hósdagur 12. oktober 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 12. oktober 2006
7
tíðindi
Eisini í Noreg hava
tey søguna um
flogternuna Maibritt
sum høvuðssøgu
FLOGVANLUKKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Eins og í føroyskum miðl-
um hevur flogvanlukkan í
Stord fylgt nógv í norsku
fjølmiðlunum.
Í Føroyum eru vit øll
ógvuliga upptikin av, hvat
hendir í Noreg og, hvat
nýtt kemur undan kavi
rundan um vanlukkuna
men í Noreg eru tey sanni-
liga eisini áhugað í, hvat
hendir í Føroyum, nú talan
var um eitt føroyskt flog-
far.
Samband og kontaktir
Fyri at fáa sum mest burt-
urúr og best møguligar
upplýsingar og myndir, er
tí týdningarmikið at hava
samband og fáa kontaktir á
staðnum har tað hendir. Tí
valdi Sosialurin at ganga
saman við norsk bløð, og
soleiðis bar til at fáa mynd-
ir frá vanlukkustaðnum,
fáa fakta og upplýsingar og
síðani borðreiða hetta fyri
okkara lesarum.
Hinvegin eru norsku
miðl arnir eisini altráaðir
eftir at fáa upplýsingar og
myndir úr Føroyum, og tað
hava teir eisini fingið alla
tíðina. Hetta sæst millum
annað aftur í, at myndin av
Maibritt Magnussen og
søgan um hana, sum í gjár
var á forsíðuna á Sosi ali-
num, í dag eisini er høv uðs-
søga í fleiri norskum
bløðum.
“Maibritt ble helt í fly-
dramaet” skrivar VG, sum
hevur Maibritt sum for-
síðusøgu. “Helten fra flam-
mehavet” skrivar Bergens
Avis, sum somuleiðis hevur
Maibritt sum høvuðssøgu,
men eisini onnur bløð, sum
Bergens Tidende og Aften-
posten hava givið søguni
nógv pláss á teirra síðum,
og søgan í Sosialinum í
gjár verður endurgivin.
Hetta er eitt ógvuliga
gott dømi um, hvussu týdn-
ingarmikið tað er, at alliera
seg við aðrar miðlar og lata
upplýsingar og myndir sína
millum, soleiðis at lesarin
fær ta bestu søguna.
7
tíðindi
g
ri
u
r
g
ð
a
m
v
g
ár
i-
-
m
y-
m
r-
m-
Maibritt fyllir
norsku bløðini
Maibritt gjørdi alt
rætt og hevur gjørt
eitt megnar arbeiði.
Tað siga tey, sum
sluppu úr flogfari-
num og nú liggja á
Haukeland Sjúkrahús
FLOGVANLUKKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Við Sosialin í gjár greiddi
mamma Maibritt, Greta
Magnussen frá, hvussu
dótt ir
hennara
hevði
bjargað níggju monnum í
brennandi flogfarinum. Tá
segði hon millum annað, at
Maibritt var ein sonn hetja.
Hesum taka eisini fleiri
av teimum bjargaðu undir
við, og norska blaðið Berg-
ens Tidende hevur prátað
við onkran teirra, sum
yvirlivdu.
– Hon var kvik, tá hon
opnaði
neyðútgongina,
hetta tá vit onkur annar
hevði roynt at opnað tvær
aðrar neyðútdyr. Sanniliga
kunnu vit takka henni fyri,
at vit eru á lívi. Hon gjørdi
alt rætt, sigur 34 ára gamli
Kenneth Palmer, sum slapp
livandi frá vanlukkuni.
Eisini hevur blaðið fingið
prát við August Bakke,
sum er klinikkstjóri á kir-
urgisku deild á Haukeland
Sjúkrahús.
– Sjúklingarnir siga, at
hon hevur gjørt eitt meg-
nararbeiði og tað hava tey
biðið heilsustarvsfólkini
sagt við hana, greiðir hann
frá.
Aker Kværner
takkað Maibritt
Norska blaðið VG veit
eisini at siga, at umboð frá
leiðsluni hjá Aker Kværner
Elektro, hava vitjað Mai-
britt á sjúkrahúsinum og
takkað henni fyri avrikið.
Og aðrir norskir miðlar
endurgeva Åge Aadland,
fakleiðara hjá sløkkiliðnum
í Stord, sum hevur sagt
soleiðis um 21 ára gomlu
Maibritt Magnussen úr
Oyndarfirði:
– Flogternan (Maibritt,
blðm.) gjørdi eitt megnar
arbeiði við at skipa evaku-
eringina, men eg eri eisini
sannførdur um, at sløkki-
liðið á flogvøllinum bjarg-
aði onkrum lívum.
Maibritt eigur æruna
Fleiri av teimum,
sum vóru í van lukku-
flog farinum, liggja
enn á sjúkrahúsi.
Arni Joensen
Tveir av monnunum eru
nú fluttir av Hauke land-
sjúkra húsinum til plast-
skurð deildina á universi-
tets sjúkrahúsi num í Sta-
vanger. Teir eru 48 og 62
ára gamlir. Har hevur ein
39 ára gamal maður ligið
síðani vanlukkuna, men
hann verður útskrivaður í
dag.
Tríggir menn, sum eru
ávikavist 28, 34 og 48 ár,
liggja framvegis á Hau-
keland-sjúkrahúsinum,
har teir fáa viðgerð fyri
brunasár.
Fýra mans vórðu upp-
runaliga fluttir á sjúkra-
húsið á Stord, men teir
høvdu ikki fingið so
stóran skaða, og teir eru
útskrivaðir. Ein teirra
hevur kortini fingið so
stórar sálarligar trupul-
leikar av vanlukkuni, at
hann fær framvegis við-
gerð, skrivar Aftenbladet.
no
Liggja enn á sjúkrahúsi
Maibritt í flogfarinum, tá hon
skuldi til námsferð við gamla
studentaflokki sínum fyri
tveimum árum síðani.