Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 11. oktober 2006 7 tíðindi SEV stjórin sigur ongan iva vera um, at SEV vil ganga fremst, tá umræður at finna loysnir, ið hava við varðandi orkukeldur at gera. SEV er eisini ein felagsskapur, ið skal vera opin, sum stendur fyri broytingum og sum er tilvitaður, tá umræður dálking og umhvørvið, sigur SEV-stjórin, nú SEV hevur 60 ár á baki og stórar broytingar og avbjóðingar liggja fyri framman. - Nú eru fundirnir opnir og eg eri eitt sindur skuffaður av fjølmiðlafólkum, tí tey møta ikki upp, nú til ber at sleppa inn, sigur Klæmint Weihe millum annnað um nýggja og meira opna politikkin hjá felagsskapinum SEV SEV Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað eru 60 ár síðani, at SEV varð sett á stovn. Áhuga­vert er tí at frætta frá stjóranum í hesum elorku­ felagsskapinum, sum hevur so grundleggjandi týdning fyri gerandisdag føroyinga, hvørjar ætlanir og visjónir SEV hevur. Og Klæmint Weihe, stjóri, dylir ikki, at stór­ar broyt­ ingar eru fyri framm­an. Bæði tá umræður byggnaðin, orkumøguleikar, gransk­ ing. Vit hava sett SEV-stjór­ anum nakrar ítøkiligar spurn­ingar, ið snúgva seg um orkumøguleikar, um­hvørvið, framtíð og opin­ leika og bygnaðar­broytingar í felagsskapinum. SEV gongur fremst Í dag koma 55% av orkuni hjá SEV frá olju og 45% frá øðrum orkukeldum, so sum vatni og vindi. Tit hava ætlað at gera broytingar hes­um viðvíkjandi, men hvussu langt er hendan ætl­ anin komin? - SEV hevur sett sær sum mál, at størri partur skal koma frá varðandi orku­keldum og í hesum sambandi er vert at nevna Visjón 2015. Málið er, at eftir 10 árum skulu hesi tølini koppast á, so 55% av orkuni kemur frá varðandi orkukeldum, men júst hvussu hetta býtist á ymsu orkumøguleikarnar er ilt at siga enn, sigur Klæmint Weihe. Nevnt hevur verið um var­andi orkukeldur, so sum vind-, vatn-, sól- og aldu­ orku. Og í hesum sambandi hevur gransking og samstarv við Fróðskaparsetrið eisini verið havt á lofti, men hvussu ítøkiligt er prátið? - Tað er rættiliga ítøki­ ligt. Vit hava havt fund við undirvísarar á Fróð­ skaparsetrinum um t.d. sólorku. Ynskiligt hevði verið at fingið lesandi at hugt nærri at sólorkuni t.d., men fyritreytin er jú, at onkur lesandi er, ið hevur áhuga í hesum. Sólorkan er spennandi. Men sum sagt, so hava vit havt ítøkiligan fund, so vónandi er hetta ikki ov langt burtur, sigur SEV-stjórin. SEV hevur fingið EU stuðul til menning av aldu­ orku. Hvussu seri­øst er SEV innast inni, tá tað snýr seg um menning av alternativum orkumøguleikum? - Ja, eitt felag hjá SEV, Sea Wave, hevur fingið stuðul játtaðan, 10,2 mió., um játtan eisini fæst aðrastaðni. Vit eru seriøsir og hava eftir mínum tykki gingið fremstir og vit vóna tað sama við alduorkuni. Vit vóna at seta Føroyar á heimskortið, tá tað snýr seg um alduorku, sigur Klæmint Weihe. - Vit taka hetta heilt seriøst og vilja eisini her vera fremstir og gera íløgur, um tað er møguligt, sigur Klæmint Weihe. SEV púra opið 60 ár eru farin afturum bak og almenningurin hevur seinnu árini mest hoyrt um SEV, tá okkurt hevur verið á vási viðvíkjandi leiðslu, opinleika og slíkum. Tit hava sagt, at arbeitt hevur verið og verður við at gera felagsskapin opnan. Hvussu opið skal SEV eftir ætlan gerast? - SEV skal verða púra opið! Eg má so hinvegin siga, at nú eru fundirnir opnir og eg eri eitt sindur skuffaður av fjølmiðlafólkum, tí tey møta ikki upp, nú til ber at sleppa inn. Hetta minnir um, tá smádrongir skulu í biograf, tí teir ikki hava loyvi at sleppa innar, men tá teir so fáa loyvi til tess, so er tað ikki spennandi meira, sigur Klæmint Weihe. - Vit hava eisini arbeitt á fleiri økjum við broytingum og halda eisini, at tað hevur týdning at kunna ungdómin um orku og um, hvar orkan, ið vit nýta, kemur frá. Vit menna orkuráðgevingina og upplýsa ungdómin, tí tað meta vit hevur stóran týdning, sigur SEV-stjórin. Byggnaðarbroytingar og alment partafelag Hvussu taka tit ímóti ætl­ anunum um at gera SEV til alment partafelag og at broyta byggnaðin í fe­lagnum? - Hesum taka vit opið ímóti. Ynskiligt var kanska, at politikarar vóru meira ítøkiligir á elorkuøkinum og hesum hava vit eftirlýst fyrr, hesum, at vit fáa ramm­ ur. Men annars er hetta ein spurningur, har vísast má til stýrið fyri SEV, ið tekur sær av slíkkum spurningum, sigur SEV-stjórin. Fara føroyingar nakrantíð – ella innan ávíst áramál – at fáa streym frá einum SEV, har olja als ikki er við í leikinum, men bert varðandi orkukeldur? - Ein skal ongantíð siga ongantíð, sigur ein heldur ivasamur stjóri. - Eg havi sagt fyrr, at hetta samfelag neyvan einans kann dúva upp á vind og vatn. Men fáa vit til dømis ein orkukaðal út í heim, so er tað kanska ein onnur søga. Hinvegin er vert at leggja sær í geyma, at SEV stendur bert fyri 15% av samlaðu oljunýtsluni her á landi, sigur SEV-stjórin. Heldur vatn enn olju Hettta leiðir beinleiðis til spurningin um umhvørvið, sum jú er sera nógv frammi júst nú? Fáa vit framyvir eitt SEV, ið veruliga hugsar um dálking, náttúruna, Kyoto­sáttmála og slíkt? - Tað er sera, sera neyðugt hjá SEV og okkum øllum somlum at hugsa um dálking og náttúruna. Tá tað er sagt, so eri eg ikki heilt samdur við tey, ið meta vatnorkuna at vera vandamikla. Vatnorkan er so betri, enn at brenna olju av! Tað sum byggningar og annað gera, eiga vit at tola, sigur Klæmint Weihe. - Men tað er sera um­ráðandi, at vit uppføra okkum ábyrgdarfult og taka ábyrgd, tá umræður dálking og umhvørvi. Málið er so avgjørt at fáa so stóran part, sum yvirhøvur gjørligt, frá varðandi orkukeldum, so at so lítið sum til ber kemur frá oljuni, slær Klæmint Weihe, SEV-stjóri, fast. SEV vil ganga fremst og royna nýggjar leiðir ” Klæmint Weihe, stjóri í SEV: - SEV skal verða púra opið! ” ” - Hetta minnir um, tá smá­ drongir skulu í biograf, tí teir ikki hava loyvi at sleppa innar, men tá teir so fáa loyvi til tess, so er tað ikki spennandi meira Málið er so avgjørt at fáa so stóran part, sum yvirhøvur gjørligt, frá varðandi orku­ keldum, so at so lítið sum til ber kemur frá oljuni Vatnorkan er so betri, enn at brenna olju av! Tað sum byggningar og annað gera, eiga vit at tola