mikudagur 11. oktober 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 196 - 11. oktober 2006 ]
Samanleggingin
millum dreingjaliðini
í Suðuroy endaði við
einum framúr góðum
úrsliti. Liðið vann
gull í landskappingini
eftir harða kapping
við NSÍ alt árið
Dreingir
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er nakað, sum bendir
á, at tað kann loysa seg
við fótbóltsligum saman
leggingum í Suðuroynni.
Meðan fleiri av teimum
vaksnu liðunum í Suðuroy
hava havt eitt trupult kapp
ingarár í bestu og næst
bestu deildini, hevur sam
anlagda dreingjaliðið verið
flúgvandi.
VB/TB hevur kappast
við NSÍ um gullið í lands
kappingini, og tað gjørdist
at enda liðið úr Suðuroy,
sum hevði munin á stiga
talvuni.
Avgerandi dysturin var í
grundini spældur í Runavík
í triðseinasta umfari, og tá
vann VB/TB 4-1 á NSÍ.
Í næstseinasta umfari fall
teoretiska avgerðin eisini,
og tí kundu teir úr Suðuroy
fara lættir í sinni norður
til Skála at spæla seinasta
dystin. Eftir dystin handaði
Rúni Heinesen vegna FSF
liðnum
gullmerkini
og
steypið.
Samstarvið riggar væl
Tað er ikki heilt ókent fyri
lið úr Suðuroy at vinna
dreingjadeildina, tí bæði
í 2001 og 2002 var VB
føroyameistari hjá dreingj
um. Hinvegin var TB sein
asta føroyameistari hjá
dreingjum í 1971!
Hesaferð hava dreingir
frá VB og TB manna suður
oyarliðið, sum hevur staðið
seg so væl. Stóri parturin av
spælarunum eru úr TB, men
nakrir heilt góðir spælarar
úr Vági hava styrkt liðið
sera nógv.
- Tað hevur riggað sera
væl at leggja liðini saman.
Spælararnir hava trivist væl
saman, og teir hava verið
sera raskir til venjing, sigur
Milan Cimburovic, sum er
annar venjarin hjá liðnum.
Hin venjarin er Jón Pauli
Olsen úr Vági.
VB/TB hevur spælt í búna
hjá VB í summum dystum
og í búna hjá TB í summum
dystum. Heimdystirnir hava
verið spældir lutvíst í Vági
og lutvíst á Tvøroyri.
VB/TB hevur spælt 10
dystir í endaspælinum hjá
dreingjum, og bert einaferð
tapti liðið. Tað var á útivølli
ímóti KÍ. Heimadysturin
ímóti NSÍ endaði við javn
leiki, men annars vann liðið
allar hinar átta dystirnar.
Og tað var nóg mikið til
at tryggja sær FM-heitið í
dreingjadeildini.
Dreingir – meistarabólkur
1. VB/TB 10
8-1-1
49-12
28
2. NSÍ
10
7-1-2
47-17
24
3. B36
10
6-1-3
37-17
20
4. KÍ
10
3-1-6
30-28
11
5. Skála
10
2-2-6
10-31
9
6. EB/Str. 10
1-0-9
9-77
4
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
Suðuroyarliðið á toppinum
VB/TB føroyameistari hjá dreingjum 2006. Aftan frá vinstru: Milan
Cimburovic, venjari, Jón Pauli Olsen, venjari, Michael Jespersen,
Pætur Mohr Mortensen, Heini Bech, Sjúrður Ferjá, Heini Vatnsdal,
Teitur Tausen, Andreas Vestergaard, Heini Mortensen, Martin
Tausen.
Framman frá vinstru: Benjamin Petersen, Chris Craib, Jón
Magnusarson, Gunleif Olsen, Rani Johanesen, William Berg, Jan
Smedemark, Adrian Cieslewicz, Hanus Mortensen, Tórur Sørensen
NSÍ vann silvur hjá dreingjum. Aftast frá vinstru: Viljormur Davidsen, Andre Olsen, Klæmint
Olsen, Karl Løkin, Bárður Jóhannussen, Eyðstein Joensen, Monrad Jacobsen, Arnold
Davidsen og Áki L. Hansen, venjari
Fremst frá vinstru: Roki Jovanovic, Per Langgaard, Petur Meinhard Magnussen,
Búi í Hjøllum, Heri Nesá, Remi Langgaard
Mynd: Mildrið Hentze
B36 vann bronsu hjá dreingjum. Aftan frá vinstru: Bjarni Arnason, venjari, Jan Hjaltalin Olsen,
Fríði Gullbein, Sjúrður Thomassen, Julian Jónsson Johansen, Fríði í Geil Jensen, Christian í
Garði, Hanus Dahl Johannessen, Allan Dybczak, venjari og Brian Vang
Framman frá vinstru: Høgni Eysturoy, Janus Mortensen, Uni Holm Johannesen, Brandur
Mortensen Nolsøe, Ámund Nolsøe, Suni Johannesen, Róaldur Jacobsen, Jóannes Martin
Johannesen, Alex Mellemgaard
Mynd: Guttorm Sørensen