mikudagur 11. oktober 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 11. oktober 2006
19
tíðindi
– Hon var ein sonn
hetja, sigur mamma
Maibritt um dóttir
sína, sum fekk níggju
mans út úr brennandi
flogfarinum í gjár.
Tað var í evstu løtu, at
tey komu út, og beint
aftaná sprongdist
flogfarið.
FLOGVANLUKKA
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
21 ára gamla flogternan
Maibritt Magnussen úr
Oyndarfirði, slapp livandi
undan flogvanlukkuni í
Stord. Hon hevur fingið
brunasár
á
rygginum
og nakað av hárinum er
sviðið av. Men hon hevur
tað eftir umstøðunum gott,
og liggur nú á sjúkrahúsi
í Bergen, har mamman,
Greta Magnussen, og systk
inabarnið Ólavur Olsen,
sita hjá henni.
Ólavur Olsen er 29 ár
og býr í Århus, har hann
lesur til verkfrøðing. Hann
og Maibritt eru uppvoksin
saman í Oyndarfirði og
hann sigur sjálvur, at tey
eru sum systkin.
- Maibritt búði hjá okkum
í Århus fleiri mánaðir í
fjør, og hon var eisini nógv
hjá okkum, tá hon var á
trygdarskeiði í Esbjerg í
apríl í ár, í sambandi við,
at hon skuldi byrja hjá
Atlantic 1. mai.
- Tá undraði tað meg, at
hon gekk so serliga nógv
uppí, at læra seg allar
trygdarreglurnar uttanat,
og kanska er tað júst tí, at
hon var so mikið væl fyri
at yvirhalda øllum reglum,
tá hon stóð í støðuni í gjár,
sigur Ólavur Olsen.
Síðst úr flogfarinum
- Hon var ein sonn hetja,
ongin ivi um tað, sigur
Greta Magnussen, sum júst
er komin inn á stovuna hjá
dóttrini á sjúkrahúsinum
í Bergen. Pápi Maibritt,
Magnus, er til skips, og fær
tíverri ikki verið saman við
familjuni í hesi sváru tíð.
- Vit skiltu á Maibritt í
gjárkvøldið, at hon var síðst
úr flogfarinum, og at hon
hevði fingið nógvar mans
út. Eisini hoyrdu vit, at hon
gjørdi alt sum hon kundi,
men at har var einki at gera
har frammi í flogfarinum,
sigur ein lætta og rólig,
men kortini sorgarbundin
Greta. Tí, sum hon tekur
til, so eru kenslurnar sjálv
sagt blandaðar í dag, nú
starvsfelagi Maibritt tíverri
lat lív í vanlukkuni.
- Maibritt hevur tað
eftir umstøðunum gott.
Men hon hugsar nógv um
starvsfelagan Gudruna, og
tey, ið eftir henni sita, sigur
Greta.
Í evstu løtu
Ólavur Olsen prátaði leingi
við Maibritt í gjárkvøldið,
tá tey komu á sjúkrahúsið
til hennara um ellivutíðina.
Hann sigur, at Maibritt er
ein óvanliga sterk genta, og
at hon er rólig og als ikki
vísir tekin um at skelk.
Hann greiðir frá, at sam
bært Maibritt fór alt fram
sum vanligt á túrinum til
Stord.
- Men tað undraði hana, at
nógvir av norðmonnunum
ynsktu at sita aftarlaga
í flogfarinum, og at hon
royndi at fáa teir at spjaða
seg út yvir setrini, soleiðis
sum vanligt er at gera, tá
fá ferðafólk eru við. Men
tað vildu teir treyðugt, og
“so gav eg meg til endans”,
segði hon. Og fleiri av
ferðafólkunum
sluppu
sostatt tíbetur at sita saman
í aftara parti av flogfarinum,
har til bar at sleppa út, tá
flogfarið steðgaði niðri í
skóginum.
Og Ólavur sigur víðari,
at tá flogfarið skuldi lenda,
hoyrdi Maibritt eitt ljóð,
men at hon helt tað vera
flapsarnar, sum fóru niður.
- Síðani setti flogfarið
seg harðliga. Fyrst skalv
tað og síðani skreiddi tað
eftir vøllinum, og tá visti
Maibritt, at galið var. Tað
næsta, sum hon minnist er,
at flogfarið steðgar niðri
á bakkanum, og alt er ein
stórur hurlivasi. Tað er
bølamyrkt, nógvur larmur
og roykur. Men hon er
óskadd og fer yvir móti
hurðini og fær hana upp.
Roynir at fáa sliskuna niður,
men hon riggar ikki. Síðani
rópar hon á menninir um at
koma út, men teir eru trekir
at lurta. Og hon heldur, at
teir kanska skilja hana ikki,
hóast hon rópar á enskum
og donskum. Tá ein løta
er farin, og hon stendur
og heldur hurðini, sær hon
at eldur er í, og hon rópar
avgjørd eina seinastu ferð,
at teir skulu koma út, tí
nú fer hon í øllum førum.
Tá reagera teir og Maibritt,
sum stendur og heldur
hurðini, telur teir, meðan
teir leypa út í brennandi
skógin, sum er beint uttan
fyri hurðina. Til endans er
tað bara hon og ein annar
eftir, og tá kennir hon á
sær, at beini situr fast í
onkrum. Hon rykkir til,
men sleppur ikki leys. Men
tíbetur eydnast tað henni
og norðmanninum at koma
bóltandi út í evstu løtu.
Ringdi heim
Útkomin gongur tað upp
fyri Maibritt, at øll ikki
eru komin út enn og hon
ætlar sær at venda inn aftur
eftir restini. Men her gera
norðmennirnir
bart
og
halda henni aftur. Næsta
hon minnist er, at hon
og ein norðmaður ganga
omaneftir bakkanum, og
hon lænir telefonina frá
manninum, og ringir til
mammu sína Gretu, sum
vaknar av telefonini heima
í Føroyum. So meðan Mai
britt og maðurin fylgjast
oman móti sjónum, greiðir
hon mammuni frá tí, sum
er hent. Við eitt hoyra
tær eitt ræðuligt buldur,
í tí at flogfarið sprongist,
og Maibritt sær eitt hav
av logum standa upp í
himmalin. Ein bátur tekur
tey upp og siglir tey inn til
eina gamla atløgubrúgv.
Hetta var søgan, sum
Ólavur Olsen sigur okkum
hana frá Maibritt, og hann
skoytir uppí, at tað nú, so
smátt er gingið upp fyri
teimum, at Maibritt var bert
tveir minuttir frá deyðanum
í gjár.
- Maibritt hevur hug at
brigsla sær sjálvari, at hon
ikki fekk hjálpt hinum í
flogfarinum, men vit royna
at sannføra hana um, at hon
kundi ikki gera meira, tí
flogfarið var farið í helvt. Tí
noyðast vit eisini at royna at
gleðast um, at hon um ikki
annað kom frá vanlukkuni
við lívinum, sigur Ólavur.
Flogskiparin royndi
Ólavur greiðir frá, at
Maibritt
tosaði
við
Niclas
Djurhuus,
sum
var flogskipari á túrinum
í gjár. Hann hevði greitt
henni frá, at tá flogfarið
steðgaði, royndi hann at
fáa allar hurðarnar upp,
men til fánýtis. Síðani
klintraði hann út gjøgnum
vindeygað, í síðuni á
stýrhúsinum, og fór útum
at royna at fáa hurðarnar
upp. Men tað fekk hann
heldur ikki. Síðani fór hann
inn í flogfarið aftur, men
har fekk hann onki gjørt. Tí
gjørdi hann av, at klúgva út
gjøgnum vindeygað aftur.
Maibritt er hetjan
Bjargaði níggju monnum
Ótrúligt
at 12 fólk
yvirlivdu
Í uppkolaðu
restunum av
flogvrakinum
leita teknikkarar
framvegis eftir
svarunum um, hvat
tað var, sum gekk
galið, tá flogfarið
fór út av vøllinum
í Stord og eldur
kom í
FLOGVANLUKKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Í roynd og veru er
tað heilt ótrúligt, at
12 persónar komu frá
vanlukkuni við lívinum.
Eg tori als ikki at ímynda
mær hvat hevði hent, um
flogfarið var fullsett og
hevði 92 ferðandi við,
sum tað ofta hevur, sigur
flogvallarovastin í Stord,
Jan Morten Myklebust,
við VG Nett.
Í dag er hann á van
lukkustaðnum
saman
við fleiri teknikkarum
frá Skaðanevndini. Í
uppkolaðu
leivdunum
av flogfarinum verður
leitað eftir orsøkini til
syrgiligu vanlukkuna.
Í øllum økinum kring
vanlukkustaðið
luktar
av
brennievni
eftir
at heili 8000 litrar av
brennievni hava runnið
úr flogfarinum.
Skaðanevndin vónar at
koma fram til eitt úrslit
innan fyri teir næstu
dagarnar.
Henda myndin er tikin í Rom fyri tveimum árum síðani, tá Maibritt var á námsferð saman við floksfeløgum sínum úr Studentaskúlanum á Kambsdali