Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 11. oktober 2006 13 Kistan við Jóhannus Poulsen kemur í Vágarnar í dag kl. 13.45. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju hósdagin kl. 14.00. Tey, ið vilja minnast Jóhannus, kunnu lata føroya felag móti krabbameini eina peningagávu; konta í peningastovninum. Knút Joensen í Sandavági andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum mánadagin 9. oktober, 77 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrshúskapellinum hósdagin klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju fríggjadagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Knút kunnu lata eina gávu til Meinigheitshúsið ella kirkjuna í Sandavági. Gudrun Joensen, Sandavágur, andaðist týsdagin 10. oktober, 41 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verpápi og abbi Knút Joensen Sandavágur andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 9. oktober, 77 ára gamal. Kistan fer av Landssjúkrahúskapellinum hósdagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Sandavágs kirkju fríggjadagin kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Jona, Olga og Sólbjørg v/ fam. Tey, ið vilja minnast Knút kunnu lata eina gávu til Meinigheitshúsið ella kirkjuna í Sandavági. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá kæra móðir, vermóðir, omma og langomma Anna K. Madsen Kvívík andaðist og varð jarðað. Tøkk til prest, sangarar, berarar og øll tykkum, sum hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið. Ein sertøk tøkk til tykkum á sambýlinum í Kollafirði. Vegna tey avvarðandi Ingibjartur, Asbjørn, Gullak, Ása og Árni       Til sølu Tvey hús á Tvøroyri til sølu. Tlf. 0045 31257797 Hans Jacob Joensen, bispur, harmast um forfylgingina av teimum samkyndu. Hann heldur tó ikki, at happing av sam­ kyndum skal skoytast uppí revsilógina. - Happing sum heild skuldi verið forboðin. Um vit fara at nevna bólkar, so eru so nógv sum skulu nevnast, og hini verða útilokað, sigur hann HAPPING Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Sosialurin hevur sett seg í samband við Hans Jacob Joensen, bisp, í samband við málið um tey samkyndu. Nógv hevur verið frammi um forfylging og revsilógina. Summi vilja vera við, at tað eru teir kristiligu leiðararnir, sum hava skyldina fyri forfylgingini. - Eg kann ikki ímynda mær, at kristiligir leiðarar birta uppundir forfylging. Tað vóni eg í øllum førum ikki, sigur hann. Uttan fyri rímiligt mark Bispur er sera harmur um tað, sum er hent teimum samkyndu síðstu tíðina: - Tað, sum er hent, er uttan fyri alt rímiligt mark. Eingin eigur at vera forfylgdur og útsettur fyri harðskap. Kristiliga sæð eiga øll at viðfarast líka væl. Um onkur ger seg inn á onnur, eigur tað verðsliga valdið at revsa hesi, heldur Hans Jacob Joensen. Hann heldur tó ikki, at § 266(b) í revsilógini skal broytast soleiðis, at ”kynsligur samleiki” verður skoyttur uppí. - Tað kann geva baksláttur at taka bólkar burturúr. Tað kann júst geva høvi til happing og forfylging. Fyrr í tíðini var tað so vanligt at halda fyri rukku, um tú vart reyðhærdur, kúlutur og tílíkt. Men vit eru øll Guds børn, og tað hoyrir ikki heima at happa. Hvør einstakur hevur ábyrgd fyri sínum gerðum, heldur hann. Hjúnalagið fyri mann og konu Nógv hevur verið tosað um parlag millum samkynd. Bispur sigur, at tey sam­ kyndu eru vælkomin í kirkj­ una, men hann undirstrikar tó, at kirkjunnar læra ikki góðtekur eitt hjúnarlag millum eitt par av sama kyni. - Tað er upp til tann einstaka at gera av, hvat er rætt og skeivt fyri seg. Eingin skal taka eina av­gerð fyri ein annan. Men tað kirkjuliga hjúnarlagið, soleiðis sum vit kenna tað, hevur fyrst og fremst sum endamál at tryggja ættina. Sostatt er tað fyri mann og konu. Um landið vil stovna aðrar samlívsformar, so kann landið stovna eina skráseting. Til dømis eru kanska systkin, sum hava liva saman alt lívið, sum kanska vilja skrásetast, til tess at tey kunnu arva hvønn annan. Hetta kundi eisini verið galdandi fyri tey samkyndu. Hetta kundi hjálpt teimum juridiskt. Men Bíblian hevur hjúna­ lagið fyri mann og kvinnu, staðfestir Hans Jacob. Hann heldur, at loysnin á trupulleikanum við happing er, at happing sum heild verður forboðin. - Eg haldi bara, at vit skulu ansa eftir at nevna einstakar bólkar í lógini, tí at tað eru so nógvir bólk­ar, sum verða útsettir fyri happing. Og tá ið teir bólkarnir, sum ikki standa í lógini, verða útilokaðir, er einki vunnið. Men ”all right”! Um tað ikki kann gerast á annan hátt, so kundu vit helst skoytt ”kynsligur samleiki” uppí lógina. Men tú kanst nevna so mangt, sum burdi verið skoytt uppí, sigur Hans Jacob Joensen at enda. Bispur: – Eingin eigur at verða happaður - Eg haldi bara, at vit skulu ansa eftir at nevna einstakar bólkar í lógini, tí at tað eru so nógvir bólkar, sum verða útsettir fyri happing, sigur Hans Jacob Joensen