Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 196 - 11. oktober 2006 Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í almanna- og heilsumálum fortelur í hesum døgum, at hann er í ferð við at broyta føroyska samfelagið soleiðis, at tað verður tað góða samfelagið. Øll, ja, øll kunnu koma til hansara, hann loysir allar trupulleikar, hann grøðir øll, og hann lovar øllum eina góða og vælsignaða tilveru. Ádu, ádú sum alt hetta hjá landsstýrismanninum ljóðar ótrúligt og gleðiligt. Tann dagurin er helst ikki langt burtur, tá himmalin verður ljósabláur 24 tímar í døgninum, sólin skínur uttan íhald, og vit fara at dusa okkum í marglæti. Heldur henda gongdin fram, ivist eg ikki eina løtu í, at Hans Pauli Strøm verður fyrsti verðsligi før­ oyingurin, sum verður kanoniseraður. Eitt ævintýr er sum vatn aftur ímóti framhaldssøguni hjá Hans Paula um javnaðar­ himmiríkið á jørð. Ein spyr seg sjálvan, kann alt hetta vera satt. Droyma vit, ella hvat? Nei, vit droyma tíverri ikki. Hans Pauli Strøm hev­ ur seinastu mánaðarnar sitið og skrivað síðu upp og síðu niður, um hvussu gott allir føroyingar skulu hava tað. Hvagani hann hevur fingið hugskotið um súreplini og renningina, veit eg ikki, men mesta av hinum hevur hann stolið frá Tjóðveldisflokkinum. Alt um lægstu avlamispensión, um einligar uppihaldarar, um liðiligan arbeiðsmarknað og mangt annað hevur hann beinleiðis og ósoldað stolið frá okkum. Men hann tosar og skrivar, sum um hann sjálvur hevur funnið upp á alt. Hvat hendir Tað mest áhugaverda við hesi kosmisku opinbáringini hjá landsstýrismanninum er, at hann hevur álvarsliga skatt ella beinleiðis forkomið so at siga hvørjum einasta málið, hann er farin í holtur við. Við súreplunum og renningini kundi ikki ganga galið, men annars, á dú og dú. Lóg um barnavernd Vit kunnu nevna lógina um barnavernd, sum fekk góðar 60 størri og fleiri aðrar minni broytingar í nevndini. Og hóast nevndin samtykti, at barnaforsorg skuldi gerast kommunal fyri tað allarmesta, so hevur HPS bronglað og sníkt tað soleiðis, at Almannastovan og høvuðsbarnaverndin sita við báðum endunum. Frítíðar- og miðnámsskúlin Hans Pauli Strøm fór inn í málið um Frítíðarskúlan á Tvøroyri, og hvat hendi, og hvat gjørdi lands­stýris­ maðurin tá. Nei, eg fái helst myndugleikarnar á nakkan, sigi eg sannleikan.Vit stað­festa tó, at nógv vóru tey, sum undraðust sáran, at løgmaður ikki loysti landsstýrismannin úr starvi sínum eftir tað syndarligu handfaring. Men var løg­ maður sjálvur kanska so nógv innblandaður, at hann reyk sjálvur, gjørdi hann nakað við Hans Paula. HPS fór inn í málið um miðnámsskúla/ellisheim í Vági. Hvat hendi. Jú, ein byggiklár og fram úr spennandi verkætlan var knúst og tveitt á vatnið vesturi á Eiðinum. Eina og aleina tí hon var verk hjá Tjóðveldisflokkinum. Hagtøl fyri tørvinum á ellis- og røktarheimsplássum í Suðuroy broyttust brádliga fleiri 100%, og so stóð landsstýrismaðurin har og kundi skjalprógva ein øgiligan tørv har suðuri. Hvar tølini komu frá, og hvussu tey blivu broytt, ja, tað kann man bara gita um. Úrslitið av hesi ræðu­ lig gerðini hjá HPS er, at miðnámsskúlin enn er á tekniborðinum, og suður­ oyingar fáa einki ellisheim í bræði. Miðnámsskúlin í Vági hevði verið bæði liðugur og ein týðandi skúla- og mentunardepil fyri Suðuroynna, um Hans Pauli hevði hildið sínar skitnu javnaðarfingrar langt burtur. Vit kunnu staðfesta, at hetta málið ikki bert hevur viðvirkað til enn størri syndran av Suðuroynni, men sanniliga eisini av heimbygd hans­ ara. Serdagsstovnurin Hans Pauli Strøm fór upp í lítla Petur málið, eins og ein risi í stórum tufflum roynir at dansa ballet. Einar fimm grovar sjálvmótsagnir og onnur rættiliga óhepp­ in átøk presteraði lands­ stýrismaðurin eftir fáum døgum. Tá málið hevði lagt seg so dánt, hálaði landsstýrismaðurin eitt álit úr ermuni. Soleiðis vuppti. Hann pástóð, at ein arbeiðsbólkur hevði ar­beitt leingi við málinum. Sannleikin var, at sokallaða álitið varð skrivað í skundi í einum døgurðatíma av onkrum embætisfólki. Alt endaði so við, at hann fekk sínar samgongumenn at góðtaka ein dagstovn, sum einki sum helst hevði við lítla Petur ella onkran sum minti um, at gera. Serdagsstóvnvnurin fekk sína byrjan soleiðis, at leiðari og onnur starvsfólk vórðu sett í starv. Hús varð leigað ella keypt til endamálið. Meiri enn eitt ár aftan á kemur undan kavi, at starvsfólkini hava fingið sína góðu løn, men at einki, púrt einki annað er hent. Einki er gjørt við húsið. Og einki barn er sætt nærhendis tí heldur. Meira enn ein millión er soleiðis farin út í bláu luftina. Og ein góður spurningur er, hvar børnini, sum stóðu og bíðaðu eftir ser­dagsstovinum, eru í dag. Børn við serliga serligum tørvi Beint áðrenn afturlatingar­ tíð seinasta heyst, fekk Hans Pauli sníkt eina broyt­ing viðvíkjandi stuðl­ um inn í figgjarlógina. Broyt­ingin var í stuttum tann, at Almannastovan fekk ábyrgdina av teimum børnunum, sum høvdu ser­liga serligan tørv. And­ støðan spurdi nattúrliga, um Almannastovan var til reiðar til so stóra og krevjandi avbjóðing. Tað var hon sjálvsagt ikki. Peda­gogfelagið og Javni komu upp í og vístu á, at broyt­ingin kundi ikki útinn­ ast í verki, tí alt var ov ófyrireikað. Almannastovan var als ikki til reiðar at átak sær uppgávuna. Men Hans Pauli fekk øll tvs. sínar samgongufelagar, komm­unufeløgini, sum hava formenn við røttum partí­liti og minsantin eisini Almannastovuna at leggja hondina á hjartað uppá, at málið kundi setast í gongd 1. apríl 2006. Vit skriva nú 10. oktober, og hvørki Almannastovan ella nakar annar er til reið­ar til at arbeiða á øki­ n­um sambært teimum broyt­ingum, sum HPS av fíggjar­kosmetiskum ávum tvingaði ígjøgnum. Onkur avvarðandi hava upplivað, at teirra barn hevur havt út móti 10 – stavað tíggju – ymiskar ólærdar stuðlar til eitt og sama barn í fýra mánaðar í hesum árinum. Støðan er ikki bara kaotisk, men sera, sera álvarslig hjá fleiri familjum. Men hvat ger Hans Pauli Strøm, jú, hann skrivar víðari upp á framhaldssøguna um tað góða samfelagið. Matútbering og dagtilhald Vit hava upplivað, at mat­ útberingin til pension­istar er støðgað, og at málið ikki bleiv loyst, fyrr enn løgtingið avgreiddi tað. Vit hava upplivað, at dagtilhald eru mest sum afturlatin, tí játtanin ikki strekti til. Vit hava upplivað, at dagtilhald ikki hava fingið sína játtan, hóast tey hava søkt. Eisini hesa fløkjuna hevur løgtingið loyst fyri landsstýrismannin. Vit kunnu siga, at løgtingið í veruleikanum hevur ruddað nokk so nógv og væl upp fyri landsstýrismannin, tá tað snýr seg um tiltøk fyri pensionistar. Brølarar og ballónir Nú lýsir Hans Pauli Strøm seg sjálvan og sína lands­ stýristíð sum hirðin ið leið­ir gonguna úr myrkrin­ um og inn í tað ljósa og góða samfelagið. Lesa vit tað, hesin ágrýtni lands­ stýrismaðurin hevur skriv­ að, síggja vit eina mynd av tí góða samfelagnum – á pappírinum. Men líta vit kring okkum og at tí, sum Hans Pauli Strøm hevur avrikað, so kunnu vit lýsa hansara tíð í lands­ stýrinum við tveimum orð­um, nevniliga Brølarar og Ballónir. Brølararnir er orðið fyri syndarligu gongd­ina í alt ov nógvum málum, hann hevur fingist við, og Ballónirnar standa fyri gyltu lyftini, sum hann situr uppi helst hvørja nátt og festir á blað, men sum flestu skulu realiserast, tá hetta valskeiðið er av. Í skugga Fólkafloksins Tá ein so eisini hugsar um, hvat veruliga fer fram í verandi samgongu, fær ein bæði gásarhold og kaldar ristingar. Støðan er nevniliga tann, at Fólkaflokkurin gevur Hans Paula nakrar krónur, sum longu eru har, og sum landsstýrismaðurin síðan flytur runt. Hetta meðan Fólkaflokkurin flyt­ ur avgerandi leikirnar. Teir trumfaðu skattalættan til tey ríki ígjøgnum, teir fingu samgonguna at strika bæði MVG og skatta­eftir­støður, teir vóru samdir um at selja dønum okkara sjálvs­ avgerðarrætt, umframt at spekulantar nú kunnu draga rentuútreiðslur av lánum, sum verða nýtt til partabrøv, frá í skatti. Sannleikin um verandi samgongu er eisini, at teir tríggir flokkarnir ikki eru samdir um serliga nógv. Tí verður arbeitt mest sum í bólkum, og er ikki altíð, at eini bólkurin veit, hvat onkur av hinum tekst við. Eitt eru teir tó samdir um, og er tað at niðurgera og útiloka Tjóðveldisflokkin. Sjálvt um størsti andstøðu­ flokkurin hevur lagt fleiri enn fimti uppskot av ymsum slagi fyri ting­ ið higar til í hesum val­ skeiðnum, so hevur sam­ gongan niðurgjørt og aftur víst tey allarflestu. Og er Hans Pauli Strøm kanska tann, sum hevur verið mest altráður at niðurgera tað, sum Tjóðveldisflokkurin hev­ur borið fram. Men hann hevur tó verið so snild­ur, at hann síðan hevur tikið uppskotini, Tjóð­ veldisflokkurin er komin við, og gjørt tey til part av framhaldssøgu síni um tað góða samfelagið. Fari tó at heita á Hans Paula Strøm um at gevast við at skriva ambitiøsu og pompøsu framhaldssøguna. Vanligi føroyingurin sær einki av tí góða sam­fe­ lagnum, hann skrivar síðu upp og síðu niður um, orsakað av myrka og dapra skugganum, Fólkaflokkurin leggur oman á alt virksemi samgongunar. tí besta sum er í londunum rundanum okkum, har vit byrja við einum støðisárið, sum er á leið eins fyri allar næmingar sum vilja taka eina miðnámsútbúgving. Samanumtikið hevur sitandi samgonga sambært fíggjarlógaruppskotinum ikki á nakran hátt ásanna at neyðugt verður at gera munandi raðfestingar inna føroyska fólkaskúlan komandi ár, hetta haldi eg vera stórt spell, tí tað er har framtíðin liggur og 2015 nærkast. Gransking Lesa vit fíggjarlógina og leita eftir tí satsing uppá framtíðina samgongan sigur seg vera garantur fyri, er lítið fyri ikki at siga onki sum undirbyggir hesa útsøgn. Føroyar sum heimsins fremsta tjóð 2015 kemur ikki av sær sjálvum. 2015 kemur av sær sjálvum, men skulu vit lyfta tjóðina uppá eitt hægri vitanarstøði, gera okkum minni heft av rávøru vinn­ uni og klára okkum í altjóða kappingini við vælútbúnari arbeiðsmegi, muga stórar íløgur gerast í hetta arbeiði nú. Sær breiða samgongan ikki hvussu neyðugt tað er at satsa uppá granskingina, hevur hon ongan kjans at náa málinum. Eg sakni at í fíggjar­lógar­ uppskotinum eru raðfest nøkur granskingarøki sum kunnu vera við at lyfta uppgávuna Føroyar sum heimsins fremsta tjóð 2015. Ístaðin fyri at nýta pening uppá be­tong og bygningar, átti pening­ ur at verði nýttur til bein­ leiðis vinnugransking og ígongdsetan. Fyrr enn samgongan sær týdningin av hesum, kemur føroyska tjóðin ikki at verða heimsins fremsta um 9 ár. Mentan Samanumtikið kann sigast at tey stóru mentunarligu átøkini ikki síggjast aftur á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007. Haldi lands­stýris­ maðurin í mentamálum hevur ikki orku til tey stóru mentunarligu frambrotini, nú hann eisini umsitur onn­ ur stór og tíðarkrevjandi málsøki. Fegnist tó um at musikk­ skúlin eftir uppskoti Tjóð­ veldisfloksins frá í fjørð, nú eisini fær rúmari karm á hesi fíggjarlógini og at virksemi tí kann halda fram á sama støði sum vit fingu tað uppá seinast. Tó er eitt mentunarøki eg haldi landsstýrismaðurin eigur rós uppiborið fyri at hava satsa uppá og tað er fyri at Tjóðpallur Føroya fær eina økta játta uppá heili 30 %, upp til 3.2 mió. kr., verður hetta gongdin kunnu vit fegnast um at longu um 4 til 5 ár hava vit nátt eitt rímiligt støði uppá einar 10 mió. kr. til tann føroyska leikpallin, og tað hevði verið eitt støði vit ikki høvdu fyri neyðini at skammast av. Framhald av síðu 11 Brølarar og ballónir løgtingsmaður Finnur Helmsdal viðmerkingar