mikudagur 11. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 11. oktober 2006
15
tíðindi
-Vit skulu finna
orsøkina til van
lukkuna í gjár, sigur
norski samferðslu
málaráðharrin.
Flogvanlukka
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
-Vit fara at gera alt, sum
gerast kann, fyri at finna
orsøkina til vanlukkuna,
sigur Liv Signe Navarsete,
samferðslumálaráðharri.
Tað er neyðugt til tess at
tryggja, at slíkar vanlukkur
ikki henda í framtíðini,
sigur hon.
- Okkara tankar og sam
hugur leita til teirra, sum
hava mist síni kæru, til teirra,
sum hava fingið skaða, og
til øll tey avvarandi, sigur
hon við NTB.
Ætlanin var, at Liv Signe
Navarsete skuldi lata ein
nýggjan veg uttan fyri Oslo
upp í gjár, men tá tíðindini
um flogvanlukkuna á Stord
bórust gjáramorgunin, valdi
hon at geva avboð.
Tað var annaðhvørt
eitt tekniskt brek ella
eitt menniskjaligt
mistak, sum gjørdi, at
føroska flogfarið fór
út av breytini á Stord
Flogvanlukka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað heldur í hvussu er
Kjell Klevan í norska Loft
ferðslueftirlitinum. Hann
sigur, at lendingarbreytin á
Stord er 1.200 metrar long.
Eitt flogfar sum tað, ið fór
útav í gjár, skal hava minst
1.106 metrar til taks, um
tað hevur fulla last, men tí
nýtist bara 720 metrar til
at lenda á. Men í hesum
førinum vóru bara nøkur fá
ferðafólk við, og tí nýttist
flogfarinum ikki ikki fulla
longd til at lenda, sigur
Kjell Klevan við Bergens
Tidende.
Tí heldur hann ikki, at
vanlukkan hevði nakað
samband við umstøðurnar
á sjálvum flogvøllinum.
Eftir hansara eru tríggj
ar frágreiðingar til van
lukkuna:
• Flogfarið hevði ov nógva
ferð, tá tað kom inni yvir
vøllin ella kom ov langt
inn á vøllin, áðrenn tað
setti seg.
• Okkurt annað menn
iskjaligt mistak.
• Brek við bremsunum ella
okkurt annað tekniskt
brek.
Tað er kortini ikki líkt til, at
flogfarið kom ov langt inn
yvir breytina, áðrenn tað
kom niðurat, tí maðurin,
sum sat í eftirlitstorninum
gjáramorgunin, segði við
Bergens Tidende í gjár, at
flogfarið kom ikki longri
inn yvir vøllin enn vanligt,
tá tað setti seg.
Helst bremsurnar
Lars-Erik
Strandberg,
flogskipari og støðleiðari
hjá Atlantsflogi, eygleiddi
vanlukkuflogfarið, tá tað
setti seg á Stord í gjár.
Hann hevur greitt frá, at
eftir hansara tykki var einki
óvanligt við lendingini.
Spurdur,
hví
flogfarið
fór útav, sigur hann við
Aftenposten, at bremsurnar
kunnu hava svikið, sjálvt
um alt var í lagi, tá flogfarið
bleiv kannað fyri stuttum.
Neyðugt at finna orsøkina
Helst brek við bremsunum
- Vit skulu finna orsøkina til vanlukkuna í gjár, sigur norski samferðslumálaráðharrin