Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 196 - 11. oktober 2006 tíðindi -Flogternan var sinnilig og segði okkum frá tí, sum var hent, sigur alarin Rune Fylkesnes, sum tók hana og ein ferðamann inn í bátin Flogvanlukka Árni Joensen: fartekst@mail.dk Klokkan var hálvgum átta, tá Rune Fylkesnes og ein felagi hansara komu til arbeiðis á alibrúkinum. Teir vóru í ferð við at binda alibátin, tá teir varnaðust tjúkkan royk úr skóginum hinumegin fjørðin. Teir lupu inn í bátin og settu fulla ferð á yvir um fjørðin fyri at vita, um teir kundu hjálpa. - Alt í einum sprongdist flogfarið. Helst vóru tað brennievnitangarnir, og tað gingu bara nøkur fá sekund, so stóð alt flogfarið í ljósum loga. Vit ivaðust ikki í, at øll vóru deyð, sigur Rune Fylkesnes við Bergens Tidende. Meðan hann stóð og finglaðist við fartelefonina, sá hann eina flogternu og eitt ferðafólk koma út millum trøini. - Vit róptu á tey og spurdu, um tey vildu hava hjálp. Tey komu oman ímóti okkum og inn í bátin, sum lá einar 50 metrar niðan fyri flogfarið, sigur Rune Fylkesnes. Maðurin, sum teir fingu inn í bátin, var bleikur og segði lítið. Hárið var sviðið. Flogternan, sum var í sínum dimma búna, var sinnilig. Hon greiddi teimum frá tí, sum var hent, meðan hon streyk sær um tann myrka hesthalan, greiðir Rune Fylkesnes frá. - Hon segði, at hon hevði hjálpt fleiri út úr flogfarinum, áðrenn hon sjálv leyp út. Beint eftir, at hon var sloppin út, sprongdist flogfarið. Hon segði okkum, at flogfarið var brotnað av um miðjuna, og hon ivaðist ikki í, at øll, sum vóru í tí fremra partinum, vóru deyð. Hon var heldur ikki í iva um, at hennara starvsfelagar vóru deyðir. Hon hevði brent seg í ryggin, og vit løgdu okkurt kalt á fyri at linna pínuna. Síðani skundaðu vit okkum yvir til ta gomlu bryggjuna, har ein sjúkrabilur kom eftir henni og ferðamanninum. Avvarð­andi til vanlukku­ staðið í dag Í Noreg verður roknað við, at fleiri av teimum avvarðandi fara til flogvøllin í Stord í dag, fyri at síggja vanlukkustaðið. FLOGVANLUKKA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Tey avvarðandi hava ein stóran tørv at síggja vanlukkuøkið, so eg rokni við, at fleiri teirra koma her í dag. Men tað verður ongin almenn minningarløta enn. Nøkur einstøk av teimum avvarðandi vilja hava meiri tíð, og bíða tíð við at vitja staðið til ein tíð er farin, sigur flogvallarovastin í Stord, Jan Morten Myklebust. Myklebust sigur seg eisini rokna við, at av­varð­andi úr Føroyum tørva at koma til Stord og síggja vanlukkuøkið. Gera framvegis kanningar Norska havarí­ nevndin ger framvegis kann­ ingar á flog­ vøllinum á Stord, og fleiri av teimum, sum sluppu livandi frá vanlukkuni, verða avhoyrd í dag. FLOGVANLUKKA Árni Joensen fartekst@sosialurin.fo Kanningarnar aftan á flog­vanlukkuna gjára­ morg­unin halda fram. Í dag hevur eitt flogfar eftir­kannað trygdarviður­ skiftini á flogvøllinum á Stord, og alt vísti seg at vera, sum tað eigur. Løgreglan hevur avhoyrt fleiri vitni, sum vóru á flogvøllinum, tá vanlukkan hendi, og í dag fer løgreglan eisini at avhoyra fleiri av teimum, sum komu frá vanlukkuni við lívinum. 56 ára gamli Odd M. Egeland var á flogvøllinum á Stord og bíðaði eftir at flogfarið skuldi flyta hann úr Stord til Aukra í gjáramorgunin. So langt kom hann kortini ikki. Vanlukka Snorri Brend Stord: - Eg sat á flogvøll­ inum og sá flogfarið fara framvið. Men tað kom ikki aftur. - Eina løtu seinni kom ein flogskipari sum skuldi til Hammerfest og segði at okkurt var áfatt í hinum endanum av flogvøllinum, sigur hann við norska blaðið Dagbladet. Sjálvur sá hvørki Egeland ella hinir á flogvøllinum at okkurt var áfatt við flogfarinum, sum teir sjálvir um lítla løtu skuldu fara við. - Vit fingu boð um at fáa okkum eitt sindur av kaffi aftrat. Síðani vórðu vit koyrdir til skrivstovuna hjá Aker/Stord. Har stóðu læknar og onnur fyri okk­um. Eg haldi, at vit fingu góða viðgerð, sigur Egeland, sum sjálvur er ættaður av Stord. Gott felag Egeland hevur flogið nógv við Atlantic Airways. Fyrst í hálvtannað ár, meðan hann arbeiddi í Hammerfest, og aftur nú, ið hesin 56 ára gamli maðurin hevur ferðast millum Stord og Aukra. - Eg havi altíð følt meg tryggan, men tann sum sigur at hann ikki er bangin, tá hann flýgur, sigur ikki sannleikan. - Tú hugsar jú alla tíðina um, at okkurt kann henda, greiðir Egeland frá. Sambært norskum fjøl­ miðlum hava fleiri av starvsfelagum hansara verið misnøgdir við Atlants­ flog, sum teir siga hevur spælt hazard við trygdini umborð. Hesum er Egeland ikki samdur í: - Eg haldi, at tey hava altíð verið ótrúliga dugnalig. Eg eri samdur í, at breytin her í Stord er heldur stutt, men flogfelagið hevur altíð gjørt sítt arbeiði til lítar, sigur maðurin sum í samfull 25 ár hevur starvast hjá Aker Kværner Elektro. Hann ætlar sær so ikki at finna sær annað arbeiði fyri á tann hátt at sleppa undan flogferðum. - Nei, eg fari skjótt aftur upp til Aukra. Tað verður helst frá Haugesund ella úr Stavanger, tí hesin flog­ vøllurin er stongdur, sigur altso Odd M. Egeland. Rune Fylkesnes var hinumegin fjørðin, tá hann hoyrdi spreingingina í flogfarinum. Helt starvsfelagarnar vera deyðar – Eg flúgvi aftur við Atlantsflog