mikudagur 11. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 11. oktober 2006
11
PISA – kanningin fekk
landsstýrismannin í menta
málum at seta arbeiðsbólk
at viðgera og koma við
tilmæli um hvørji tiltøk
eru neyðug at seta í verk
beinan vegin, skulu vit
gera okkum vónir um at
fáa betur úrslit næstu ferð
okkara fólkaskúlanæmingar
skulu luttaka í eini altjóða
kanning av førleikanum hjá
næmingunum í føroyska
fólkaskúlanum.
Men í fyriliggjandi fíggj
arlógaruppskotið
dugi
eg ikki at fáa eyga á at
landsstýrismaðurin hevur
lagt upp fyri neyðugum
átøkum. 8 mió. kr. meira
til fólkaskúlan, sum fara til
lønarhækkingar og lærara
tímar sum skulu leggjast
afturat, tí leiðslurnar nú
skulu nýta meira tí uppá
leiðslu og minni tíð at
undirvísa.
Dugi ikki at finna nakað
økið í fólkaskúlanum, sum
hevur við næmingarnar at
gera, sum veruliga kemur
styrkt út á hesi fíggjarlógini.
Ongi innsatsøki, ongin upp
raðfesting og ongin ábend
ing um at man í nærmast
framtíð veruliga ætlar at
gera nakra munagóða broyt
ing.
Havi sjálv mælt til at man
styrkir eftirútbúgvingina av
lærarum. Eitt er at man ætlar
at umskipa útbúgvingina
soleiðis at hon í framtíðini
kemur at vera ein batcho
lor útbúgving, men tað
verður
eisini
neyðugt
at geva verandi lærarum
høvi at endurnýggja sína
útbúgving, so hon eisini
gerst á nóg høgum støðið.
Eitt annað økið eg havi
mælt til verður styrkt er
serundirvísingin. Á fíggjar
lógini síggi eg eina øking í
játtanin uppá góðar 3 mió.
kr. og tað haldi eg vera
positivt. 1,5 mió. kr. til
virksemi í fólkaskúlanum,
men um hetta bert eru til
praktiskar stuðlar í fólka
skúlanum, so bøtir tað ikki
um serundirvísingina? 1,8
mió. kr. til tænastueindir
kring landið er eisini ein
bati, men tað tykist ikki
sum hetta eru nógvir
pengar um teir skulu být
ast sundur til tríggjar tæn
astueindir í Føroyum, eina
í Eysturoy sum er farin í
gongd, eina í Suðuroy og
eina í Suðurstreymoy sum
skulu í gongd komandi
ár. Verður hesin peningur
veruliga nóg mikil at reka
tríggjar sernámsfrøðiligar
tænastueindir við? Loyvi
mær at ivast.
Tíðin búgvin at byrja
við forskúla
Eisini mælti eg til at
styrkja fakliga førleikan í
fólkaskúlanum, men hetta
gerst bara við at játta fleiri
undirvísingartímar til næm
ingarnar ella at leingja um
skúlagongdina hjá næm
ingunum, við eitt nú at lata
børnini fara eitt á fyrr í
skúla. Í øllum londunum
vit samanbera okkum við
fakliga, fara børnini í skúla
5 ella 6 ára gomul. Har
afturat hava tey upp til
dupult so nógvar tímar í
móðurmálsundirvísing sum
vit hava her heima, okkara
næmingar hava 7 tímar/viku
og grannabørnini hava 12
tímar/viku. Hvussu kunnu
vit seta somu krøv til hvat
fæst burturúr skúlagongdini
tá tað vit investera í hana
bara er á leið helvtin av tí
onnur lond investera?
Við í kjakið eigur eisini
spurningur um 10. skúlaár
at vera tikin. Hvat skulu
vit nýta hetta skúlaárið til,
kundi tað verið nýtt betur
og hvussu gerst hetta árið
veruliga ein sambinding við
miðnámsútbúgvingarnar?
Eftir mínum tykki eigur
spurningurin at vera enda
vendur saman við orða
skifti um hvussu vit skulu
skipa okkara miðnámsút
búgvingar í framtíðini.
Eri sannførd um at vit í
Føroyum muga tora at gera
okkara egnu skipan burturúr
Portørar hava meldað
seg úr Havnar Arbeiðs
mannafelag undir skeiv
um fyritreytum
Nakrir portørar, sum høvdu
skrivað undir felags frá
boðan um útmelding úr Havn
ar Arbeiðsmannafelag, hava
nú meldað seg inn aftur í
arbeiðsmannafelagið.
Orsøkin til, at hesir por
tørar hava meldað seg inn
aftur í arbeiðsmannafelagið,
er m.a., at fyritreytirnar fyri
útmelding vóru skeivar.
Tað er rættiliga ódámligt,
at teir portørar, sum hava
tikið stig til at fáa portørar
nar at melda seg úr Havnar
Arbeiðsmannafelag, tykj
ast hava givið skeivar upp
lýsingar í royndum sínum
at fáa so nógvar portørar
sum til ber at melda seg úr
arbeiðsmannafelagnum.
Bólkatrýst og ósannindi
Nú er avdúkað, at nakrir
av teimum portørum, sum
hava tikið stig til at fáa
portørarnar at melda seg
úr Havnar Arbeiðsmanna
felag, miðvíst hava brúkt
bólkatrýst og beinleiðis
ósannindi í royndum at náa
máli sínum.
Upplýst er, at stigtakari
hevur boðað portørum rá,
at »meirilutin ræður«, t.v.s.
at tá meira enn helvtin av
portørunum hevði tikið
undir við at melda seg úr
arbeiðsmannafelagnum, so
skuldu hinir fylgja við.
Eisini er upplýst fyri
portørunum, at »nú mást
tú skriva undir, tí allir hinir
hava skrivað undir.«
Lætt er at skilja, at við
slíkum ósannindum frá
nøkrum av stigtakarunum
hevur ligið eitt rættiliga
stórt trýst á portørunum,
og tað er átaluvert, at slík
mannagongd verður brúkt í
royndunum at fáa starvsbólk
at skifta fakfelag.
Stigtakararnir tosa við
tveimum tungum
Vit hava í fjølmiðlunum
sæð, at bæði stigtakararnir
til útmelding úr arbeiðs
mannafelagnum og formað
urin í Starvsmannafelagnum
hava víst á, at ein og hvør
løntakari
sjálvur
kann
velja, hvørjum fakfelag
viðkomandi vil vera limur
í.
Hetta er ein vælkend
og viðurkend grundregla,
men tá vit samstundis hava
fingið upplýst, at onkur
av teimum portørum, sum
hava tikið stig til at fáa
portørarnar at melda seg
úr arbeiðsmannafelagnum,
hevur upplýst fyri hesum
portørum, at »meirilutin
ræður«, og hava sagt, at »nú
mást tú skriva undir, tí allir
hinir hava skrivað undir,« so
hava stigtakararnir júst ikki
givið hvørjum einstøkum
portøri høvi til sjálvur frítt
at velja, um viðkomandi
skuldi vera limur í Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Hesir stigtakarar tosa tí
við tveimum tungum, tá
teir í fjølmiðlunum siga,
at øll hava frítt at velja
limaskap í fakfelag, sam
stundis sum teir hava lagt
trýst á portørarnar fyri at
fáa teir at melda seg úr
arbeiðsmannafelagnum og
enntá hava brúkt ósannindi
um, at allir portørarnir nú
høvdu skrivað undir.
Leikluturin hjá
Starvsmannafelagnum
Starvsmannafelagið
og
formaðurin Gunnleivur Dals
garð hava brúkt rættiliga
nógva orku at vísa á, at
portørarnir sjálvir hava vent
sær til Starvsmannafelagið.
Hetta hava vit í Havnar
Arbeiðsmannafelag ongan
tíð mótmælt, tí vit vita
ikki, hvør hevur vent sær
til hvønn.
Tað er heldur ikki so
áhugavert, tá vit hugsa um
leiklutin hjá Starvsmanna
felagnum, tí hvat hevði
ein fakfelagsformaður við
virðing fyri føroysku fak
felagsrørsluni gjørt, um ein
løntakarabólkur, sum var
skipaður í øðrum fakfelag,
vendi sær til henda fak
felagsformann?
Jú, sjálvsagt hevði fak
felagsformaðurin beinan
vegin vent sær til fakfelagið
hjá hesum løntakarabólki
og tikið upp spurningin
um ynskini hjá hesum løn
takarum.
Men hvat gjørdi Gunn
leivur Dalsgarð? Jú, hann
fór saman við nøkrum fáum
portørum undir eina miðvísa
roynd aftan fyri ryggin á
Havnar Arbeiðsmannafelag
at fáa Lønardeildina hjá
Fíggjarmálaráðnum
at
skúgva
arbeiðsmannafe
lagið til viks sum samráð
ingarpart á økinum, sum
felagið í nógv harrans ár
hevur havt. Gunnleivur
Dalsgarð vendi sær ikki til
felag okkara, tá spurningurin
um portørarnar kom fram.
Tað er rættiliga vist,
at eingin annar fakfelags
formaður í Føroyum so
leiðis hevði farið aftan
fyri ryggin á øðrum fak
felag fyri at troka seg inn
á sáttmálaøki, sum øll vita,
at hetta fakfelag í nógv ár
hevði umboðað.
Lygnirnar í
Starvsblaðnum
Í nýggjastu útgávuni av
blaðnum hjá Starvsmanna
felagnum er drúgv viðgerð
av málinum um portørarnar,
men tað eru neyvan por
tørarnir, sum hava biðið
um at sleppa á forsíðuna
av blaðnum, so aftur her
hava vit dømi um, at hjá
Starvsmannafelagnum er
einki mark fyri, hvat brúkt
verður í royndunum at gera
seg inn á onnur fakfeløg.
Vit kunnu tó staðfesta,
at tann, sum hevur úttalað
seg til blaðið, hevur lítlan
og ongan kunnleika til
veruligu umstøðurnar í
Havnar
Arbeiðsmanna
felag, tí stórur partur av
greinini er ótilvitaðar ella
tilvitaðar lygnir. Eitt nú
verður skrivað, at tú skalt
hava verið limur í 10 ár
fyri at vera umfataður av
lívstrygging
felagsins
við deyða. Hetta er jú
heilt burturvið. Í Havnar
Arbeiðsmannafelag verður
tú umfataður av tryggingini
í somu løtu, tú gerst limur.
Gunnleivur Dalsgarð
spælir ikki við opnum
kortum
Tað, sum er rættiliga ódám
ligt, er, at Gunnleivur
Dalsgarð ikki bert hevur
stungið okkum í Havnar
Arbeiðsmannafelag í bakið,
men hann tykist ikki at hava
dirvi til opið at viðurkenna,
at hann í fleiri mánðir
hevur arbeitt í tí dulda fyri
at fáa lønardeildina at taka
samráðingarrættin fyri økið
hjá portørunum frá Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Ikki fyrr enn Gunnleivur
Dalsgarð mátti ásanna,
at lønardeildin ikki vildi
spæla við í ódámliga leiki
hansara, so skrivar hann
Havnar Arbeiðsmannafelag
bræv, har vit fingu »boð«
um at møta á fundi, og
ávísur dagur varð nevndur
sum uppskot til fundardag.
Summarferiutíð
var,
og tí náddu vit ikki at
svara skrivinum fyrr enn
aftan á dagin, sum Starvs
mannafelagið hevði sett
sum møguligan fundardag.
Tað er vert at bíta merki
í, at Gunnleivur Dalsgarð
ongantíð hevur avsann
að, at hann í fleiri mán
aðir hevur arbeitt aftan
fyri
ryggin
á
Havnar
Arbeiðsmannafelag, men
hinvegin royndi hann alsamt
at snara orðaskiftinum inn
á spurningin um rættin at
velja fakfelag.
Hetta sigur starvsmanna
felagsformaðurin, samstund
is sum hann neyvan kann
vera ókunnugur við, at
fleiri av portørunum als
ikki hava kent seg hava
nakran veruligan møguleika
sjálvir at velja fakfelag, tí
nakrir av stigtakarunum
til útmeldingina úr arbeiðs
mannafelagnum ikki opið
hava upplýst hesum por
tørum um rættindi teirra.
Tá felag gerst mótpartur
hjá fakfelag
Gunnleivur Dalgarð og
nevndin í Starvsmannafe
lagnum kunnu neyvan hava
umhugsað tær avleiðingar,
sum framferð teirra í hesum
málinum fer at hava fyri
framtíðar samstarv innan
føroysku fakfelagsrørsluna.
Tað er bert ein vinnari, tá
fakfelag, í hesum førinum
Starvsmannafelagið,
ger
seg til mótpart hjá øðrum
fakfelag, og hesin vinnari
er arbeiðsgevarasíðan.
Kundi hugsað mær at
fingið at vita, hvat føroyska
fakfelagsrørslan sigur til, at
eitt fakfelag soleiðis trokar
seg inn á sáttmálabundið øki
hjá øðrum felag og harvið
brýtur niður meginregluna
um, at fakfeløg altíð hava
virt sáttmálaøkið hvør hjá
øðrum, og tað er eingin ivi
um, at Starvsmannafelagið
við hesum hevur víst, at
restin av føroysku fakfelags
rørsluni ikki kann hava álit
á hesum felag og núverandi
leiðslu í felagnum, tí
Starvsmannafelagið virðir
ikki rættin hjá øðrum fak
feløgum at samráðast um
egin sáttmálaøki.
Hetta eiga fakfeløgini í
Føroyum at leggja sær í
geyma.
Fjølmiðlarnir
Tað er hugstoytt, at nakrir
av fjølmiðlunum hava ver
ið rættiliga einoygdir í
síni viðgerð av málinum
um portørarnar, har gølu
kendar yvirskriftir tykjast
hava størri áhuga enn ein
gjøllari lýsing av málinum,
m.a. leiklutinum hjá Starvs
mannafelagnum
og
tí
framferð, sum brúkt er í
sambandi við royndirnar
at fáa portørarnar at skifta
fakfelag.
Havnar Arbeiðsmanna
felag umboðar framvegis
portørarnar í sáttmálasam
ráðingunum.
Havnar Arbeiðsmanna
felag hevur framvegis sam
ráðingarrættin fyri økið
hjá portørunum í Føroyum,
og vit vilja framhaldandi
arbeiða fyri bøttum arbeiðs-
og lønarkorum fyri teir
portørar, sum eru limir í
felag okkara.
Samstundis skulu vit gera
púra greitt, at leiðslan í
Starvsmannafelagnum skal
vita, at hesin ágangur móti
Havnar Arbeiðsmannafelag
ikki verður gloymdur.
Tórshavn
6. oktober 2006
Bólkatrýst og ósannindi brúkt fyri at fáa portørarnar
at melda seg úr Havnar Arbeiðsmannafelag
formaður, Havnar
Arbeiðsmannafelag
Hans
Joensen
Fólkaskúlin á einum vegamóti?
Framhald á næstu síðu
løgtingskvinna
Heidi
Petersen
viðmerkingar