Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 196 - 11. oktober 2006 tíðindi Tað var við stórari sorg, at føroyingar og norðmenn kundu staðfesta, at fýra fólk doyðu í flogvanlukkuni í gjár. Ein føroysk kvinna og tríggir norðmenn lótu lív, og í gjárkvøldi komu líkvognar til flogvøllin eftir teimum deyðu Tað var tann 41 ára gamla Gudrun Joensen úr Bø, sum læt lív í flogvanlukkuni í Stord í morgun. Hon hevur flogið við Atlatnsflog síðani mars í 1992 Millum tey fýra, sum doyðu, var onnur av teimum báðum føroysku flogternunum. Tað er tann 41 ára gamla Gudrun Hervør Joensen úr Bø, sum búði í Sandavági og hevur flogið við Atlantsflog síðani mars í 1992. Eftir Gudruna sita maður og tvey børn. - Vit drýpa høvur í sorg um at hava mist okkara starvsfelaga, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Hini trý, sum doyðu vóru Martin Charles Evertsen, 51 ára gamal, Jarle Reime, 33 ára gamal og Per Olaf Skjæveland, somuleiðis 33 ára gamal. Hetta tíðindaskrivið kom frá Atlantic Airways: - Atlantic Airways boðar frá, at flogternan, sum læt lív í vanlukkuni í Stord í morgun, er tann 41 ára gamla Guðrun Hervør Joensen í Sandavági. Guðrun Hervør Joensen hevur starvast hjá Atlantic Airways síðan mars 1992. Eftir hana sita maður og tvey børn. Vit drýpa høvur í sorg um at hava mist okkara kæra starvsfelaga og hava djúpastu samkenslu við teimum, ið eftir sita. Tey fýra, sum fórust í vanlukkuni í Stord, verða nú endaliga eyðmerkt, stendur í tíðindaskrivinum. Gudrun hevur verið flogterna hjá Atlantsflog síðani 1992 Gudrun Joensen læt lív í flogvanlukkuni