hósdagur 12. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 197 - 12. oktober 2006
tíðindi
Skaðanevndin farin til verka
Hvussu kundi tað
henda? Hetta er stóri
spurningurin, nú
roykurin hevur lagt
seg yvir útbrenda
vrakið av BAe 146
hjá Atlantic Airways.
Norska skaðanevndin
er farin til verka.
Flogvanlukka
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Talan er um eina stóra av
bjóðing hjá skaðanevndini,
sum skal finna orsøkina til
flogvanlukkuna á Stord, ið
kravdi fýra mannalív. Og
tað ger ikki uppgávuna
lættari, at flogfarið er illa
farið av eldi. Fyri norska
blaðnum
Dagbladet.no.
greiðir ovasti verkfrøðing
urin í norsku skaðanevnd
ini, Kåre Halvorsen, frá
um mannagongdirnar í
slíkum málum.
– Tað snýr seg um, at
halda øllum møguleikum
opnum, og at vera til reiðar
at melda skjótt og greitt,
sigur
Halvorsen
við
Dagbladet.no.
Soleiðis arbeiðir
skaðanevndin:
– Skaðanevndin metir um
vanlukkuna, í mun til hvat
slag av flogfari talan er um
og skipanir tess. Atlantic
Airways flogfarið var av
slagnum BAe 146, og er
hetta eitt flogfar, sum í
útgangsstøðinum er væl
egnað til at lenda á stuttum
banum. Í mun til onnur
flogfør, hevur tað ongan
motor, sum stuðlar upp
undir, tá tað skal steðga, og
tí hevur tað stóran týdning,
at flogfarið hevur góðar
aerodynamiskar og mekan
iskar bremsur.
– Hetta fara vit at kanna
gjølla, og vit vóna, at svarti
kassin
og
ferðmátarin
kunnu geva okkum okkurt
svar, sigur Kåre Halvor
sen.
Svarti kassin funnin
Svarti kassin varð funnin
nærhendis
halanum
á
vrakinum og er sendur til
kanningar í London. Ferð
mátarin kann geva svar
uppá, um skipanirnar á
flogfarinum riggaðu, sum
tær eiga og møguliga, hvat
flogskipararnir
gjørdu.
Ferðmátarin vísir millum
annað broytingar í ferðini,
hydrauliktrýst, spoilarnir,
luftbremsur og um flaps
arnir eru settir til, greiðir
Kåre Halvorsen frá.
Svarti kassin skrásetir
alla samrøður millum flog
skiparar og flogovastan.
– Tað skal nógv til, áðr
enn ferðmátarin og svarti
kassin taka skaða. Teir tola
hita upp í 1100 stig í ein
hálvan tíma, og eitt trýst á
fleir 1000 G. Og halin, har
boksirnar vórðu funnar, er
ikki brendur, sigur Halvor
sen.
Svarti kassin verður helst
avgerandi fyri at staðfesta
vanlukkuna í Stord. Av tí
at stórir partar av vrakinum
eru útbrendir, er ómetaliga
torført at gera tekniskar
kanningar.
– Í útbrendum vrakum er
tað torført at fara inn í
stýrihúsið at kanna allar
innstillingar og gerðir.
Flestu skipanir, so sum
bremsur og undirstell, eru
ofta illa farin av øllum
hitanum, sigur Halvorsen.
Trupulleikar fyrr
Báðir flogskipararnir yvir
livdu vanlukkuna, og tí
kann skaðanevndin inn
heinta týðandi upplýsingar
frá teimum. Skaðanevndin
fer sjálvsagt eisini at av
hoyra øll ferðafólkini.
Ein røð av løgnum hend
ingum hava verið við BAe
146, har eiturgass er likið
úr motorinum og út í
kabinuna og í stýrihúsið.
Gassið hevur tá heilt ella
partvíst doyvt flogskiparar
og flogternur. Dagbladet.
no hevur havt eina umfat
andi greinarøð, har fokus
varð sett á málið um eitur
gass í kabinu og stýrhúsi.
Táverandi virkandi leiðarin
fyri skaðnevndina, Grete
Myhre, at hetta eisini fer at
verða kannað í sambandi
við vanlukkuna í Stord..
– Vit fara at gera kann
ingar um eitrandi gass, eis
ini hóast vit fáa aðrar or
søkir eru sannlíkar. Her
kann vera talan um eina
aftanfyriliggjandi orsøk.
Blóðroyndir verða tiknar
av teimum, sum vóru um
boð, og royndir fara eisini
at verða tiknar av vrakinum,
sigur Grete Myhre við
Dagbladet.no.
Seks persónar frá skaða
nevnindini arbeiða á van
lukkustaðnum, og fáa teir
hjálp frá tveimum bretsk
um havaríserfrøðingum,
sum hava serligt innlit í
júst hesum slagnum av flog
førum. Eisini koma umboð
fyri British Aerospace til
Stord.
Frágreiðingin kemur um nakrar vikur
Ferðmátarin og
upptøkutólið í
vanlukkuflogfarinum
verða kannað í
Bretlandi í morgin,
men frágreiðingin
um orsøkina til
vanlukkuna kemur
ikki enn.
Flogvanlukka
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
– Tað fer at taka drúgva tíð
at fáa greiði á, hví flogfarið
hjá Atlantsflogi fór út av
breytini á Stord. Eg kann
siga nakrar vikur, men tað
kann væl vísa seg at taka
uppaftur meiri tíð, sigur
kanningarleiðarin
hjá
norsku skaðanmevndini,
Birger Andreas Bull, við
Stavanger Aaftenblad.
Tvinnar orsøkir
Síðani vanlukkudagin hava
serfrøðingar hjá skaða
nevndini kannað sjálvan
fløgvøllin og leivdirnar av
tí uppkolaða flogfarinum.
Á vøllinum hava teir mill
um annað kannað bremsu
sporini hjá flogfarinum, og
tey hava avdúkað, at flog
farið ók eftir liðini, áðrenn
tað fór útav. Tað kunnu teir
staðfesta, tí sporini vísa, at
vinstra hjól undir stýri
húsinum var vinstrumegin
vinstra hjól á vinstra vongi.
Sostatt er greitt, at flogfarið
fór akandi eftir høgru lið,
áðrenn tað fór av breytini.
Serfrøðingarnir siga, at
hetta kann hava tvinnar
orsøkir. Onnur er, at brems
urnar í aðrari síðuni virk
aðu ikki, og at flogfarið tí
fór eftir aðrari liðini, men
tað kann eisini hugsast, at
flogskiparin royndi at snara
flogfarinum til vinstru fyri
at forða fyri, at tað skuldi
fara útav.
– Allir møguleikar eru
opnir, og vit eru ikki kom
nir so langt, at vit kunnu
byrja at gera nakra niður
støðu enn, sigur Birger
Andreas Bull. Hann leggur
tó afturat, at skuldi tað
hent, at kanningarnar av
dúka okkurt, sum kann
vera til ampa fyri trygdina
á øðrum flogvallum, verða
avv arðandi myndugleikar
kunnaðir um tað beinan
vegin.
Bretska hjálp
Flogførini hjá Atlantsflogi
eru bretsk. Einki tílíkt
flogfar er í Noregi, og tí
hevur norska skaðanevndin
útvegað sær serkøna hjálp
frá bretsku skaðanevndini
í sambandi við kanningar
nar. Tveir bretskir serfrøð
ingar komu til Stord longu
vanlukkudagin, og teir eru
har enn.
– Vit hava eitt sera gott
samstarv. Teir bretsku ser
frøðingarnir hava flogið
við sama flogfari sum tað,
ið fór útav, og teir hava
fleiri flogfør av hesum
slagnum. Teir kunnu tí
svara nógvum spurningum,
sigur Birger Andreas Bull
við Stavanger Aftenblad.
Ferðmátarin og upptøku
tólið úr vanlukkuflogfari
num vórðu send til Bret
lands í gjár og skulu kann
ast í morgin.
Skaðanevndin er farin
til verka, og tað ger ikki
uppgávuna lættari, at
flogfarið er illa farið av eldi.
Aker Kværner
leggur stóran dent
á trygdina, og tað
bleiv eisini gjørt, tá
felagið gjørdi av at
brúka Atlantsflog
at flyta arbeiðsfólk,
sigur aðalstjórin.
Síðani vanlukkuna á
Stord hava talsmenn hjá
oljuarbeiðsmonnunum
kært seg um, at teir hava
ikki álit á flogførunum
hjá Atlantsflogi, og at ov
lítil dentur verður lagdur
á trygdina. Men hetta er
ikki so, skrivar aðalstjóri
teirra í einum brævi til
síni starvsfólk.
– Lat meg siga tað
greitt og týðiliga: Vit góð
taka ongar neyðsemjur,
tá tað snýr seg um trygd
ina. Okkara fólk flúgva
allastaðni kring heimin,
og vit vissa okkum um,
at bæði feløgini og flog
førini eru eru trygg, skriv
ar Martinius Brandal í
brævinum til starvsfólkini
hjá Aker Kværner.
Hann leggur afturat, at
Aker Kværner hevur havt
samband við donsku og
norsku loftferðslumyndu
gleikarnar og Atlantsflog
og fingið vissu fyri, at
tað er trygt at flúgva við
felagnum og tess flog
førum.
Martinius
Brandal
skrivar eisini í brævinum,
at Aker Kværner legði
stóran dent á trygdina, tá
felagið upprunaliga gjør
di sáttmála við Atlants
flog um at flyta arbeiðs
fólk fyri seg.
Flogførini eru trygg