hósdagur 12. oktober 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 12. oktober 2006
5
tíðindi
Allir elektrikararnir,
sum arbeiða fyri Pam
Offshore í Noregi,
fóru á fund klokkan
10 í morgun at tosa
um viðurskiftini. -
Vit hava ætlað hetta
leingi, og nú verður so
hesin fundurin, har
menninir eisini fáa
høvi at heilsa upp á
hvønn annan og skifta
orð, sigur stjórin
í Pam Offshore,
Magnus Magnussen
Fundarvirksemi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Magnus Magnussen, stjóri
í Pam Offshore, sigur, at
felagið leingi hevur ætlað
at samlað manningina, sum
arbeiðir í Noregi, saman til
fundar, har teir í fyrsta lagi
hava høvi at hittast og tosa
saman um felags mál.
- Menninir fara og koma,
og tað er sjáldan, fleiri av
teimum hittast. Nú eru so
teir flestu heima.
Magnus dylir tó ikki fyri,
at vanlukkan í Stord hevur
skundað
undir
hendan
fundin, sum eisini fer at
viðgera støðuna rundan um
flogvanlukkuna í Stord.
- Í løtuni eru eini 30-40
mans heima, og tí liggur
hetta eisini væl fyri í løtuni,
sigur hann.
Flogvanlukkan
Stjórin vísir á, at Pam
Offshore fær einki gjørt
við
støðuna,
soleiðis
sum hon er, men heldur
fyri, at kanska hjálpir tað
monnunum at tosa saman
um viðurskiftini.
- Tað verður leiðslan í
Pam Offshore, sum fer
á fund við menninar, og
vit hava ikki biðið nakran
annan um at vera við.
Spurdur, um tað kann
hugsast, at sálarfrøðingur
verður við, sigur hann,
at tað hevur ikki verið
ætlanin.
- Tað eru so mong, sum
eru rakt av hesi syrgiligu
vanlukku - ikki bara tey, ið
vóru við og tey, sum lótu
lív, ei heldur bara menninir,
sum vit hava í arbeiði har
yviri, men eisini alt Føroya
fólk, sigur Magnus.
Pam Offshore hevur í
løtuni einar 60 elektrikarar
í starvi í Noregi, men beint
nú er tann størri helmingurin
heima í Føroyum.
- Okkara menn arbeiða fyri
Aker Kværner Elektro. Teir
flestu arbeiða við Snøvit-
projektinum og ferðast
tískil upp til Hammerfest.
Hinir, sum í løtuni bert eru
nakrir fáir í tali, arbeiða
við projektinum, Orminum
Langa.
Magnus Magnussen sig
ur, at tá ið elektrikararnir
fara úr Føroyum, flúgva
teir úr Vágum, beinleiðis
til Stavanger og onkuntíð
til Keypmannahavnar og
haðani upp til Stavanger.
- Síðan koma teir inn í
charter-rutuna, sum Atlants
flog flýgur fyri Aker-fyri
tøkuna, sigur hann.
Onkur uppliving
Í norsku fjølmiðlunum
skilst, at fólk, sum arbeiða
hjá Aker Kværner Stord,
dagin fyri flogvanlukkuna
í Noregi høvdu tosað um
og funnist at trygdini
umborð á flogførunum hjá
Atlantsflogi.
Eftir vanlukkuna hava
fólk vent sær til norskar
fjølmiðlar við ymiskum
frásagnum um ítøkiligar
hendingar,
sum
hava
órógvað ferðafólk í flog
førunum.
Vit spurdu eisini Magnus
Magnussen,
um
Pam
Offshore hevur frætt um
hendingar frá teimum monn
um, sum felagið hevur í
Noregi.
- Jú, vit hava hoyrt um
onkra uppliving, sum fólk
hjá okkum hava havt í
flúgving við Atlantsflogi,
men eisini við øðrum flog
feløgum. Men sum eg
nevndi, liggur tað ikki í
okkara makt at gera nakað
við hetta. Tað eru ikki
bara fólk hjá okkum, sum
kunna gera óbehagiligar
túrar. Flýgur tú nógv, ert
tú meira útsettur fyri at
gera onkran túr, sum ikki
er so behagiligur. Sama er
í bilaferðsluni, ið eg síggi
sum ein størri generellan
vanda enn flogferðsluna.
Magnus heldur ikki, vit
eiga at bagatelisera tey
viðurskifti, sum víst hevur
verið á, men taka tey í
størsta álvara. Hinvegin
mugu vit ansa eftir, at alt
ikki verður rørt upp í ein
ellibita, tí tá veit eingin,
hvar vit enda, sum hann
tekur til.
Mugu víðari
- Tað vil altíð vera soleiðis,
at nøkur stúra meira fyri
at flúgva enn onnur, og ert
tú bangin á flogi, skal ikki
nógv til, fyrr enn tú heldur,
at okkurt er áfatt - eisini,
tá ið alt er, sum tað eigur
at vera.
Stjórin í Pam Offshore
heldur, at kanska stúra før
oyingar meira fyri at flúgva
enn onkur annar, og felagið
hevur eisini upplivað, at
onkur av teirra monnum
settist aftur í Føroyum, tí
hann segði illveður.
- Sum allir føroyingar og
tey, sum vórðu so hart rakt,
harmast vit um ta syrgiligu
vanlukku, sum hendi, men
neyðugt er onkusvegna at
koma víðari. Bæði í flog
ferðslu, bilaferðslu og til
gongu kunnu vit koma út
fyri hendingum, sum vit
vildu verið fyriuttan. Heldur
enn at kóka hesa syrgiligu
hending upp, haldi eg, at
vit eiga at ”dempa” okkum
niðuraftur, sigur stjórin í
Pam Offshore, Magnus
Magnussen.
Elektrikararnir hjá Pam Offshore
viðgera støðuna í dag
- Bæði í flogferðslu, bilaferðslu og til gongu kunnu vit koma út
fyri hendingum, sum vit vildu verið fyriuttan. Heldur enn at
kóka hesa syrgiligu hending upp, haldi eg, at vit eiga at royna
at ”dempa” okkum niðuraftur, sigur stjórin í Pam Offshore,
Magnus Magnussena
- Vit mugu ikki
síggja burtur frá,
at ein partur av
atfinningunum úr
Noregi botna í, at
norðmenn vilja ikki
hava útlendingar at
arbeiða í landinum
- uttan í slíkum
føri, at hetta er
átroðkandi neyðugt.
So mikið kenni eg
norðmenninar, sigur
stjórin á El-Service á
Skála, John Eli Olsen,
sum hevur havt upp í
12 mans í Noregi
Flogvanlukkan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
El-Service á Skála hevur
havt upp í 12 elektrikarar
í Noregi, og í løtuni hevur
felagið 8 mans, sum arbeiða
fyri felagið í Noregi. Nú
syrgiliga flogvanlukkan í
Stord hendi, vóru teir allir
heima, men fara yviraftur,
um alt gongur sum ætlað.
- Okkara menn hava arbeitt
við projektinum, Orminum
Langa, og hava soleiðis
flogið við Atlantsflogi mill
um Stavanger og Molde
við millumlending í Stord.
Soleiðis hava teir eisini
flogið á rutuni millum
Føroyar og Stavanger ella
Keypmannahavn.
John Eli Olsen, stjóri
í El-Service, sigur, at
hansara menn hava ongan
tíð reist iva um trygdina
hjá
Atlantsflogi,
men
hava hinvegin verið sera
væl nøgdir við tænastuna
og viðurskiftini í flogfør
unum.
- Eg havi ikki hoyrt eitt
orð um nakað, og menninir
hava verið stak væl nøgdir,
sigur hann.
Stjórin vísir á, at onkuntíð
hava seinkingar verið á
onkrari rutu, tí bíðað hevur
verið eftir fólki, men hetta
er nakað, sum sjálvandi
kann koma fyri, tá ið tú
flýgur fyri eitt annað felag,
ið hevur sínar uppgávur at
røkja.
- Sum eg havi skilt, hevur
onkuntíð verið bíðað eftir
fólki, sum eru komin av
boripalli, sigur hann.
John Eli harmast sum
øll onnur um syrgiligu
vanlukkuna, men heldur,
at norðmenn bevíst hava
blást aðrar hendingar, sum
teir siga seg hava verið
úti fyri, upp í norsku fjøl
miðlunum.
- Eg kenni norðmenninar
so mikið væl, at teimum
hóvar ikki, at eitt útlendskt
felag fær slíkar avtalur í
Noregi. Norðmenn vilja
ikki vita av útlendskari
arbeiðsmegi - uttan í slíkum
føri, har teir eru noyddir at
taka annað fólk enn sítt
egna inn. Hetta veit eg av
royndum, sigur hann.
Stjórin fer so vítt at kalla
ein part av tí ágangi, sum
verið hevur á Atlantsflog,
fyri ”typiskt norskt”, sum
hann tekur til.
John Eli hevur verið
burturstaddur og kom ikki
heimaftur fyrr enn í fyrra
kvøldið.
- Eingin av okkara monn
um hevur sagt, at teir ikki
fara yvir aftur til Noregs,
men onkur hevur ringt um
fregnast um støðuna, nú
hendan vanlukkan hendi,
sigur hann.
Stjórin í El-Service legg
ur dent á, at øll flogfeløg
kunnu koma út fyri, at
trupulleikar stinga seg upp
við flogførunum.
- Eg havi sjálvur upp
livað, at motorur hevur
verið skiftur á flogfari,
sum eg skuldi flúgva við
til St. Johns. Hetta tók 10
tímar, og flogfelagið var
einki minni enn Brittish
Airospace.
John Eli Olsen sigur, at
tær seinkingar, sum hansara
fólk hava verið úti fyri,
tí Atlantsflog hevur havt
tekniskar trupulleikar, hava
verið lítlar og ongar.
- Eg kann bara vegna
mínar menn bera Atlantsflog
alt gott. Saman við teimum,
ið reka flogfelagið og
føroyingum øllum, harmast
vit um ta syrgiliga, sum
er hent, sigur stjórin í El-
Service.
El-Service á Skála:
– Okkara menn hava alt
gott at bera Atlantsflogi