Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 11. oktober 2006 29 tíðindi Bólkurin Isadora and The Rebels hevur veru- liga sett sítt fingramerki á føroyska tónleika- lívið seinasta árið. Við nógvum sannførandi framførslum hevur bólkurin staðfest seg mill- um fremstu bólkarnar í landinum, og bólkurin má metast sum ein av favorittunum til at vinna rættindi at umboða Føroyar í altjóða GBOB finaluni. Bólkurin spælir eitt heilt serligt slag av rokktónleiki. Tey lýsa tónleikin sum eina samanrenning millum alternativan rokk/ popptónleik. Guðrið Hansen er frontfigurur í bólkinum, og tað er eisini hon sum skrivar meginpartin av tónleikinum. Hana hava vit áður hoyrt í bólkinum PH 5,5 og eisini luttók hon í Singer/Songwrtier kappingini. Hon er ein heilt egin songkvinna, og nú tá ið hon hevur savnað ein bólk, hevur hennara tón leik- ur eitt heilt annað útrykk. Tó sigur Guðrið, at hennara tónleikur upprunaliga er skrivaður sum rokktónleikur, og sostatt hevur tað ikki verið nakar trupulleiki at »umseta« tónleikin frá kassagittara til ein rokkbólk. Í fjør luttóku nógv konufólk í GBOB kapp- ingini, men í ár sær tað higartil út til, at tað ikki verða nógv konufólk við í kappingini. Hví man tað vera so? Guðrið heldur, at konufólk ofta sakna tað neyðuga dirvið at mannað ein bólk. Tær eru bangnar fyri, at teirra egna tilfar ikki er gott nokk, og hetta heldur teimum aftur. Guðrið sigur sjálv, at tað tók henni nøkur ár, at taka seg saman og mannað ein bólk. Hetta er spell fyri tónleikalívið í Føroyum, sigur Guðrið við Sosialin. Isadora and The Rebels Teir sum mannað Isadora and The Rebels eru: Guðrið Hansen: .............................Sang, blokkfloytu & gittar Bartal Augustinsussen: ................Gittar Fróði Hansen: ................................Trummur Andrias Pauli Poulsen: ..................Bass Bólkurin Avoke er mestsum eitt óskrivað blað í føroyskari tónleikasøgu. Bólkurin hevur bara eina framførslu undir beltinum, men tó eru limirnir í bólkinum varliga bjartskygdir um luttøkuna í GBOB. Avoke er ein rættiliga nýggjur bólkur. Bólkurin varð stovnaður um Ólavsøkumundið í fjør. Tað var sangarin, Jov Lindenskov Helgason, sum tók stig til at mannað bólkin. Gittarleikarin Ken Lindenskov Olsen greiður frá, at bólkurin fór eldhugaður til verka, og fór undir at skriva tónleik. Og limirnir vóru stak væl nøgdir við úrslitið. Fyrsta framførsl- an hjá bólkinum var á Eystanstevnu fyrr í ár. Hendan konsertin gekk væl, og hetta gav limunum enn meiri blóð uppá tonna. Ken sigur við Sosialin, at bólkurin leggur seg eftir at skriva harðan nútímans rokk- tónleik. Ljóðmyndin í tónleikinum er merkt av keyboards o.ø. elektriskum ljóðførum, sum gera tónleikin eitt sindur serligan. Hartil er tónleikurin kryddaður við góðum melodi´um. Spurdur um hvørjar vónir Ken hevur til framførsluna á GBOB, sigur Ken soleiðis: - Um øll ljóðviðurskiftini eru í lagið, haldi eg, at vit saktans kunnu vinna okkum í tjóðar- finaluna. Tó ásannar Ken, at tað kann verða trupult at fáa tað fullkomna ljóðið, av tí at pallskiftini skulu ganga við tí rúkandi ferð. Avoke Teir sum mannað Avoke eru: Jov Lindenskov Helgason: ...........Sang Ken Lindenskov Olsen: .................Tangentar Áki Troelst: .....................................Gittar Bernhard Johannesen: .................Bass Amon Ellingsgaard: ......................Trummur Kári Bærendsen:............................Gittar Vit sleppa at uppliva ein nýggjan konseptbólk á GBOB. Boys in a Band er ein rokkbólkur, sum ikki »bara« tekur ljóðførini og framførur sín tónleik. Bólkurin vil útstrála eina heild. Boys in a Band er ein nýggjur bólkur. Hóast nakrir av limunum áður hava spælt saman, so er hetta fyrstu ferð at júst henda saman- setingin av tónleikarum framførir saman. Og teir eru greiðir í síni talu – Boys in a Band eru komnir fyri at vera! – Eg vil lýsa tónleikin undir heitinum Kov- boy Rokk. Hetta er nútímans rokkur, sum vit kenna hann úr Onglandi og eisini úr Glasgow. Eisini finna vit íblástur hjá amerikanskum listafólkum so sum Bob Dylan, sigur Pætur Zachariassen við Sosialin. – Bólkurin er eitt heilt konsept. Vit royna at vera 100% gjøgnumførdur í øllum tí vit gera. Tónleikur, tekstir, útsjónd og framførsla skal sampakkað við konseptið. Vit eru heilt til- vitaðir um, hvat ið vit vilja. Eg havi hugt eftir nógvum plakatum og myndum av føroyskum bólkum, og haldi at tónleikararnir altíð royna at fyrikoma myrkir og kulir. Vit eru tað mót- setta av hesi myrku ásjón. Hvørjar vónir hava teir í bólkinum til GBOB kappingina? –Eg hugsi ikki so nógv um at vinna. Vit vilja bara spæla okkara tónleik og verða ordiliga væl nøgdir við okkara fram- førslu, sigur Pætur. – Spurdir um teir leggja seg eftir at síggja hamrandi gott út, sigur Pætur greitt: - Nei, tað er av tilvild at vit síggja so gott út. Boys in a Band Teir sum mannað Boys in a Band eru: Pætur Zachariassen: .....................Sang og gittar Heri Schwartz Jacobsen: .............Tangentar og kór Heini Niclasen: ..............................Gittar og kór Símun Skorðastein: ......................Bass Rógvi Lamhauge: ..........................Trummur og kór Bólkurin Synarchy var ein av teimum positivu upplivingumum við GBOB kappingini í fjør. Við eini garvillari framførslu vunnu teir seg í tjóðarfinaluna. Hóast teir ikki hava verið so øðiliga nógv frammi í seinastuni, mugu teir eisini metast millum teir betri bólkarnar í kappingini. Bólkurin varð upprunaliga settur á stovn tíðliga í 2003. Sostatt er talan um ein bólk við eini søgu aftanfyri seg. Á www.myspace.com/synarchy ber til at hoyra tvey løg hjá bólkinum. Her hoyrist at talan er um ein bólk sum spælir myrkan, harðan metaltónleik. Sangarin, Leon B. Hansson, varierar millum at »growla« og syngja við eini ljósari rødd. Tónleikurin er annars klassiskt heavy metal (um man kann siga soleiðis). Tað hevur tíanverri ikki eydnast mær at fáa fatur á limunum í synarchy í skrivandi løtu. Eg veit tískil ikki so nógv um bólkin, men vil biðja lesaran um at halda mær til góðar, og eg skal royna at fáa gjørt eina samrøðu við bólkin áðrenn GBOB fer av bakkastokki. Synarchy Teir sum mannað Synarchy eru: Leon B. Hansson: ..........................Sang John E. Láadal: .............................Gittar og sang John Ivar Venned: .........................Gittar Isak Petersen: ................................Bass Bjartur F. Clementsen: ..................Tangentar Kim Joensen: ................................Trummur