Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 196 - 11. oktober 2006 Flogvanlukkan í Noregi er ein sorgarleikur, sum tað er sera torført at seta orð á. Vit vita øll, at vanlukkur henda innan flogferðslu, men vit vóna sjálvsagt, at vit og okkara flogfeløg verða spard fyri tað ræðuliga, sum ein flogvanlukka er. Flogvanlukkan hevur skelkað okkum øll, og allir føroyingar kenna djúpa sorg og samkenslu við teimum, sum hava verið fyri einum stórum missi. Hetta er ein veruligur sorgarleikur, sum fer at níva langt fram í tíðina. Vit kunnu bert vóna, at tað fer at eydnast hjá teimum, sum eru meinast rakt, at koma ígjøgnum sorgina og skelkin. Fyri okkara flogfelag, Atlantic Airways, sum allir føroyingar eiga og eru stoltir av, er vanlukkan ein dyggur smeitur. Hjá einum flogfelag er trygdin alt, og einhvør vanlukka elvir til spurningar og iva hjá brúkarunum og starvsfólki. Enn vita vit als einki um orsøkina til sorgarleikin. Men øll vóna inniliga, at tað fer at eydnast hjá skaðanevndini við vissu at staðfesta orsøkina til vanlukkuna. Hetta hevur stóran týdning fyri álitið hjá brúkarunum og hjá starvsfólkinum til flogførini, og hetta hevur stóran týdning hjá teimum, sum eru meint rakt og skulu royna at koma til sættis við ta vanlagnu, sum hevur rakt tey. Øll skulu vit víðari við okkara lívi so ella so, tí vóna øll inniliga, at orsøkin til vanlukkuna kann verða staðfest við vissu. Atlantic Airways hevur ment seg sera nógv, síðan felagið varð stovnað sum eitt alment partafelag. Felagið hevur prógvað, at vit føroyingar megna bert vit vilja. Føroyingar hava yvirhøvur verið sera góðir við felagið og hava givið felagnum sín dygga stuðul. Tá vanlukkan so rakar felagið, so kennist tað, sum vit øll verða rakt. Tað tykist, sum allir partar hava taklað vanlukkuna sera professionelt. Bjargingarmanning, løgregla og avvarandi myndugleikar í Noregi og starvsfólkið hjá Atlantic á vanlukkustaði og heima her í Føroyum. Øll hava gjørt sítt ítasta. Hetta er ein sera trupul støða og sum er alt annað enn løtt at takla. Tað tykist, tó sum allir partar hava livað upp til tað, sum væntast í eini slíkari sera truplari og sera álvarsamari støðu. Dagurin í gjár gjørdist ein sannur skaðadagur, tí seinnapartin hendi enn ein sorgarleikur við tað, at ein smádrongur druknaði á Langasandi. Vanlukkurnar hava ávirkað okkum øll og tær fara at ávirka okkum øll í langa tíð framyvir. Sosialurin Sorgarleikur Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Í síni hvassorðaðu grein í mánadags-Sosialinum, har ið Regin Eikhólm finst at verandi føroyskari mál­røkt, dregur hann mill­ umtjóðamálið esperanto uppí við orðingini »eitt fremm­­andagerandi ný­før­ oyskt esperanto hvørs hug­flog og abstraktións niveau saman við brúki­ lig­heit annars letur nógv eftir at ynskja.« Við tað, at henda orðingin bendir á tann vanliga fordómin og ókunnleikan um esperanto, skal her verða gjørt vart við, at 1. Í esperanto er hugflog og abstraktiónsniveau og »brúkligheit« á stak høgum stigi. Í esperantoheimi verður dúgliga kjakast og skrivað m. a. um vísindi, heimspeki, politikk og fíggj­ ar­mál; bøkur upprunaligar á esperanto eru týddar til ymisk tjóðmál. 2. Esperanto byggir á 16 grundreglur; 15. regla sigur, at øll »millumtjóðaorð« eru eisini esperantoorð. 3. Orðatilfarið nýtir van­ ligastu indo-evropisku orð­ røturnar og er tí rættiliga lætt at skilja. (E. s. Íslendskt hoyrir eisini upp í ”indo-europæisku” málættina.) Til Formanskapin í Løgtinginum att: Edmund Joensen løgtingsformaður Føroyingar áttu at havt somu atgongd sum fólk­ ið í grannalondunum, til at hoyra og síggja løg­ tingsfundirnar. Tað skuldi verið ein sjálvsagdur rætt­ ur, at borgarar landsins hava møguleikan at hoyra, hvat politisku flokkarnir og fólkavaldu umboðini hava at bera fram í Løgtinginum og at kunna fylgja við, hvussu Føroya land verður stýrt. Nógvir føroyingar nýta møguleikan ídag at hyggja eftir Tingvarpinum, har tað ber til at síggja og hoyra teir fólkavaldu í ”action”. Vanliga byrja løgtingsfundirnir kl. 13.30. Tí fer tað at verða ógjørligt at fylgja við Tingvarpinum, um Kringvarpið fer at senda aðrar sendingar frá klokkan 15.00. Útvarpið hevur viðhvørt sent á millumbylgju, tá okkurt serligt hevur verið á skránni td. orðaskifti um løgmansrøðuna og fíggj­ arlógina, men onki bendir á, at hetta verður loysnin. Undir viðgerðini av fíggjar­ lógini setti fram­søgumaður Sjálvstýrisfloksins spurn­ ingin, hvat tað vildi kosta, um sent bleiv beinleiðis frá tingfundum. Dýr útgerð, sum er keypt til ljóð og myndaupptøku finst í hús­in­ um, og ivaleyst er tað bert ein spurningur um sendi­ frekvens. Um Kringvarpið ikki kann loysa hesa upp­ gávu, eigur Løgtingið at kanna møguleikan fyri at útbjóða uppgávuna at senda beinleiðis, so verandi og møguliga komandi luft­ bornir miðlar hava møgu­ leikan at bjóða seg fram. Nógv fleiri fólk enn ein skuldi trúð sita dagliga og fylgja orðaskiftinum, ser­ liga eldri og tey sum ikki eru úti á arbeiðsmarknaðinum. Eg havi fyrr víst á, at løgtingsfundirnir eiga at verða sendir beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi. Fari tí at reisa spurningin: “Hvat hendir, nú senditíðirnar í sjón­varpinum verða broytt­ ar”? Somuleiðis fari eg at heita á formanskapin um at virka fyri, at tingfundirnir í framtíðini kunnu hoyrast og síggjast. Tingfundir hoyrast og síggjast Regin Eikhólm og esperanto løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin Kári P. Højgaard Jeffrei Henriksen Starvsmannafelagið harmast um og øtast tær hendingar, ið bæði samkynd og fólk við øðrum húðaliti, hava verið fyri her heima. Hendingar, ið sýnist at vinda alsamt meiri uppá seg. Sum samfelag og sum einstaklingur er tað skylda at vísa virðing og umsorgan fyri okkara næsta, hvør og hvar hann enn er, og eisini í verki vísa, at øll happing og niðurgerðing er í stríð við tað grundstøðið, vit byggja okkara samfelag á. Starvsmannafelagið ásannar at tað er okkara skylda, sum ein solidariskur felagsskapur at stríðast móti hesum óhugnaliga rákinum, ið vit hava upplivað seinastu tíðina. Samstundis er tað ein politisk skylda at skapa fortreytir fyri, at hendan leiðin ikki fær gróðrarbotn. Grundstøðið undir føroyska sam­ felagnum byggir á tolsemi, virðing og umsorgan fyri hvør øðrum, óansæð hvønn politiskan, trúarligan ella kynsligan livihátt vit hava. Latum okkum í orði og verki vísa, at vit, sum tjóð, hava hetta sum aðalmál. Latum okkum vera fyrimyndir fyri ættarliðið, ið veksur upp og komandi ættarliðum og læra tey, at vit hava eitt samfelag fyri øll. ØLL ! Tórshavn 11.10.2006 Starvsmannafelagið Yvirlýsing EITT GOTT SAMFELAG – EITT SAMFELAG FYRI ØLL!