Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 196 - 11. oktober 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Umfatandi tiltøk ímóti Norðurkorea verða tulkað sum krígsavbjóðing, sigur stýrið í Pyongyang. Meðan altjóða samfelagið umhugsar, hvussu tað skal revsa Norðurkorea fyri at hava sprongt eina kjarn­ orkubumbu, ávarar norður­ koreanska stýrið umheim­ in ímóti at leypa framav. – Verða umfatandi tiltøk sett í verk, fara vit at tulka tey sum eina krígsav­bjóð­ ing, sigur ein norður­kore­ anskur embætismaður við suðurkoreonsku tíðinda­ stov­una Yonhap í dag. – Tess størri trýstið verð­ ur, tess hvassari verður okkara svar, sigur embætis­ maðurin. Samstundis sigur for­ maðurin í norðurkore­anska tjóðartinginum, at ameri­ kanski politikkurin mót­ vegis landinum er avgeran­ di fyri, um Norðurkorea fer at royna fleiri kjarn­orku­ bumbur. Í samrøðu við japonsku tíðindastovuna Kyodo sigur Kim Yong- nam, at Norðurkorea er til reiðar at koma aftur til samráðingar um landsins kjarnorkuætlanir, um so er, at USA ógildar síni handils­ tiltøk ímóti landinum. Tørv á neyðhjálp Reyði Krossur stúrir fyri, hvat fer at henda, um møgulig tiltøk ímóti Norð­ urkorea eisini fara at um­ fata neyðhjálp. Sum er fær Norðurkorea neyðhjálp frá ST-felagsskapum, Reyða Krossi og grannalondunum Suðurkorea og Kina. Og hendan hjálp er neyðug, sigur leiðarin á uttan­lands­ deildini hjá Reyða krossi í Noregi, Fossum Lauritzen. Hann sigur við Dagsavisen, at steðgar neyðhjálpin, fer tað at kosta mong mannalív í Norðurkorea. – Vit vita ikki við vissu, hvussu mong kunnu doyggja, men vit halda, at millum tríggjar og fýra milliónir norðurkoreanar eru deyðir í hungri síðani 1995. Støðan er sera hætti­ slig, og næstan hvørt ár verður landið rakt av vatn­ flóð ella turki, sigur Foss­ um Lauritzen. Hann metir, at seks milli­ ónir fólk ella ein fjórðingur av norðurkoreanska fólki­ num hava tørv á neyðhjálp, og at átta milliónir norður­ koreanar hava tørv á heili­ vági frá altjóða hjálpar­ felagsskapum. Brynja seg Í Suðurkorea fyrireika mynd­ugleikarnir seg til at svara hóttanini úr granna­ landinum. Yoon Kwang- ung, verjumálaráðharri, segði í dag, at landið fer at útvega sær fleiri vápn, nú Norðurkorea hevur roynt eina kjarnorkubumbu. – Vit fara at útvega okk­ um útgerð, so vit kunnu fremja neyv álop á goym­ slustøðir og sam­ferðslu­ kervið við teirra kjarn­ orkustøðir, segði Kwang- ung í einari røðu í tjóð­ar­ tinginum fyrrapartin. Mentamálaráðharrin hevur ikki goldið sjónvarpsgjald í fleiri ár, og handils­ málaráðharrin hevur ikki fylgt reglunum í skattalógini. Nýggja borgarliga stjórnin í Svøríki hevði ikki sitið meiri enn eina viku, tá tær fyrstu gølurnar byrjaðu. Blaðið Expressen hevur avdúkað, at Cecilia Stegö- Chilo hevur ikki goldið sjónvarpsgjald seinastu 16 árini. Nú umsitur hon mill­ um annað sjónvarpið. – Hetta er serstakliga óheppið, sigur ráðharrin við Expressen og umber seg við, at hon hevur verið so nógv uttanlands hesi árini. Men hon hevur búð í Svøríki síðani 1997, men kortini eru tað bara fimm dagar, síðani hon og maður­ in skrásettu seg sum sjónvarpshyggjarar. Men tað er ikki bara Cecilia Stegö-Chilo, sum er komin í trupulleikar, síðani hon gjørdist ráðharri. Expressen hevur eisini avdúkað, at Maria Borelius, handilsmálaráðharri, og maðurin skulkaðu sær undan at gjalda arbeiðs­ gevaragjald, tá tey høvdu fólk at ansa børnunum í nítiárunum. Orsøkin var ikki penga­ trot, tí Borelius-hjúnini for­ vunnu 16,7 milliónir svensk­ ar krónur í nítiárunum, og í 1993 fekk Maria Borelius eini hús frá pápa sínum. Rætt er tað, at tað var maðurin, sum forvann teir mestu pengarnar, og nú vil Maria Borelius vera við, at tey bæði hava skilt síni fíggj­ arligu viðurskifti sundur, so hør hevur sítt. – Hon skuldi sjálvt rinda lønina hjá teimum, sum ansaðu børnunum, og hennara inntøka var vanlig ella ein av teimum lágu, sigur talsmaður hennara við Expressen. Blaðið ivast í hesum og vísir á, at íi meðal forvann Maria Bore­ lius 380.000 svenskar krón­ ur um árið í nítiárunum. Fleiri avdúkingar Fredrik Reinfeldt, forsætis­ ráðharri, er ikki fegin um tað, sum er komið fram um teir báðar ráðharrarnar. – Maria Borelius hevur borið seg skeivt at, og vit mugu bera so í bandi, at slíkt hendir ikki aftur, sigur hann við svenska útvarpið. Hann leggur tó dent á, at handilsmálaráðharrin fær ikki sekkin. Nú er so eisini komið fram, at Maria Borelius koyrdi við kenning fyri 18 árum síðani, og menta­ málaráðharrin viðgongur nú, at hon hevur heldur ikki hildið skattalógina, tá hon hevur havt fólk at ansa sínum børnum. Ein suðurkoreanskur og fýra norðurkoreanskir hermenn á vakt við markið landanna millum. Myndin er tikin í morgun í bygdini Panmunjeon, sum er á sjálvum markinum. Svenskir ráðharrar longu í trupulleikum – Ráðharrin hevur borið seg skeivt at, men tað má ikki endurtaka seg Fredrik Reinfeldt Tiltøk verða tulkað sum krígsavbjóðing