Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 196 - 11. oktober 2006 tíðindi Bólkar í GBOB GBOB fer av bakkastokki komandi hóskvøld. Higartil hava 12 bólkar tekna seg til kappingina. Niðanfyri er ein lítil lýsing av hvørjum einstakum bólki. GBOB · Rókur Jákupsson Jakobsen · rokur@sosialurin.fo Suðuroyarbólkurin Forgery spælir harðan rokk tónleik. Bólkurin varð stovnaður í februar í ár, og hevur síðan arbeitt miðvíst við at skrivað egnan tónleik. Hóast Forgery er ein rættiliga nýggjur bólkur, so hava limirnir spælt saman í nøkur ár. Teir spældu saman í bólkinum Pikachu fram manundan. Pikachu var ein vælumtóktur dansi bólkur í Suðuroy. Elvis Leo, gitttarleikari í Forgery, greiður frá, at teir arbeiða seriøst við tónleikinum í bólkinum, og at teir hava teknað seg til GBOB, tí at teir meta tiltakið verða ein góðan sýnisglugga. Eisini vísur Elivs Leo á, at nú tá ið Prix Føroyar er fari í søguna, er tað av alstórum týdningi at størri dentur verður lagdur á GBOB. Sambært Elvis Leo er GBOB eitt gott alternativ til Prixið. Forgery er ein bólkur við framtíðarætlanum. Gittarleikarin greiður frá, at hóast hann ikki fer at geva okkum ein endaliga dato, so er ein fløga ávegis. Forgery Teir sum mannað Forgery eru: Jens Arne Leo: ..............................Sang Frits Mortensen: ...........................Gittar og kór Cem á Hólum: ...............................Trummur Elvis Leo: .......................................Gittar Rói Einarsson: ...............................Bass Á GBOB sleppa vit at upplivað nakað so forkunnugt sum ein Sandoyarbólk. Bólkurin Rhetoric er ein bólkur mannaður við ungum monnum. Tríggir 16 ára gamlir og ein 18 ára gamal mannað bólkin. – Vit spæla popptónleik við kanti á, sigur Gerhard Páll Lognberg við Sosialin. Rhetoric hevur spælt saman síðan summarfrítíðina, og fer at nýta GBOB sum ein sýnisglugga. Teir spældu eina konsert í Skopun fyri trim- um vikum síðani, og tá komi teir heilt væl frá framførsluni. – Vit hava vant nógv í seinastuni, og alt situr heilt væl. Nú eru bara smáting eftir til at vit eru heilt klárir, greiður Gerhard frá. Eisini hevur bólkurin arbeitt eitt sindur við tí visuella úttrykkinum. – Vit mugu ikki standa á pallinum og heilsa uppá øll sum vit kenna, tí so fáa vit als ikki tíð til at spæla tónleik, sigur Gerhard. Bólkurin hevur ikki ítøkiligar ætlanir um framtíðina, men velur at taka eitt fet í senn. – Um tað gongur væl í GBOB, fara vit kanska at umhugsa at gera eina fløgu, men vit vilja ikki leypa framav, sigur Gerhard at enda. Rhetoric Teir sum mannað Rhetoric eru: Gerhard Páll Lognberg: ................Sang og gittar Meinhard Winther .........................Gittar og kór Sigurd Christiansen: .....................Bass Beinir Ragnuson: ..........................Trummur Bólkurin Nonsense luttók í GBOB kappingini í fjør. Tá hoyrdist at bólkurin var rættiliga nýggjur. Men bólkurin hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at betra samanspæli og lag skriv- ingina seinasta árið. Hóast bólkurin ikki hevur verið so virkin á pallum kring landið, so hevur hann als ikki verið fyri ongum. Bólkurin hevur verið virkin í venjingarhølinum, og fer hetta helst at hoyr- ast aftur í GBOB kappingini. »Vit høvdu nógv- ar nervar í fjør. Og tað hoyrdist eisini á okkara framførslu«, sigur Eyðstein Joensen við Sosi- alin. Limirnir í trio´ini eru allir av Eiði, og teir hava eina stóra tøkk at bera kommununi. – Vit hava fingið til vega venjingarhøli frá kommununi, og hetta hevur veruliga givið okkum møguleika at menna okkum. Tað eru vit sera takksamir fyri, sigur Eyðstein. Hann greiður frá, at bólkurin spælir eitt slag av Indie/Rokk/Punk tónleiki, sum vit ikki hoyra ofta í Føroyum. Bólkurin er í ferð við at taka tónleik upp, sum teir kunnu nýta til at marknaðarføra seg við. Teir ætla at gera sær ein myspace-profil fyri at røkka fleiri áhoyr- arum. Sostatt er hetta ein bólkur sum hevur ætlanir fyri framtíðina. Málið við luttøkuni í GBOB er greitt. Teir vilja vinna sær sætið í tjóðarfinaluni, soleiðis at bólkurin verður hoyrdur av so nógvum áhoyrarum sum gjørl- igt. Hetta tí at Kringvarpið fer at senda beinleiðis frá tjóðarfinaluni. Nonsense Teir sum mannað Nonsense eru: Eyðstein Joensen: ........................Bass Heini Niclasen: ..............................Gittar og sang Pætur Niclasen:.............................Trummur Hóast limirnir eru úr Klaksvík, Runavík og Norðoyri hevur bólkurin høvuðssætið í Klaks- vík. Heri Nolsøe, trummuleikari í bólki num, greið ur frá, at venjingarumstøðurnar í Klaks- vík als ikki eru nóg góðar, men nú er ljós fyri framman. – Pápi mín spælir í bólkinum Hjarnar, og tað er syrgiligt at hoyra hann greiða frá, hvussu tónleikalívið var í Klaksvík fyrr í tíðini. Tá vóru nógvir bólkar í Klaksvík, men í dag er tað so at siga onki tónleikalív í býnum. Men nú er Virkishúsið komi, og har eru konsertir eina ferð um vikuna. Hetta fer óivað at gera stóran mun, sigur Heri við Sosialin. Bólkurin Nátt spælir harðan tónleik. Teir lýsa tónleikin sum eina samanrenning av Metal og Thrash. Hóast tílíkur tónleikur plag- ar at vera sera skitin, so hava teir í Nátt eis- ini lagt seg eftir, at hava melodisk element í tónleikinum. Teir hava teknað seg til GBOB fyri at vísa almenninginum, at teir eru til, og vilja vísa sín tónleik fram. Hóast bólkurin er rættiliga nýggjur (settur á stovn í januar í ár), so er um at koma ferð á. Umframt at luttaka í GBOB skal bólkurin spæla tvær konsertir í hesum mánaðinum. Spennandi verður at fylgja við hesum bólki. Nátt Teir sum mannað Nátt eru: Hakun Lützen: ...............................Gittar Jón Hansen: ..................................Sang Dejan Elek: ....................................Bass Kári Bærentsen: ............................Gittar Heri Nolsøe: ...................................Trummur