mikudagur 11. oktober 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 11. oktober 2006
17
tíðindi
Mánadagin hevði
Aker Kværner Stord
starvsfólkafund, har
ið fleiri gjørdu vart
við sína misnøgd við
umstøðurnar umborð
á Atlantsflog. Í gjár
hendi so óhappið,
sum starvsfólkini hjá
Aker Kværner siga
seg einans hava bíðað
eftir, tí at trygdin er
so vánalig
FLOGTRYGD
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
VG Nett skrivar, at Aker
Kværner
Stord
hevði
starvsfólkafund dagin fyri
vanlukkuna í Stord, har
ið millum annað trygdin
umborð
á
Atlantsflog
varð tikin upp. Nógv av
starvsfólkunum funnust at
trygdini.
- Vit kenna tað soleiðis,
at flogfelagið flýgur akkord
við trygdini, sigur Terje
Hope, sum ofta hevur flogið
við Atlantsflog
Aker
Kværner
Stord
hevur brúkt Atlantsflog
leingi, og leiðslan vildi
ikki taka klagurnar til
eftirtektar. Minni enn eitt
døgn eftir fundin hendi so
vanlukkan, sum kravdi fýra
mannalív, tá ið flogfarið fór
av breytini og alt endaði í
einum eldhavi.
Klagur komnar fyrr
Fleiri aðrir oljuarbeiðarar
hava sett seg í samband við
VG Nett eftir vanlukkuna
í gjár. Ífylgi VG Nett hava
starvsfólkini
hjá
Aker
Kværner
Stord
fingið
forboð móti at úttala seg
til fjølmiðlarnar, og tí
ynsktu tey, sum settu seg
í samband við VG Nett at
vera ónavngivin.
- Vit hava fleiri ferðir
havt trygdina uppi at vent
á fundum, og vit hava fleiri
ferðir víst á trupulleikar
við flogfarinum. Men tað
er eyðsýnt, at hetta ikki
er komið fram til rætta
viðkomandi,
sigur
eitt
starvsfólk til VG Nett.
Fyri einum mánaði síð
ani ringdi Terje Hope
sinnisrørdur til ábyrgdar
persón í Aker Kværner Stord
fyri at gera vart við sína
ónøgd eftir ein óhugnaligan
túr við Atlantsflog.
- Knappliga lyfti flogfarið
seg til vinstru. Vit vóru runt
á gólvinum. Alt, sum stóð á
borðinum, hvarv bara, sigur
Terje Hope.
Orsøkin til ógvusligu
hendingina
søgdust
at
vera trupulleikar við høv
uðsróðrinum.
Hesum
greiddi flogskiparin frá.
Eftir eina millumlending í
Stord helt flogfarið fram
til Sola.
- Hetta var ein sera álvar
som hending. Tí tók eg
hetta upp við leiðsluni í
Aker Kværner, sigur Terje
Hope.
Petti datt av vonginum
Ábyrgdarpersónurin
hjá
Aker Kværner Stord vil
ikki gera viðmerkingar til
ákærurnar.
Hendan hendingin er ikki
tann einasta álvarsama, ið
starvsfólkini hava upplivað
við Altantsflog. Í august var
Anders Lindseth, starvsfólk
hjá Aker Kværne, á veg frá
Stord til Ormen Lange. Har
fekk hann sær ein veruligan
hvøkk umborð:
- Stutt eftir fráferðina
úr Stord sá eg eitt stykki
á vonginum, sum byrjaði
at ristast. Knappliga datt
stykkið bara av, sigur
Lindseth til VG Nett.
Lindseth segði beinan
vegin manningini umborð
frá tí, sum var hent.
- Tey hugdu út gjøgnum
vindeygað og tryggjaðu
mær, at hetta ikki fór at
tarna flúgvingini. Alt gekk
eisini væl, men ein slík
hending fær teg at hugsa.
Bæð eg og hini umborð
fingu ein ordans skelk,
sigur Lindseth.
Vilja hava frágreiðing
Eisini hava summi greitt
frá um punkterað hjól og
avbrotnan streym. Høv
uðsábyrgarmaður
fyri
Ormen Lange flogvøll,
Kurt Johansen, váttar mis
nøgdina.
- Vit hava gjørt vart við
trupulleikarnar. Flogfelagið
sigur altíð, at tað eru
tekniskir
trupulleikar.
Vit hava fyrr kravt eina
frágreiðing
um
hesar
teknisku trupulleikarnar.
Vit mugu fáa at vita, hvat er
galið. Tað er ikki nøktandi
at siga, at okkurt er galið,
sigur Johansen til VG Nett.
Magni Arge, stjóri í At
lantsflog, vísir atfinning
unum aftur.
- Eg kann ikki nokta,
at vit hava havt tekniskar
trupulleikar og seinkingar.
Tílíkt hendir. Men eg
kenni einki til, at vit skulu
slaka við trygdini. Okkara
virksemi er innanfyri allar
galdandi ásetingar, sigur
hann.
Leiðslan í Aker Kværner
tekur heldur ikki undir við
misnøgdini við Atlantsflog:
- Vit hava nýtt Atlants
flog í fleiri ár, og eg
kann ikki taka undir við
atfinningunum,
sigur
kunningarstjórin Alf Terje
Myklebust til VG Nett.
- Tað hava verið onkrar
frágreiðingar um ónøgd,
men eingin álvarslig, sigur
hann.
Tosaðu um flogtrygdina
dagin fyri vanlukkuna