hósdagur 12. oktober 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 12. oktober 2006
9
tíðindi
10. oktober er altjóða
sálarheilsudagur. Og
hesin merkisdagur
fór ikki aftur við
borðinum hjá teim
um, sum hava áhuga
fyri sálarsjúkum.
Allan týsdagin
vóru omanfyri 60
fólk á temadegi á
Landssjúkrahúsinum
í hesum sambandi.
Evnið var Recovery
- hvussu ein kemur
fyri seg aftur eftir
eina sinnissjúku og
hvørji amboð, sum
heilsuverkið hevur í
slíkum førum
Sálarsjúka
Orð og myndir:
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Til henda temadagin
hevði tað eydnast at fáa fatur
á tveimum serkønum og
rættiliga serstøkum fólkum
úr Danmark - terapeutinum
Jan Nielsen og fyrrverandi
sjúklinginum, Karin Dyhr.
Í
framløgum
sínum
vístu tey á, hvussu stóran
týdning samrøðan hevur
millum viðgerðara og tann
sjúka, meðan arbeitt verður
við at vinna sjúklinginum
sálarliga førleikan aftur.
- Hetta evnið hevur sum
vera man eisini okkara stóra
áhuga. Tí fegnist eg um, at
vit kundu vera so mong, og
frá so ymiskum støðum,
sigur Soffi Egholm, for
kvinna í felagnum Sinnis
bati, sum skipaði fyri deg
num í samstarvi við Lands
sjúkrahúsið.
Við á skeiðnum vóru
m.a. starvsfólk á Psyki
atriska Deplinum á Lands
sjúkrahúsinum, eins og
fólk frá heimarøktini og
kommununum kring landið.
- Tað er týdningarmikið
at vit øll tosa sama mál,
tá tað snýr seg um slíkar
spurningar, sigur Soffi.
Tað sum serliga gjørdi
henda temadagin so framúr
góðan vóru teir báðir
donsku undirvísararnir. Ser
liga søgan hjá teirri sjúku,
men nú frísku Karin vakti
ans og gav øllum nakað av
hugsa um.
Ringja 30 ferðir
um vikuna
Karin var borin heim í
1947 og er útbúgvin tón
leikaterapeutur, men mátti
í 1977 gevast sum slík, tí
hon var vorðin so mikið
sjúk sálarliga at hon ikki
megnaði at passa arbeiðið
sítt.
Úrslitið av hesum var,
at hon varð innløgd á
sinnissjúkrahús í Danmark
samfullar 70 ferðir tey næstu
17 árini. Trupult tyktist
eisini vera at geva henni
eina veruliga diagnosu.
Hon kom m.a. til per
sónligar samtalur hjá tera
peutinum
Jan
Nielsen,
og á framløguni týsdagin
skiltist at tey høvdu havt
eitt rættiliga tætt og opið
samband øll hesi árini,
bæði við samtalum undir
fýra eygum og umvegis tele
fonina.
- Sambandið millum okk
um var so gott, at eg segði
við Karin at hon kundi
ringja til mín nær tað skuldi
vera. Ta einu vikuna gav eg
henni loyvi til ringja, sjálvt
um tað so var 30 ferðir!,
segði Jan.
Stórt stig
Fyri Karin sjálva var tað
eisini eitt slag av yvir
vinnilsi at taka við hesum
ótrúliga tilboðnum frá við
gerara sínum.
- Tað var eitt stórt stig
hjá mær at skula ringja til
hansara. Tað var av sonnum
at fara langt út um mark.
Men soleiðis gjørdu vit
altso.
- Ja, hann plagdi at siga, at
eg kundi ringja nær tað skuldi
vera. Var hann ikki inni, so
segði kona hansara bara at
hon skuldi bera boðini víðari,
greiddi Karin frá.
Tað vísti seg kortini, at
hon ikki ringdi so ofta sum
ein kundi stúrt og borið ótta
fyri: Tað tóktist, sum bara
vitanin um henda møgu
leikan gav henni trygg
leika.
Gjøgnum hesar samtalur
kom so við og við fram,
hví støðan var vorðin
soleiðis hjá Karin: Kynslig
misnýtsla, umsorganarsvík,
harðskapur og annað høvdu
gjøgnum øll barnaárini sett
sítt merki á tað nú tilkomnu
Karin.
Ikki einsamøll
Eitt drúgvt tíðarskeið gekk
til Karin umsíðir kundi
staðfesta, at hon var vorðin
fullkomuliga grødd frá
sjúku sínari.
Hvussu hetta bar til og
hvussu víðari hevur gingið
henni, ynskti hon ikki at
halda fyri seg sjálva.
Saman við eini aðrari
kvinnu setti hon seg niður
at skriva eina skaldsøgu um
alt tað, sum henni hevði
verið fyri. Skaldsøgan kom
út fyri tveimum árum síðani
og fekk heitið Glaspigen.
Hon snýr seg um ta 29 ára
gomlu gentuna Ida, sum er
vorðin kynsliga misnýtt øll
barnaárini av pápa sínum.
Fylgjandi árini verður hon
innløgd á sálarsjúkrahús í
samfullar 70 ferðir, men
følir ikki at henda skipanin
skilir hana til fulnar.
Hon hittir tó ein terapeut
- áðurnevnda Jan Nielsen
- sum í bókini ber heitið
Kim. Og út frá samrøðun
um teirra millum lýsir bók
in, hvussu hon at enda kann
standa fram sum tann hon
er í dag.
Eingin fyrigeving
Bókin fekk sum vera man
góða móttøku, og er í løtuni
til endurprentingar.
Á temadegnum fingu
teir 60 áhoyrararnir tí eitt
sera gott høvi at hoyra hana
greiða frá síni lívssøgu,
samstundis sum Jan greiddi
frá sínum upplivingum við
Karin.
Ein spurningur, sum hon
ofta hevur fingið er, um
hon kann fyrigeva pápanum
tað sum hann hevur gjørt.
Pápin doyði fyri fleiri árum
síðani.
- Eg eri kristin, men
fyrigeva honum, - nei, tað
kann eg ikki. Eg ætli mær
at gera tað, tá vit møtast
aftur hinumegin deyðan,
var svar hennara til henda
spurningin.
Sjúk glasgenta varð innløgd 70 ferðir
Sagt um Glaspigen
- Hetta er tann mest ræðuliga og samstundis mest
grípandi bókin, sum eg nakrantíð havi lisið. Tað er
í roynd og veru ein skakandi veruleiki sum verður
lýstur her um ferðina hjá gentuni Idu gjøgnum lívið
við kynsligari misnýtslu, sálarsjúku og innlegging á
sinnissjúkrahús, skrivar tíðindakvinnan Lotte Gerdes í
sínum ummæli av bókini.
Og hon leggur aftrat í sama andadrátti:
- Tú heldur líkasum ondini, meðan lagnan hjá Idu
verður víst fram lið um lið við tabu’ini. Hetta er ein
reinur gysari har ein - eins og Ida sjálv - veruliga ynskir
at alt bara er lygn, og at alt bara er psykotiskt fantasi og
sjúkligur heilaspuni. Men tað er tað altso ikki, skrivar
Lotte.
Meiri kann lesast um Karin Dyhr, bókina og sam
røðurnar á heimasíðuni www.glaspigen.dk
Ta einu tíðina hevði Jan Nielsen
ta sjúku Karin Dyhr í sínum
terapeutisku hondum. Hetta gav
kortini úrslit, tí Karin nú er frísk
Omanfyri 60 fólk luttóku á tema
degnum sum Sinnisbati skipaði fyri.
Tey lurtaðu við áhuga – og tá ein
hoyrir frásøgnina hjá Karin, so skilir
ein eisini hví!