mikudagur 11. oktober 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 196 - 11. oktober 2006
tíðindi
- Fyrr hoyrdi eg
teir siga, at fólk
vóru serliga blíð, tá
postboðið kom við
pengum. Í dag verði
eg væl móttikin, sjálvt
tá ein rokning er við
í postinum, sigur
Kristoffur Poulsen.
Hann er postboð í
Skopun og gongur
fýra rutur til íalt 170
húski
Postmaður
Snorri Brend
Skopun: Veðrið er av tí
allarfagrasta henda týsdagin
í farnu viku. Niðan gjøgnum
einu brekkuna kemur ein
maður gangandi.
Frammanfyri sær rullar
hann ein serstakan vogn.
Og var tað ikki fyri tann
eyðkenda bláa búnan, so
kundi ein ivast í, hvat hetta
var.
Maðurin við vogninum
er eingin annar enn post
maðurin í Skopun, Kristoff
ur Poulsen sum hevur
arbeitt postmaður í samfull
20 ár. Í vogninum er dagsins
mongd av posti.
- Fyrr bar eg alt í post
taskuni, og tað merktist
á rygginum. Men nú er
munandi lættari, tí hesin
vognurin sparir uppá rygg
in, sigur Kristoffur.
Hann gevur sær tíð
og steðgar á til eitt lítið
prát um arbeiðið sítt sum
postmaður.
- Í dag er gott veður, men
allir dagar eru tíverri ikki
eins og hesin, sigur hann.
Hann hevur sett serstaka
vognin frá sær, og skundar
sær inn í næstu húsini.
Klokkan er farin at nærkast
middegi, og helst skuldu
so mong sum tilber fingið
postin áðrenn tað!
Ymisk nøgd
Tá ein starvast sum postboð
er skipað soleiðis fyri, at
hvørt einstakt teirra hevur
sína rutu at ganga.
Til hvørja av hesum
hoyrir eitt ávíst tal av
húskjum og mett verður
eisini um, hvussu langa
tíð tað einstaka postboðið
tørvar til at bera postin til
øll á rutuni.
Hjá Kristoffur er skipanin
hon, at heimbygd hansara
er býtt upp í fýra økir, sum
eru býtt upp í 170 húski.
Høvuðssætið hansara er
posthúsið í bygdini, higar
posturin kemur og higani
hann verður borin út.
- Fyrimunurin er, at post
húsið liggur mitt í bygdini.
Tí kann eg gera meg lidna
við eina rutu og síðani fara
eftir postinum til ta næstu
rutuna, greiðir Kristoffur
frá.
Tá hann soleiðis leggur
frá landi á posthúsinum veit
hann, at hann teir næstu 5-
6 tímarnar skal til øll tey
húskini, sum hava post
henda ávísa dagin.
Hetta kann sjálvandi
skifta almikið: Summir
dagar og summi tíðarskeið
hava kortini nógvan post
við sær - t.d. tá lýsingar
og bløð skulu í hvørt hús
í bygdini, og tá tað fer
at nærkast størstu høgtíð
okkara, jólunum.
Glað fyri
rokningarnar
Í dag er støðan mangastaðni
soleiðis háttað, at fólk van
liga ikki eru inni tá post
boðið kemur framvið.
Onkur eldri fólk kunnu
tó vera heima, og millum
postboð man vera tiltikið,
at fólk vilja sýna blíðskap
og bjóða teimum ein heitan
og góðan drekkamunn.
Onkur heldur kanska,
at móttøkan var ikki eins
góð, tá fólk vistu at onkur
rokning mundi vera við í
postinum.
- Ja, eg havi hoyrt teir
fyrr tosa um, at fólk altíð
vóru blíð móti postboðnum,
tá hann kom við pensjónini
ella øðrum útgjaldi til
tey. Tá fingu teir altíð ein
kaffimunn.
- Men í dag er øðrvísi.
Fólk eru altíð blíð. Tey
leggja ikki í um tey fáa
rokningarnar, tí í dag eigur
fólk pening, sigur hann við
einum brosi.
- Eg verði so altíð væl
móttikin, - sjálvt um eg
havi eina rokning við!
Strævin týsdagur
Ein vanligur arbeiðsdagur
hjá Kristoffuri byrjar kl. 8,
tá hann fer á posthúsið eftir
postinum sum er komin úr
Havn.
Tá skilir hann postin
sundur á tær fýra ruturnar
í bygdini, og koyrir fyrst
pakkarnar út. Um 9-tíðina
er hann so til reiðar at fara
út við sjálvum postinum.
Tá vit hittu Kristoffur
týsdagin í farnu viku var
nógvur postur at bera út:
Í fyrsta lagi var danskur
postur við í postskjáttuni,
umframt tað at Vikublaðið
skuldi út í øll tey 170
húskini í bygdini.
- So týsdagurin er ein
rættiliga strævin dagur, tí tá
eru so nógvar reklamur.
- Eg haldi at fólki dámar
væl at fáa slíkar reklamur.
So skjótt tey hava fingið
reklarmurnar skunda tey
sær oman á ferjuleguna, fyri
at fáa pláss við Teistanum,
tí nú skulu tey keypa inn
í Havn!, leggur Kristoffur
aftrat.
Hinvegin letur hann okk
um samstundis beinanvegin
vita, at soleiðis er tað altso
ikki. Hetta er ein skemti
søga!!
Hentur vognur
Nøgdin av posti vil altíð
vera skiftandi, og soleiðis
er eisini hjá postboðnum í
Skopun.
Enn
verða
føroysku
bløðini ikki borin út sama
dag í bygdini. Men tað man
kortini serliga vera tann
posturin sum skal í hvørt
hús, sum gevur teimum
eyka arbeiði og krevur eyka
orku.
Fyri at lætta um hjá post
boðnum í Skopun hevur
Postverkið útvegað honum
ein serstakan vogn at flyta
allan henda tunga postin
við.
- Hann er tí sera hentur,
tá tað er í yvirflóð av posti,
t.d. sum í dag og upp undir
jól, greiðir Kristoffur frá.
Tá minni er av posti nýtir
hann ikki vognin, men ber
hann í posttaskuni.
Tað er nakað síðani at tey
spurdu um ein slíkan vogn,
og nakað eftir kom hann til
posthúsið í Skopun.
Vognurin er so mikið
rúmligur at Kristoffur fær
tikið allan postin við til
hvørja einstaka av teimum
fýra rutunum í bygdini.
Sjálvur veit Kristoffur
ikki, um slíkir vognar eru
í brúki aðrastaðni kring
landið, har postboðini ikki
brúka prutl.
- Skopun er ein bygd har
húsini standa so tøtt. Tað
er tí ein spurningur um tað
ikki tók longri tíð um eg
skuldi brúkt prutlið, sigur
hann.
Fólk taka væl ímóti eini rokning
Tað ringasta
er stormur
við vátakava
Týsdagin í farnu viku
var av allar fagrasta
veðri. Sólin skein oman
og niðan, og tað var ikki
frítt at lýðka kendist í
luftini, hóast farið var
inn í oktober mánað.
Fyri
postmenninar
hevur veðrið eisini nógv
at siga. Teirra arbeiði
er jú bert uttandura,
og posturin skal út líka
mikið hvussu veðrið enn
lagar seg.
- Tað kunnu sjálvandi
vera droyir dagar. Eg
haldi, at tað hevur regnað
serliga illa í seinastuni.
- Eitt tað ringasta sum
kann vera er tá tað er
stormur við vátakava. Tá
má ein ansa serliga væl
eftir, soleiðis at posturin
ikki gerst vátur. Men
man kemur so ígjøgnum
tað kortini.
- Hinvegin so fær
ein tað aftur um summ
arið. Tá eru tað mong
sum hyggja út gjøgnum
vindeyguni
á
skriv
stovunum og kundu helst
ynskt sær at býtt um starv
beint tá, sigur Kristoffur
við einum brosi.
- Hesin serstaki vognurin sparir mær ryggin,
sigur Kristoffur Poulsen, postmaður í Skopun.
Hann hevur 170 húski at røkja í starvi sínum
Mynd: Jens Kr. Vang