hósdagur 12. oktober 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 197 - 12. oktober 2006
tíðindi
Tíðindaskriv
Menningarstovan
hevur
hesa vikuna skipað fyri
tiltaki í London. Tiltakið
er serliga ætlað skapandi
partinum
av
vinnuni.
Tiltakið ”At Fóta Sær í
London” fevnir um bæði
ráðstevnu
og
vitjanir.
Hartil verður eisini skipað
fyri einum PR-tiltaki, har
innboðin fólk úr bretsku
vinnuni kunnu uppliva
føroyskan tónleik og snið
geving.
Tiltakið er fyrst og
fremst
ætlað
teimum,
sum vilja taka seg fram
á útlendskum marknaðum,
og kunnu áhugað lesa
meira um tiltakið á www.
trade.fo/funky
Føroyska
oljufelagið,
Faroe Petroleum, íð eigur
22 leitiloyvir í Føroyum og
Bretlandi, arbeiðir miðvíst
fyri at fremja altjóða sam
starv millum London og
Føroyar. Felagið hevur í hes
um sambandi fyrr skipað
fyri tveimum tiltøkum innan
fíggarheimin og vinnulívið.
Tað fyrra var eitt tema
kvøld í høllini hjá Føroya
Tele, har umboð fyri fíggj
arheimin í London greiddu
føroyskum áhugaðum frá,
hvussu fíggarheimurin í
London arbeiðir og hvørjir
møguleikar vóru fyri før
oyskum og bretskum sam
starvi.
Seinna tiltakið var í Lond
on har umboð fyri føroyskt
og bretskt vinnulív møttust
á donsku sendistovuni
í London, har føroyska
sendistovan eisini heldur
til. À skránni vóru ymsir
fyrilestrar, millum annað
greiddi Bárður Nielsen,
Fíggjarmálaráðharri
frá
møguleikum um atgera
íløgur í Føroyum. Nógv
folk á høgum stigið frá
vinnulívinum og luttóku.
Sum eitt framhald av
hesum arbeiði stuðlar Faroe
Petroleum Ráðstevnuni í
London í hesi viku “At
fóta sær í London” har
bretskt vinnulív, føroyskur
tónleikur og føroyskur list
møtast.
Faroe Petroleum sigur í
tíðindaskrivi, at tað sær tað
“kreativu vinnuna”, sum
Føroyar hevur at bjóða,
sum sera týðandi, og sum
eina vinnu, íð hevur brúk
fyri stuðuli.
Stór og søgulig løta, tá
føroyska oljufelagið
Atlantic Petroleum
gjáramorgun tók enn
eitt stig at víðka um
sítt virksemi og varð
skrásett á virðisbræva
marknaðinum OMX í
Keypmannahavn
Orð og myndir
Símun J. Hansen
post@grifla.com
Nógv fólk var samankomið
í morgun, tá Atlantic
Petroleum varð skrásett á
OMX
Virðisbrævamarknað
inum í Keypmannahavn.
Bæði íleggjarar, bankar,
avvarðandi o.o. vóru til
staðar. Wilhelm Petersen,
stjóri helt eina stutta
røðu og umboð fyri virðis
brævamarknaðin bjóðaðu
Atlantic Petroleum væl
komin á OMX virðisbræva
marknaðin.
Síðan
P/F
Atlantic
Petroleum varð stovnað
í 1998 av 18 føroyskum
íleggjarum, kann ikki annað
enn sigast, at tað hevur
gingið væl hjá felagnum.
Atlantic Petroleum er
fyrsta føroyska olju- og
gassfelag, og íleggjararnir
eru ímillum fremstu vinnu
lívsfólk í Føroyum. Felagið
hevur tó fleiri túsund íleggj
arnar, sum finnast kring alt
Føroya land og somuleiðis í
útlandinum.
Felagið er við oljuleiting
ini á føroyska landgrunn
inum, í Sameinda Konga
ríkinum og í Norðsjónum.
Eftir at umsóknin hjá
Atlantic Petroleum, um
at vera skrásett á OMX.
virðisbrævamarknaðinum
í Keypmannahavn, varð
góðkend, hevur verið bíðað
við spenningi til í morgun,
tá Atlantic Petroleum varð
skrásett á OMX.
Frámerkið hjá Atlantic
Petroleum á OMX er FO-
ATLA, og klokkan umleið
09.08 í gjáramorgun byrjaði
handilin.
Endamálið hjá Atlantic
Petroleum við at skráseta
seg á OMX er at víðka
um íleggjaraskaran og á
tann hátt at skapa enn meiri
vøkstur í felagnum.
Atlantic Petroleum er
eisini skrásett á virðis
brævamarknaðinum
á
Íslandi.
Atlantic Petroleum
breiðir sínar veingir
Faroe Petroleum sponsor fyri tiltakið
“At Fóta Sær í London”
Frá hátíðarligu løtuni,
tá Atlantic Petroleum
varð skrásett á OMX
Virðisbrævamarknaðinum
í Keypmannahavn
Millum gestirnar var eisini føroyski sendiharrin í Danmark,
Herálvur Joensen
Frá hátíðarligu løtuni,
tá Atlantic Petroleum
varð skrásett á OMX
Virðisbrævamarknaðinum í
Keypmannahavn