mikudagur 11. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 11. oktober 2006
9
tíðindi
Á ráðstevnuni “Fóta
Tær í London” vóru
ráðini frá ensku
serfrøðingunum,
bæði innan móta
og innan tónleik, at
tað er tað, at vit eru
føroysk, ið ger okkurt
serlig, og hetta mugu
vit ikki undirmeta.
Funky Faroe Islands
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Týsdagurin
á
føroysku
ráðstevnuni í London var
gevandi fyri føroysku lutta
kararnar. Fyriskipararnir
høvdu sett saman eina sera
góða skrá, við gestum av
høgari góðsku. Umframt
framløgur av Hilary Riva
forkvinnu í British Fashion
Council, ið m.a. stendur
fyri mótavikuni í London,
og Martin J. Asmundsen
ráðgeva
í
vinnumálum
við donsku sendistovuna
í London, vóru tveir sera
áhugaverdir pallborðsfundir
á skránni.
Fyrrapartin var tað móta
vinnan og hvussu tú sum før
oyingur kann gera vart við
teg á enska mótapallinum.
Pallborðið var mannað
av sera kompetentum fól
ki: Sniðgevanum Susan
Brackhouse, ið sjálv hevur
roynt at byrja egið virkið,
og fingið virkið at yvirliva
eisini eftir tey fyrstu árini.
Hilary Riva, ið umframt at
vera forkvinna í British Fash
ion Council hevur arbeitt
við klædnasølu í eitt mann
aminnið, Melanie Winning,
ið er stylistur og make-up
artistur og hevur arbeitt
nógv í mótavinnuni, Sarah
Musgrove, ið er strategiskur
ráðgevi, og livur av at mark
naðarføra sniðgevar og
mótablaðkvinnan og snið
gevin av hundafrakkum
Wendy Scott, ið eisini
hevur skipað fyri hesum
partinum av tiltakinum.
Kjakið kom víða um, og
nógv hugskot um hvussu
føroyskur móti kann sláa
í gjøgnum í London vóru
havd á lofti. M.a. varð sagt,
at vit ikki máttu gloyma
hvussu forkunnug vit vóru.
Okkara støða sum eitt land,
ið eingin hevði hoyrt um,
var ein áhugaverd søga, ið
kundi brúkast, sum jarnbrot
inn á enska marknaðin.
Seinnapartin var tón
leikurin á breddanum, aft
ur hesaferð var eitt sera
kompetent pallborð savn
að, íslendska Anna Hildur
Hildibrandsdóttir skipaði
fyri hesum parti av ráð
stevnuni, og hon hevði
fingið: John Best, ið er
royndur umboðsmaður í
Onglandi, hann hevur m.a.
verið umboðsmaður hjá
The Verve og fleiri øðr
um bólkum, í løtuni fer
nógv av hansara orku til
at vera umboðsmaður hjá
íslendska bólkinum Sigur
Rós, Christian Ulf-Hansen,
ið m.ø. er umboðsmaður
hjá
Teiti,
men
hevur
nógvar royndir úr tón
leikaídnaðinum, Richard
Laws, ið er sakførari fyri
nógvar
tónleikarar
og
plátufeløg, Nick Robbin,
ið arbeiðir við nýggjum
bólkum hjá plátufelagnum
BMI og so Anna Hildur
Hildibrandsdottir sjálv, ið
m.a. hevur royndir sum
tónleikaumboðsmaður og
sum PR fólk í sambandi
við Iceland Airwaves. Eis
ini hesin fundur var sera
áhugaverdur, og her vóru
ráðini aftur, at tað var týd
ningarmikið at halda fæst í
tí sermerkta, ið ger okkum
til føroyingar.
Dagurin endaði við, at
eitt nýtt pallborð lurtaði eft
ir brotum úr ymiskum før
oyskum løgum. Við tað pall
borið sótu narkrir av teim
um, ið eru við til at velja
bólkar út til plátufeløg. Her
vóru Stephen Bass, ið arb
eiðir við at finna bólkar
til Virgin Records, og áður
hevur arbeitt fyri Islands
Records og var við til at
stovna óhefta plátufelagið
Moshi Moshi Records, Gar
reth, ið starvast hjá CFD
Management og Christian
Ulf-Hansen, ið eisini luttók
við fyrra pallborið.
Luttakarnir slupp u at
hoyra tónleik við m.ø.
Yggdrasil, Eivør, Marius,
Høgna Lisberg, 200, Gest
ir, Makrel, Petur og Deja
Vu.
Skoðsmálini
vóru
einki serlig, men fleiri av
bólkunum, vildu bæði Gar
reth Christian og Stephen
hoyrt meira av. Lagi Morn
ing Dew hjá Høgna Lisberg
fekk nógv bestu skotsmál
ini.
Føroysku luttakararnir
tyktust á einum máli um, at
tiltøkini týsdagin vóru sera
gevandi
Martin J. Asmundsen
ráðgevi við donsku
sendistovuna í
London, heitti
á føroysk virki
um at brúka tær
tænasturnar, ið
danska handilsráðið
veitur.
Funky Faroe Islands
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ráðgevin í vinnumálum
við donsku sendistovuna í
London Martin J. Asmund
sen var ein av gestunum,
ið luttók á ráðstevnuni í
London í gjár. Asmundsen
arbeiðiri undir danska hand
ilsráðnum, The Danish
Trade Counsil. Hann greiddi
frá um arbeiðið hjá sær
og sínum starvsfeløgum,
við at ráðgeva og hjálpa
donskum fyritøkum, ið
royna at koma inn á enska
marknaðin, og metti tað
vera ein upp lagdan møgu
leika hjá føroyskum vinnu
lívið brúka stóra kunnleik
an, ið tey hava.
- Eg eri ikki greiður
yvir hvussu tílíkt verður
avroknað millum Føroyar
og Danmark, men eg
ivist ikki í, at tað átti at
borið til, segði Martin J.
Asmundsen.
Asmundsen greiddi frá, at
tey hjálpa fyritøkum innan
nógv ymisk virkisøki, ið
royna at slepp a inn á enska
marknaðin
- Vit ynskja at vera tann
fyritrekti samstarvsfelagin
hjá donskum vinnulívið í
Bretalandi. Hetta verður
millum annað gjørt við at
ráðgeva, at gera marknaðar
kanningar, at kanna trendir,
at finna samstarvsfelagar,
at finna framleiðslustøð
uttanlands og mangt annað.
Ein av veitingunum er 24
tímar av ókeypis coaching
til virkir, ið hjálpir teimum
at fyrireika seg til arbeiðið
á bretska marknaðinum.
Danska handilsráðið hev
ur fólk og sendistovur kring
alt Evropa, ið hjálpa fyri
tøkum við tílíkum arbeiði.
Virksemið hjá danska
handilsráðnum hevur havt
sera góð úrslit.
- Fyri hvørja brúkta króna
fáa vit 278 kr. í øktum
útflutningi, so hetta er væl
brúktur peningur, greiddi
Asmundsen frá. Nøgdsemið
hjá fyritøkunum, ið vit
arbeiða saman við er
sera høgt, 95% av okk
ara samstarvsfeløgum eru
nøgdir við okkara virksem
ið, segði Asmundsen.
Eitt virkisøki, ið danska
handilsráðið fæst við er
mótaídnaðurin. Her gera vit
eitt nú marknaðarkanningar,
vit fara nú út í handlar og
kannað hvat teir selja. Vit
hjálpa eisini virkjum inn á
mótaframsýningar, og skipa
somuleiðis fyri onkrum
mótaframsýningum saman
við øðrum.
Harumframt eru vit farin
undir at savna eina data
basu yvir agentar, vit royna
at gera eina gjølla databasu,
við nógvum ymiskum upp
lýsingum, og vit brúka
hesa til at matcha agentar
við fyritøkur. Í løtuni telur
databasan eini 3-400 agen
tar.
- Ráðgevingin liggur og
bíðar eftir tykkum. Hetta er
í ein ávisan mun galdandi
fyri øll vinnuøki, men
onkuntíð mugu vit melda
pass, segði Asmundsen.
Føroysku luttakararnir tyktust á einum máli um, at tiltøkini týsdagin vóru sera gevandi
Haldið fæst í tí, sum ger tykkum sermerkt!
Føroyingar áttu at brúkt okkara ráðgeving
Martin J. Asmundsen heldur,
at Føroyar og Danmark áttu at
kunna komið ásamt um eina
loysn, har føroyingar kunnu
brúka tænasturnar hjá danska
handilsráðnum.