðið. - Tá ið liðini spældu heil­ an vøll, so vísti tað seg ofta, at nakrir av leikarunum høvdu alt ov fáar bóltrør­ ingar, og hetta hava vit valt at gera nakað við, so­leiðis at allir leikararnir á vøllinum nú sleppa at hava fleiri bóltrøringar. Niklas heldur eisini, at kappingin sum heild hevur lagað seg væl, men hann ásannar, at onkrir smáir trupulleikar komu til sjónd­ ar við nýggju skipanini. - Kappingin hevur gingið ómetaliga væl, og eg haldi, at fólk kring landið eru glað fyri, at piltarnir eru farnir niður í hálvan vøll. Tað var tó ein lítil trupulleiki, tá vit skuldu styrkismeta liðini. Vit vistu ikki, hvørji lið vóru sterk, og hvørji vóru minni sterk. Hetta vísti seg tó at gerast ein lítil trupulleiki, tí styrkismetanin var á eini góðari leið. HB í serflokki Piltadeildin varð skipað á tann hátt, at fýra ella fimm lið vóru í innleiðandi bólkunum, sum vóru níggju í tali. Tvey tey bestu liðini úr hvørjum bólki komu so víðari í ein hálvfinalubólk, har besta og næstbesta liðið komu víðari í meistara­bólk­ in. Liðini, sum ikki komu víðari, fóru í ein annan bólk, soleiðis at veikaru lið­ ini eisini sluppu at møta liðum á sama støði. HB gjørdi bart í pilta­deildini HB-piltar eru føroyameistarar (HBa framman) og silvurvinnarar (HBb aftan). Myndin er tikin í Hvalba aftaná seinasta umfarið leygardagin. Aftasta rað frá vinstru: David Sømark, Símun Johannesen, Gestur Dam, Bárður Guttesen, Magnus Berg Lund, Kristian Thostrup, Hørður Askham, Kjartan Nielsen, Dávid Nolsøe. Miðrað frá vinstru: Lávus Djurhuus, Hans Jakobsen, Jóhan á Plógv, Bogi Berg, Eirikur Simonsen, Kári Hvannastein, Andrias Høgnason Eriksen, Ári Mohr Danielsen, Magnus Egilsson. Fremst frá vinstru: Jens Ingolv Holm (A) og Eli Nolsøe Leifsson (B). Á myndini vantar Tóki S. Nolsøe. Venjarar vóru Høgni Eriksen og Heðin Askham Mynd: www.hb.fo TB vann bronsu í piltadeildini. Aftan frá vinstru: Milan Cimburovic,venjari, Friði Strøm, Martin Petersen, Mathias Mortensen, Rasmus Potts og Pol Ingason Framman frá vinstru: Hjalti Vestergaard, Eirikur Magnusson, Margeir Kjærbo, Heine Mortensen, Teitur Olsen og Patrick Johannesen Mynd: Áki Bertholdsen AB piltar. Aftan frá vinstru: Terji Hansen, venjari, Karsten Højgaard, Hjalti Bachmann, Grímur Petersen, Andrias Arge, Gert Drangastein og Kristin Andersen. Framman frá vinstru: Gunnar Thomsen, Bjørn Mohr, Pól Dulavík, Ólavur Venned og Jan Johannesen Mynd: Áki Bertholdsen