mikudagur 11. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 196 - 11. oktober 2006
tíðindi
Ongin ivi er um, at Deja Vu er ein av favo-
rittunum at vinna føroysku GBOB kappingina.
Bólkurin er etableraður í føroyska tónleika-
lívinum, og verður av mongum mettur sum
tað besta boðið uppá ein føroyskan tónleika-
bólk sum kann standa seg í útlandinum. Í Prix
Føroyar finaluni í 2003 lyftist bólkurin frá at
vera ein lovandi bólkur til at vera fólkaogn.
Teir halda eitt sera høgt støðið í lagskriving-
ini, og bólkurin er næstan altíð væl spæl-
andi.
Tónleikurin er ein sveimandi og droymandi
streymur av tónum, ið dregur lurtaran inn í
alheimin hjá bólkinum. Teir skapa eina vakra
ljóðmynd. Tey nýggjastu løgini hjá bólkinum
eru enn meiri lurtaravinarlig, og tískil er tað
nógv sum talar fyri, at bólkurin hevur enn
sterk ari kort í hondini. Deja Vu luttóku eisini
í GBOB í fjør, og vunnu seg tá í tjóðar final una.
Bólkurin hevur tveir oddamenn, Líggjas og
Flóvin, ið skiftast um leiklutin sum sangari.
Teir hava ávikavist eina myrka og eina ljósa
rødd, og tað riggar serliga væl, tá ið teir
syngja saman. Hetta er enn ein styrkja við
bólkinum.
Av tí at teir hava spælt saman í nógv ár, er
samanspælið í topp. Teirra tónleikur krevur
dugnaligar tónleikarar, og hesa uppgávu lyfta
teir í bólkinum heilt væl.
Bassleikarin Rógvi Rasmussen hevur ikki
spælt við bólkinum í eina tíð, av tí at hann er
fluttur av landinum í lestrarørindum. Men á
GBOB verður hann aftur á pallinum saman
við Deja Vu.
Deja Vu
Teir sum mannað Deja Vu eru:
Líggjas Olsen: ...............................Keyboard og sang
Flóvin E. Viderø: ............................Gittar og sang
Rógvi Rasmussen: ........................Bass
Rúni W. Højgaard: .........................Trummur
Summi gjørdust kanska eitt sindur bilsin, tá
tey sóu, at bólkurin sum vann føroyska partin
av GBOB í fjør, aftur í ár hevur valt at melda
seg til kappingina. Marius vann sannførandi
í fjør, og stóð seg eisini sera væl í finaluni í
fjør. Bólkurin endaði sum nummar 6 í heimi num.
Men hví hava teir í Marius valt at tekna
seg til GBOB aftur í ár? –Tað er heilt einfalt
tí, at tað er ein ov stórur kjansur at lata fara
framvið. Í Føroyum er ikki so ofta, at tú hevur
møguleika at luttaka í eini so stórari kapping,
og tískil mugu vit royna at troyta teir møgu-
leikar sum eru til staðar, sigur oddamaðurin
Hans Marius Ziska.
Sum sagt, vann Marius føroyska partin av
GBOB í fjør, og tískil mugu teir metast sum
stórfavorittar at vinna aftur í ár. Men Hans
Marius vil ikki taka nakað fyri givið. –Tað
kann henda so ótrúliga nógv uppá eitt ár, og
tí fara vit ikki at taka fyri givið, at vit vinna
aftur í ár. Vit hava eisini meldað okkum til
GBOB fyri at hækkað um støðið á kapping ini.
Hóast GBOB er ein spennandi kapping við
lokkandi vinningum, leggur ein merki til, at
nógvir av okkara bestu bólkum ikki hava
meldað seg til kappingina. Gestir, Markrel,
Side Effect, Lama Sea, The Story Ends eru
bara nakrir bólkar sum av einhvørjari orsøk
ikki hava meldað seg til kappingina. Hví man
tað vera so? –Eg gjørdist nokkso kløkkur tá
eg sá, at so nógvir av teimum “størru”
bólkunum ikki hava melda seg til kappingina.
Eg haldi at einfalda orsøkin er, at tað eru so
nógv fólk uttanlands, og at tað ikki liggur fyri
hjá nógvum bólkum. Hetta er sjálvandi sera
óheppið, sigur Hans Marius at enda.
Marius
Teir sum mannað Marius eru:
Hans Marius Ziska: .......................Gittar og sang
Heðin Ziska Davidsen: ..................Gittar og kór
Knút Háberg Eysturstein: .............Tangentar
Jens Pauli Joensen: ......................Trummur
Niels Jákup í Jógvanstovu: .........Bass
Bólkurin India verður at hoyra á GBOB. Sam-
bært sangaranum er talan um rokktónleik.
Hann vísur á, at tað er torført at koma við
nærri frágreiðing um tónleikaslagið, tí at
tónleikurin inniheldur element frá nógvum
sløgum av rokki.
Vit fáa íblástur av øllum frá 70ára rokki til
dagsins New Rock, greiður Rói Johannesen
frá í samrøðu við Sosialin. Hann sigur at
bólkurin hevur eitt ár á bakið, og at limirnir
miðvíst arbeiða við at betra programmið hjá
bólkinum. Spurdur um hví India hevur meldað
seg til GBOB kappingina, sigur hann: -Hví
ikki? Nú er Prix Føroyar eisini avtikið, so vit
mugu royna at vera har sum nakað hendir.
Hóast bólkurin ikki hevur meir enn eitt ár á
bakið, so eru onkrar heilt royndar kreftir at
finna í manningini. Bassleikarin Einar Jacob-
sen er ein kendur og virdur tónleikari í før-
oyskum høpi. Hann kenna vit fyrst og fremst
sum sangara í gamla rokkbólkinum Wolf-
gang. Einar sang henda bólk til eitt heiðurligt
annaðpláss í tí fyrsta Prix Føroyar tiltakinum
nakrantíð. Eisini hevur Einar verið sangari í
vælumtókta dansibólkinum Fluffy Toys.
Rói greiður frá, at limirnir í bólkinum ikki
hava gjørt sær tær stóru vónirnar um at vinna
kappingina, men tað er heldur ikki aðalmálið
við luttøkuni hjá India. –Vit vilja bara sleppa
at framføra okkara tónleik, sigur Rói stutt og
greitt.
India
Teir sum mannað India eru:
Rói Johannesen: ...........................Sang og gittar
Bárður Thomassen: .......................Trummur
Einar Jacobsen:.............................Bass og sang
Rokkbólkurin T.M.E. er nærum eitt familju-
samtak. Teir tríggir Sámal Petur, Torbjørn og
Høgni Olsen eru brøður, og Páll Hansen er
systkinabarn teirra. Hesir 4 og ein Tjørnu-
víkingur mannað bólkin T.M.E.
Men hví ganga teir undir heitinum The
Mount East? – Vit vóru einaferð ein kallatúr
í haganum, og hildu at fjalli Fleisin, sum
liggur omanfyri Hvalvík er eitt so vakurt fjall.
Tað er hetta fjall, sum sipað verður til í
navninum The Mount East, greiður Sámal
frá.
Sámal greiður frá at bólkurin spælir rokk-
tónleik, sum eisini inniheldur bleytar tónar.
Teir gleða seg til at spæla til GBOB kapp-
ingina, tí at teir síggja kappingina sum eitt
frálíkt høvið at vísa seg fram. – Sjálvandi
vóna vit, at vit vinna og harvið sleppa ein túr
til London. Men vit kunnu ikki gera annað
enn at spæla okkara tónleik, og so er tað upp
til onnur at meta um hetta røkkur allan vegin,
sigur Sámal skilagott.
Bólkurin luttók eisini í GBOB kappingini í
fjør, og fekk jalig ummælið í fjølmiðlum.
Sámal sigur, at tónleikaslagið enn er tað
sama, men ásannar eisini at limirnir eru
blivnir eitt ár eldri, og eru harvið mentir sum
tónleikarar.
The Mount East (T.M.E.)
Teir sum mannað The Mount East eru:
Sámal Petur Olsen: .......................Gittar
Torbjørn Olsen: ..............................Gittar
Høgni Olsen: .................................Bass
Páll Hansen: ..................................Sang
Óla Jákup Thomassen: .................Trummur