Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 196 - 11. oktober 2006 tíðindi Fyri einum hálvum ári síðani settu norsku myndugleikarnir nýggjar treytir fyri, nær stór flogfør kunnu lenda á Stord. Flogvanlukka Árni Joensen: fartekst@mail.dk Nýggju treytirnar siga, at stór flogfør skulu ikki seta seg á flogvøllinum, um sýnið er minni enn 800 metrar, ella um vøllurin liggur undir kava ella ísi. Hesar reglurnar eru fram­ vegis í gildi, men hesar treytirnar høvdu kortini ongan týdning í gjár, tí tá var sýnið gott, og vøllurin var næstan turrur. Stord kommuna eigur 79 prosent av felagnum, sum rekur flogvøllin. Hini 21 prosentini eigur Horda­land fylki. Bergens Tidende skrivar, at tørvur er á einum nýggjum eftirlitstorni, tí verandi torn er ov lágt til stór flogfør. Harumframt er tørvur á nýggjari sløkkiliðsstøð á flogvøllinum. Eigararnir høvdu søkt myndugleikarnar um 25 milliónir krónur í stuðuli til útbyggingina, men tá stjórnin legði fíggjarlógina fram í næstsíðstu viku, vóru eingir pengar til flogvøllin á Stord. Sambært Bergens Tidende vil stjórnin heldur ikki lata stuðul til at reka privatar flogvallir sum tann á Stord. Funnu svarta kassan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í gjár funnu ser­frøðing­ arnir frá skaðanevndini sonevnda svarta kassan og ferðskrásetaran í út­brenda flogfarinum. Hesir verða nú sendir til London, har teir verða kannaðir nærri. Svarti kassin skrásetir alt, ið fer fram í stýr­ húsinum, bæði av tekn­ iskum slag og tað sum flogskipararnir tosa um. Skaðanevndin og ser­frøðingar kanna nú bremsuskipanina hjá flog­farinum og royna at staðfesta orsøkina til, at flogfarið eftir øllum at døma ikki fekk bremsað, tá tað lendi, skrivar NRK. Hevði bjargingarliðið á Stord ikki borið so skjótt at, kundi vanlukkan kravt uppaftur fleiri mannalív. Flogvanlukka Árni Joensen: fartekst@mail.dk Åge Aadland, sum starvast hjá bjargingarliðnum á Stord, er ikki í iva um, at tað var arbeiðinum hjá bjargingarliðnum fyri at takka, at flogvanlukkan ikki kravdi uppaftur fleiri mannalív. Hann heldur, at bjargingarliðið gjørdi eitt sera gott arbeiði. - Uttan teirra stóra arbeið­ ið kundi talið á deyðum verið størri, sigur Åge Aad­ land við Bergens Tidende. Lensmaðurin á Stord, Reid­ ar Færestrand, sigur, at allir menn, sum vóru tøkir, vórðu sendir á vanlukkustaðið alt fyri eitt. Hann sigur við tíðindastovuna ANB, at bjargingararbeiðið gekk ógvuliga skjótt, men at vanlukkan tíverri kortini kravdi fýra mannalív. - Tað var ógjørligt at bjarga øllum, sigur Reidar Færestand við ANB. Magni Arge, stjóri, í At­lantsflogi, rósti eisini bjargingarliðnum, tá hann kom til Stord í gjár. Eftir at hava verið á van­ lukkustaðnum segði hann seg vera hugtiknan av tí arbeiði, sum bjargingarliðið hevði gjørt. Løgregluovastin, Odd Magne Haaversen (v.m.) og Reidar Færestrand á tíðindafundinum á flogvøllinum í gjár – Vit kundu ikki bjarga øllum Flogvøllurin hevur útbygging fyri neyðini Restirnar frá flogfarinum hjá Atlantsflog vitnar um, at tað hevur verið ein kraftigur eldur. 12 persónar komu út úr flogfarinum á lívi, meðan fýra lótu lív